mánadagur 11. august 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 151 - 11. august 2008
Bøgesvang á Gjaranesi
árið út
Tá Henning Bøgesvang varð fyribils settur sum
sóknarprestur frá Sjóvar prestagjaldi fra1. mars, var
ætlanin at hann skuldi røkja starvið fram til 31. marst. Í
samráð við kirkjuráðini verður starvstíðin hjá Henningi
sum sóknarprestir í Sjóvar prestagjaldi longd hetta árið
út, upplýsir bispur á heimasíðuni HYPERLINK ”http://
www.folkakirkjan.for” www.folkakirkjan.for
Formaðurin í vinnu
nevndini, Jóhan Dahl,
tekur meira rívan
til enn hinir fýra
í andstøðuni gera
saman við Gerhardi
Lognberg. Hann mæl
ir nevniliga til eina
skerjing í fiskidøgum
upp á 10 í øllum
bólkum
Fiskidagar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Andstøðan á tingi eigur við
formanninum Jóhan Dahl
meirilutan í vinnunevnd
løgtingsins. Kortini hevur
formaðurin sum annar av
minnilutunum í nevndini
sítt egna uppskot um fiski
dagar fyri komandi fiskiár,
har hann mælir til, at allir
veiðibólkar verða skornir
við 10%.
Jóhan Dahl tekur heldur
ikki undir við landsstýris
manninum í fiskivinnu
málum, Tórbirni Jacobsen,
sum upp á forhond ætlaði
at taka 5.000 dagar frá bólki
5 – umframt, at hann hevur
skotið upp á skerja alla
húkaveiði og harvið eisini
útróðrarflotan við 50%.
Eg meti, at støðan í
fiskivinnuni av sær sjálvum
fer at hava við sær eina
minking av veiðini á land
leiðini, og at veiðitrýstið tí
sum heild fer at minka
meira, enn skerjingin av
døgum viðførir.
Jóhan Dahl mælir í sínum
uppskoti til, at Føroyabanki
verður totalfriðaður kom
andi fiskiár – við somu
knattastøðum, sum vóru
galdandi fyri verandi fiski
ár. Hann heldur eisini, at
neyvar
stovnsmetingar
mugu gerast av bankanum
komandi fiskiár.
Sami leistur
Fyri at kunna áseta eitt
fiskidagatal fyri botnfiska
flotan undir Føroyum, sum
er burðardygt og røkkur
veiðisetninginum um, at í
mesta lagi 33% av hvørjum
stovni í tali verður fiskað á
hvørjum ári, má fiskidaga
talið roknast út eftir sama
leisti, sum tá ið dagarnir á
fyrsta sinni vórðu ásettir í
1996.
Jóhan Dahl heldur, at
Fiskirannsóknarstovan eig
ur at rokna út fiskidagatalið
fyri hvønn skipabólk eftir
sama frymli, sum varð
nýttur í 19951996, og síð
an skal rætta dagatalið finn
ast, sum røkkur veiði
setninginum.
Til hetta verða nýttar
tær uppgerðir av veiði og
nýtslu av døgum upp á
hvønn skipabólk, sum Fiski
veiðieftirlitið almannakunn
ger.
Minnilutin
heldur,
at
Fiskirannsóknarstovan
eisini eigur at gera metingar
um, hvussu stongdu leiðir
nar undir Føroyum og áset
ingarnar um meskavídd
ávirka, hvussu nógv verður
fiskað av ymisku fiska
stovnunum.
Fyri at røkka hesum
setningi, er neyðugt, at
Fiskirannsóknarstovan nýtir
neyðuga orku til tað arbeiði,
sum er neyðugt at gera.
Jóhan Dahl vísir til stað
festingina um, at 33%
reglan er burðardygg og í
samljóði við fyrivarnisregl
una.
Hetta er sera týdningar
mikið fyri umdømið hjá før
oyskari fiskivinnuumsiting,
og tí er neyðugt at fáa skip
anina tillagaða soleiðis, at
útrokning av veiðievni verð
ur samsvarandi hesum.
Økt eftirlit
Løgtingsmaðurin heldur, at
neyðugt er eisini at økja um
eftirlitið hjá Fiskiveiðieftir
litinum, og í hesum sam
bandi nevnir hann serliga
eftirlitið við hjáveiði hjá
uppisjóvarflotanum
og
fremmandum skipum í før
oyskum sjógvi annars.
Samstarvið
millum
Fiskiveiðieftirlitið
og
Fiskirannsóknarstovuna
eigur at verða styrkt, og
neyðug játtan eigur í hesum
sambandi at verða fingin til
vega, sigur Jóhan Dahl, løg
tingsmaður og formaður í
vinnunevnd løgtingsins.
