mánadagur 11. august 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 151 - 11. august 2008
15
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Mamma, Jacobina (Bina) f.
Johannesen, Lamba, pápin
Joan Petur, f. Joensen Skora
stein, Leirvík.
Barnaárini vóru góð, tók
lut í arbeiðinum, til húsar
haldið velti eplir, arbeiða
torv, vit høvdu torv í trimum
støðum uppi í Straffini, úti
á
Dalinum
eysturi
á
Vatnhamar. Tað var gott at
vera nógv systkin, so kundu
vit hjálpast við arbeiðinum.
11 systkin, 6 dreingir, 5
systrar, har ein beiggi er
deyður í 2006.
Nógvur seiður er at fáa í
Leirvíksfirði, at fara á seiða
berg var so vanligt, bátur
var altíð í húsinum, eitt gott
summarkvøld vóru eisini
gentir við at dyrgja eftir
seiði. Eg minnist ein túr eitt
systkinabarn
var
komin
heim, so vit fóru við at
dyrgja, vit høvdu runddorg,
so vit fingu 170 seiðir. Sum
ungur spældi tú hondbólt,
málmaður, vitjaðu á Tvør
oyri og vunnu. Vóru eisini
túr í Sørvági.
Tú royndi teg eisini sum
sjómann, undir Føroyum
við Varvasteini, við Sæborg
við línu undir Føroyum.
Ein túr til Ísland við báti
num Søkin. Tá Turkihúsið
kom, har hevði tú náttarvakt
og telja fisk til kørini, har
kvinurnar vaskaðu fisk,
sum bleiv stakkaður og
seinri breiddur út á fiska
stykkið ella lagdur upp á
trennur, passaði motorin
samstundis. Ja so bleiv tú
sjaufør, nýggjan bil í 1963,
koyrdi millum Leirvík og
Toftir, tað vóru baldrutir
túrar, vit koyrdu eftir tí
gamla Leirvíksvegnum, tá
var eingin gravkúgv, so vit
máttu grava við spaka. Tey
seinru árini hevur tú arbeitt
í Tævuni, passa frystiskápið
og kanska upplært onkran
unglingin upp.
Tú engdi stampar hjá
Kjartan.
Vit takka tær, at tú altíð
hevur tikið væl ímóti okk
um, og altíð er tann sami.
Vit ynskja tær eina bjarta
framtíð og nógv góð ár í
framtíðini
Heilsan
systir tín Kata
Anton Skorastein í Leirvík 80 ár 27. juli
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at
okkara kæri
Pól Martin Abrahamsen,
Strendur
andaðist fríggjadagin 08. august 2008
á Ríkissjúkrahúsinum 48 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Sjóvar kirkju
mikudagin 13. august kl. 14.00.
Vegna tey avvarðandi
Karen
Tey ið vilja minnast Pól Martin, kunnu lata eina peninga
gávu til nýggja missiónshúsið á Strondum. Konta í
peningastovnunum.
Dagurin
12. august. Klara, deyð í 1253, var av aðalsætt úr
Assisi. Fór í fylgið hjá hinum heilaga Fransi, og
eggjað av honum grundlegði hon eitt nunnukleystur
og skipaði eina nunnuskipan, klarisurnar nevndar.
Navnið er latínskt, hin kenda ella skæra.
80 ára føðingardagur
Týsdagin 12. august fyllir Óli í Geil, Klaksvík, 80 ár. Tey,
ið vilja heilsa uppá Óla eru vælkomin í heimið frá kl. 10
13.
60 ára føðingardagur
19. august verður Måns Persson, Norðagøtu 60 ár. Føðingar
dagurin verður hildin heima leygardagin tann 16. august.
frá kl. 19.
50 og 55 ára føðingardagar
Leygardagin 23. august, kl 19 halda Hallbjørg Hansen
og Eiler Poulsen, Argir (fyrr Kambsdalur) 50 og 55 ára
føðingardag í HBhúsinum. Tey, ið ynskja at gleða okkum
við at koma, verða vinarligast biðin um at siga frá á telefon
nr. 314796 ella 514796 ella á telduposti: hallbjorg@kallnet.
fo. innan 15. august.
Silvurbrúdleyp
Mánadagin 25. aug. hava MaiBritt og Trygvi Berg
Søldarfjørður Silvurbrúdleyp.
Dagurin verður hildin leygardagin 23 aug á Svangaskarði
kl 19.00.
tey í vilja gleða okkum við at koma verða biðin um at siga
frá á
Tlf :267512 ella Tlf : 747685 innan mánadagin 18 aug.
