mánadagur 11. august 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 151 - 11. august 2008
Seinastu trý árini
er dollarakursurin
viknaður 18%
mótvegis kinesiska
yuan’inum
HANDIL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Lækkaði
dollarakursurin
mótvegis yuan’inum hevur
merkt størri og størri kapp
ingarevni, men tykist, sum
vend er komin í.
Dollarakursurin er síðani
miðskeiðis í juli hækkaður
0,77% í mun til yuan’in.
Talan er um størstu og
longstvarandi hækkingina í
trý ár. Ein dollari svarar í
dag til 6,8623 yuan.
Hendan
broytingin
í
valutakursunum er langtfrá
nakar ynskidreymur hjá
amerikanarunum, tí teir
berjast við ógvusligt og
hækkandi undirskot á gjalds
javnanum.
Kursbroytingarnar merk
ja, at tað aftur verður bílig
ari hjá amerikanarum at
keypa
kinesiskar
vørur,
meðan tað mótsatt er støðan
hjá kinesarunum. Hendan
gongdin kann fáa amerik
anska gjaldsjavna undirskot
ið at vaksa enn meiri.
Enska blaðið, Daily
Express, veit í dag at
siga, at ein bretsk gen
ta, sum líkist Madelei
ne McCann, bønaði
um at sleppa heim
BURTURFLYTING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Belgiska løgreglan kannar
nú upptøkur av vevkamera í
einum banka í Brüssell. Á
myndunum sæst ein genta
við ljósum hári, fangað av
vevkameranum fyri bara
sjey døgum síðani.
Belgiska løgreglan sigur,
at málið hevur fingið hægs
tu raðfesting, og gjølligar
kanningar eru settar í verk.
Tað var ein trygdarvørður,
sum varnaðist lítlu gentuna,
sum »líkist ógvuliga nógv«
Madeleine, í Havenlaan
deildini hjá KBC Banka í
Molenbeek St. Jean øki
num.
Leiðandi eina Norður
afrikanska arabiska kvinnu
var hon fangað á ikki færri
enn sjey ymiskum vev
kameraum.
Tær báðar vóru sæddar
gangandi runt í bankanum
seinasta mánadag, og síðani
gingu tær mótvegis arabiska
býarpartinum í Brüssell. Á
bondunum hoyrist gentan
krevja á enskum: »Eg vil
sleppa heim aftur«.
Myndirnar eru sambært
Daily
Exrpess
ógvuliga
klárar.
Fundur verður í
vikuni millum Dansi
frøi og Tórshavnar
býráð um speglvenda
bygningin
BYGGING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Byggingin av hølunum hjá
Dansifrøi varð steðgað her
fyri, tí bygningurin ikki var
í tráð við tekningarnar.
Hann er bygdur speglvent
av tekningunum, og tí verð
ur neyðugt at finna eina
loysn, so samsvar er millum
tekningar og bygning.
Fundur verður seinni í
vikuni millum Dansifrøi og
Tórshavnar býráð um viður
skiftini, og ikki fyrr enn
tann fundurin hevur verið,
ber til at siga nakað nærri
um, hvør loysnin á málinum
verður.
Sambært Dimmalætting
vísir borgarstjórin á tvær
møguligar loysnir. Onnur
er, at tekningarnar verða
broyttar, so tær samsvara
við bygningin, og hin er, at
bygningurin verður stoyptur
av nýggjum eftir uppruna
tekningunum.
Høgni Mikkelsen, sum
situr í bygginevndini fyri
Dansifrøi, vil ikki siga nak
að meiri um málið fyrr enn
fundurin millum felagið og
kommununa hevur verið.
Tað verður eisini neyðugt
at leggja málið fyri Byggi
og býarskipanarnevndina,
sum skal góðkenna bygg
ingina av nýggjum.
Tað hevur ikki borið til at
uppspurt, um talan er um
ein reguleran feil, ella um
bygt er speglvent av tekn
ingini við vilja.
Størsti fólkavøkstur í 5 ár
Fólkatalið varð uppgjørt til 48.678 tann 1. juli 2008. Hetta eru 231 fleiri enn árið fyri og 274 fleiri enn
við ársbyrjan. Hetta er tann størsti fólkavøkstur eitt hálvár síðani 2003. Fólkavøksturin í Føroyum er
mestsum altíð størstur fyrra hálvár. Seinastu fýra árini hevur vøkstur verið í fólkatalinum fyrra hálvár,
men minking seinna hálvár. Hetta hevur so aftur havt við sær, at fólkatalið bert er vaksið við stívliga
250 fólkum í tíðarskeiðinum 1. juli 2004 til 1. juli 2008. Tal á føddum og deyðum er rættiliga støðugt í
Føroyum, so tey hálvárligu sveiggini stava frá flytimynstrinum. Flytingin í Føroyum er lutfalsliga stór,
og hon ávirkar fólkatalið meira enn dupult so nógv sum talið á føddum og deyðum. Ein stórur partur
av flytingini er í samband við útbúgving, so fráflytingin er altíð størst seinna partin av summarinum.
Tilflytingin hinvegin er vanliga størst fyrst á sumri, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.
Dollarin styrknar nú aftur mótvegis yuan’inum, og tað er ikki gott fyri amerikanska gjaldsjavnan
Styrktur dollari skaðar
gjaldsjavnan hjá USA
Maddie-sagain
heldur fram
Fleiri halda seg hava sæð
horvnu Madeleine McCann,
men hendan fráboðanin
verður tikin í álvara av
belgisku løgregluni
Dansihøll møguliga rívast niður
Lagnan hjá húsunum hjá
Dansifrøi verður helst avgjørd
á fundinum millum Dansifrøi
og kommununa seinni í
vikuni
Mynd: Leo Poulsen