Jóhan Dahl mælir til 10 prosent
Nógv móra á Suðurlandi
Í gjár var nógv móra at síggja í Skaftá í Skaftárdali á Suðurlandinum í
Íslandi. Hesa tíðina eru ofta nógv fólk í summarhúsum í Skaftárdali.
Løgreglan heitti sunnudagin á fólkini um at fara úr dalinum av ótta fyri,
at Skaftá skuldi fara yvir áarbakkarnar. Tí kemur móran inn á vegirnar,
so verður ikki koyrandi í Skaftádali Tíðliga í gjár varnaðust fólk nógvu
móruna í ánni, og tað versnaði, sum dagurin leið. Áin vaks skjótt, og
móti kvøldi var vatnstandurin vaksin við meira enn einum metri, Skaftá
er jøkulsá, sum kemur undan Skaftárjøkli. Tað frættist úr Íslandi í
gjárkvøldið, at áin nú er reinari aftur, tí verður mett, at vatnstandurin fer
at minka seinni í kvøld, skrivar joanisnielsen.fo.
Teir, sum leggja upp
til størstu skerjingina
í fiskidøgum, eru
Páll á Reynatúgvu og
Heini O. Heinesen,
sum mæla til niður
skurð upp á 20% í
øllum skipabólkum
Fiskidagar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Floksfelagarnir hjá lands
stýrismanninum
í
fiski
vinnumálum í vinnunevnd
ini, Páll á Reynatúgvu og
Heini O. Heinesen, eru teir,
sum mæla til størstu skerj
ingina av fiskidøgum fyri
komandi fiskiár.
Sum annar av minnilutu
num í vinnunevndini mæla
teir báðir til, at fiskidagarnir
í øllum skipabólkum verða
skornir við heili 20%, ið er
sama tal, sum landsstýris
maðurin Tórbjørn Jacobsen
mælti til at skerja partrol
araflotan við.
At Páll fór at mæla til
slíkar skerjingar, var kanska
ikki so óvæntað, men fáur
mundi rokna við, at Heini
O. Heinesen, sum er valdur
í størsta útróðrarøki og
línuøki í landinum, fór at
taka so rívan til í sínum
tilmæli til løgtingið.
At saðla um
Báðir ásanna teir, at toska
og hýsustovnurin eru sera
illa fyri, meðan upsastovn
urin hinvegin er rímiliga
væl fyri.
Landsstýrismaðurin ger
greitt í sínum uppskoti, at
skilabest er at saðla um í
rikna
fiskivinnupolitikki
num – skilt á tann hátt, at
vit í framtíðini eiga at lurta
meira eftir lívfrøðiligu ráð
gevingini,
tá
fiskidagar
verða ásettir á hvørjum ári.
Páll og Heini siga seg í
stóran mun vera samdar við
sjónarmiðini hjá egnum
landsstýrismanni.
Vit eru eisini sannførdir
um, at krøvini í framtíðini
fara at hava við sær, at ikki
slepst undan hesi tilgongd
frameftir. Hóast vit í stóran
mun eru samdir við upp
skotinum hjá landsstýris
manninum, halda vit, at
hann hevur tikið í so rívan
til.
Teir halda, at ein skiftistíð
eigur at geva vinnuni og
samfelagnum eitt skotbrá
ella eina skilagóða venj
ingartíð til nýggju leiðina.
Tí mæla vit til, at nakað
av ferðini verður tikið úr
tilgongdini í mun til upp
skotið hjá landsstýrismann
inum, sum tað fyriliggur,
sigur Páll á Reynatúgvu og
Heini O. Heinesen, sum
mæla til eina skerjing av
fiskidøgum í øllum veiði
bólkum upp á 20%.
Umframt
viðmerking
arnar, sum Páll og Heini
hava í felag, hevur løgtings
maðurin í Norðoyggjum
eisini gjørt sínar egnu við
merkingar í vinnunevndini.
Heini O. Heinesen ásann
ar, at lógin um vinnuligan
fiskiskap er illa umsitin,
síðan hon kom í gildi fyri
12 árum síðan.
Vit eru í ferð við at saga
greinina
av,
sum
øll
fiskivinnan hvílir á, sigur
hann.
Heini og Páll
vilja skerja við
20 prosentum
Teir mæla til størsta niðurskurðin í fiskidøgum – heili 20% í
øllum veiðibólkum
- Samstarvið millum Fiskirannsóknarstovuna (mynd) og Fiskiveiðieftirlitið eigur at verða styrkt,
heldur Jóhan Dahl, formaður í vinnunevnd løgtingsins
Mynd: Vilmund Jacobsen
Jóhan Dahl mælir sum
ein av minnilutunum í
vinnunevndini til, at allir
skipabólkar í komandi fiskiári
verða skerdir við 10% í
fiskidøgum