Brúdleyp
Leygardagin 16. august giftast Anna Simonsen og Óli
Joensen. Vígslan verður Undir Fossum 32 kl.13. Brúdleyp
verður fyri innbodnum í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.
Arbeiðsfólk
Pizza 67 í Tórshavn søkir arbeiðsfólk at arbeiða
í skiftandi vaktum.
Vit ynskja at tú:
• Tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt
• Ert álítandi og hevur góð samstarvsevni
Løn sambart avtalu.
Ynskir tú at frætta meira um starvið, so er tú
vælkomin at ringja 586767 og tosað við Rana.
Pizza 67
Tríatiundi fjórði
partur
Malakias er seinasti pro
feturin í gamla testamenti.
Uml. fýrahundrað ár gingu
og eingin profetasjón kom,
inntil Jóhannes doyparin
steig fram.
Malakias sigur tað sama,
sum hinir. Bókin byrjar við
at siga, at hetta er orð
Harrans til Ísrael við
Malakiasi. Hann talar til
Ísrael og um tjóðirnar,
serliga Edom.Hann revsar
fólkið og prestarnar, sum
hava borið seg viðurstyggi
liga at. Mær tykir, at
Malakias er aktuellur.
Hann talar um hjúnar
bandið, og vit síggja, at
Harrin hevur ikki broytt
meining hesum viðvíkj
andi, hóast hann tolererar
nógv. Í Kap.2,16 sigur
hann hetta:
Tí Eg hati skilnaðarsótt
sigur HARRIN Gud
Ísraels; við henni sveipar
ein yvirgang um klæði síni
sigur HARRIN Gud
herskaranna. Aktið tí eftir
anda tykkara og verið ikki
trúleysir!
Allir teir mongu hjúna
skiljanir í dag eru eitt stórt
vandamál og eru hóttafall í
samfelagnum . Tað gongur
út yvir børnini og ávirkar
alt samfelagið tann skeiva
vegin.
Eisini vers 17 tykir mær
aktuelt:
Tit hava troyttað HARRAN
við orðum tykkara! Tit
spyrja: ”Við hvørjum hava
vit troyttað Hann?” Við at
siga: ”Hvør tann, sum ilt
ger, er góður í eygum
HARRANS, og slíkir eru
Honum til gleði!” ella:
”Hvar er tann Gud, sum
dømir!”
Fólk stíga fram og siga
bíbliuni beint í móti, men
samstundis gera tey krav
uppá at tey eru kristin og
trúgva. Hvørjum trúgva
hesi, tá ið tey ikki trúgva
bíbliuni.
Onnur siga: Hvar er tann
Gud ið dømir. Tey hava
onga trúgv á Gud
yvirhøvur.
Í triðja kapitli talar
Malakias um Messias og
undangongumann hansara,
sum jú er Jóhannes
doypari. Síðani hevur hann
seinast í kapitlinum nøkur
troystandi orð til tey, sum
hugsa um Harran. Og aftur
í fjórða kapitlinum, sum er
tann seinasti í gamla
testamenti, troystar hann
tey sum óttast Harran á ein
so undurfullan
gerandisligan hátt, mitt í tí
ræðuligu tíð tá ið dómur
Guds rakar hendan heim.
Kapitulin byrjar við, at
dagurin kemur brennandi
sum ovnur og skal gera
enda á teimum gudleysu.
Mitt í hesum troystar
Harrin tey, sum óttast
hann. Hann talar um
rættvísisó, sum skal renna
upp, og at tey skulu spæla
sum gøðingarkálvar. Hetta
fær meg at hugsa um at
hetta, sum hann tekur fram
her er nakað av tí vakrasta
og friðfullasta, sum vit
kenna frá hesum lívi.
Hvussu gleðast vit ikki, tá
ið sólin rísur ein fagran
várdag. Og um vit seta
smálombini inn ístaðinfyri
køðingarkálvarnar, sum
ikki eru so væl kendir her
hjá okkum longur. Hasi
bæði tingini, ein vakur
morgun við smálombum á
bønum, tey eru okkum so
væl kend. Ein ógvuliga
góð mynd, sum andar av
friði.
Síðani leggur Malakias
skriviamboðið frá sær og
tøgn er í fýrahundrað ár,
intil Jóhannes doypari
stígur fram.
Framhald.
Bíblian innblást av Gudi – ikki mannaorð um Gud
RichaRd
danielsen