mánadagur 11. august 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 151 - 11. august 2008
KroniKK:
Jens M. Dalsgaard
Uttanflokkar
Vit hava júst fingið eina avklár
inga av hvør skal vera kandidatur
hjá Demokratunum til næsta val í
USA, tað er ikki smávegis slag
mál, sum hevur verið millum
persónarnar. Kortini er flokkurin
heilur og taparin styðjar vinnar
an. Hóast hesi veldigu slagmálini
innanfloks, hevur USA bara tveir
flokkar av týdningi.
Vit hava havt eitt floksbýti síð
an 1906, hinvegin er tað synd at
siga at vit hava fingið sterkar
flokkar burturúr floksbýtinum.
Okkara valskipan legggur ikki
upp til flokkar, sum loysa problem
inin innanhýsis. Tað er lættari at
stovna ein nýggjan flokk enn at
loysa problemini innanhýsis.
Spiltar atkvøður
Í USA og Englandi eru tingmenn
valdir í einstaklinga valdømum,
hetta merkir at tann, sum fær
flestar atkvøður í valdøminum er
valdur. Í eini slíkari skipan velur
tú ein perón, sum sigur seg hoyra
til ein flokk, men flokkurin er
ikki til fyrr enn persónurin kem
ur á ting. Tað er sostatt onki bein
leiðis samband millum talið av
atkvøum og tann ráðandi flokkin.
Flokkarnir í USA og Englandi
eru kortini minst líka sterkir sum
flokkarnir hjá okkum.
Fyrimunurin við at velja flokk
ar á ting í staðin fyri einstakling
ar í valdømum, er at atkvøður
ikki fara til spillis. Flokkurin er
kortini í nógavar mátar í andsøgn
við endamálið at velja persónar á
ting, tí teir skulu bara vera bundn
ir av síni egnu samvitsku og ikki
eini kollektivari samvitsku, sum
flokkurin er.
Spiltir flokkar
Flokkurin byggir á eina ímynd av
at vit hava nakrar persónar, sum
eru grundleggjandi samdir um
ávís mál og tí kunnu veljararnir
velja teir kollektivt inn á ting.
Eitt slíkt kollektiv krevur tó
disciplin og tað eru vit ikki so
fegin um. Skal ein flokkur hava
disciplin, so má hann hava eina
leiðslu, sum kann revsa tey, ið
bróta disciplinina. Slík disciplin
er nærmast ómøgulig við tí val
lóg vit hava, tí hon bannar upp
stilling í nummarrøð – tað ber
bara til at uppstilla alfabetiskt
eftir eftirnavninum.
Ein nummererað uppstilling
krevur slagsmál innanfyri flokkin
og tað eru vit ikki hugaði fyri.
Vit hava sæð hvussu Hillary og
Obama hava bart fyri at gerast
forsetavalevni, tað slagmálið er
farið fram innanfyri demokrat
iska flokkin. Tá slagmálið er av,
mugu partarnir finna saman fyri
at styrkja flokkin. Slagsmál krev
ur samskifti og samskifti styrkir
flokkin. Ein annar fyrimunur við
eini nummereraðari uppstilling
er at flokkurin kann stilla upp
soleiðis at kynsbýtið er javnt.
Okkara valskipan er ein kombi
natión av at velja einstaklingar og
geva teimum, sum kalla seg ein
flokk, møguleika at taka onkran
inn við sær, sum ikki hevur fingið
nóg mikið av atkvøðum. Atkvøð
ur mugu ikki fara til spillis er eitt
høvuðsargument.
Flokkarnir hjá okkum eru eitt
slag av bindiklubbum. Valfeløg
ini eru ikki nógv meria enn
hugnaklubbar í einum valdømi,
sum ikki er til longur. Hóast vit
hava fingið eitt valdømi, so fer
uppstillinin framvegis fram í
valdømum. Vit eru so bangin fyri
konflikt at vit ikki tora at gera
avmarkingar, tí skulu øll upp á
listan og veljarin veit í veruleik
anum ikki hvat hann velur.
Atkvøður man fyri einum fokki
ella einum persóni.
Strukturelt eru flokkarnair
ógvuliga líkir, allir byggja á val
dømini, sum ikki eru til longur.
Kortini er Miðflokkurin, sum
ongantíð náddi út í øll valdømini,
eitt sindur øðrvísi.
Fólkaflokkurin
Fólkaflokkurin hevur ongar við
tøkur á netinum og tað er neyvan
tørvur fyri tí. Flokkurin er so
breiður at tað er neyvan brúk fyri
at seta treytir fyri limaskapi.
Tjóðveldið
Tjóðveldi, hevur sum tann fyrst
tikið avleiðingarnar av veruleik
anum og koyrt orðið flokkur úr
navninum. Treytin fyri at gerast
limur er at man ikki er limur í
einum øðrum politisku flokki og
tekur undir við hugsjónunum hjá
flokkinum. Hóast flokkurin er
dottin úr navnninum so livir hann
víðari í viðtøkunum. Limaskap
urin fer fram gjøgnum valfeløg
ini, sum eru leivdir frá
valdømunum.
Flokkurin hevur ásetingar um
ekslutión, sum fer fram á floks
tinginum. Treytin fyri ekslutión
er at arbeiða ímóti politikkinum
hjá flokkinum, men tað er ilt at
siga hvussu ein slík grein skal
brúkast, tá t.d. Heini O. Heinesen
fer beint ímóti Tobba, Tobbi
hevur verið beint uppi ímóti
Høgna Hoydal.
Støðan vísir týðuliga at her er
hvørki talan um ein flokk ella ein
politikk.
Javnaðarflokkurin
Javnaðarflokkurin hevur treytir
fri limaskapi. Har ber til at tekna
seg sum lim í flokkunum bein
leiðis uttanum valfeløgini.
Treytin fyuri limaskpi er at við
komandi tekur undir við grund
sjónarkiðunum hjá flokkinum.
Limur sum mótarbeiðir hesum
grundsjónarmiðum og lógunum
hjá flokkinum kann koyrast út.
Eftir hesum verður tað ringt at
fáa Gerhard úr flokkinum, hann
er neyvan ímóti grundsjónar
miðunum og hevur neyvan brotið
nakrar lógir hjá flokkinum.
Sambandsflokkurin
Sambandsflokkurin er ógvuliga
torskildur. Har stendur:
Øll, ið vald verða til álitisfólk í
flokkinum, eiga at vera limir í
einum veljarafelag ella Ung
mannafelag Sambandsfloksins.
Eingin kann, uttan at vera
limur í veljarafelag Sambands
floksins í tí valdømi, har viðkom
andi býr, verða stillaður upp sum
valevni fyri Sambandsflokkin til
løgtingsval, kommunuval ella
fólkatingsval.
Tað er sum um flokkurin av
tilvild velur nøkur álitsfólk og
aftaná kannar man so eftir um
tey eru limir í onkrum veljara
felag ella í Ungmannfelagnum
hjá flokkinum. Uppstillingin fer
ekslusivt fram gjøgnum veljara
feløgini, sum eru bundin til val
dømini, sum ikki eru til longur.
Nevndin í tí einstaka felagnum
kann nokta fyri limaskapi og úti
hýsa limum, sum arbeiða ímóti
endamálinum hjá lokalfelagnum.
Ein slík avgerð kann tó skjótast
inn fyri aðalfundin ella lands
nevndina hjá flokkinum.
Sjálvstýrisflokkurin
Flokkurin hevur eitt landsfelag,
sum er samansett av valdømis
feløgunum. Tað eru ognar treytir
fyri limaskapi ella útihýsing.
Flokkurin er væl so breiður at
tað neyvan er fyri neyðini at hava
nakrar treytir um limaskap.
Miðflokkurin
Eisnasti flokkur, sum ikki byggir
á lokalfeløg er Miðflokkurin,
helst tí hann ongantí rættuliga
fekk uppstilling í øllum valdøm
um. Flokkurin hevur ongar
viðtøkur á netinum.
Miðflokkurin hevur ongar
viðtøkur á netinum.
Veikir flokkar
Gjøgnumgongdin vísir ógvuliga
veikar flokkar, sum við verandi
viðtøkum, neyvan tola nakað
innanhýsis slagsmál, tí har er
ongin stjórn, sum kann taka
avgerðir og ongin stjórn at siga
hvør skal vera fyrstur og hvør
skal vera seinastur. Er ósemja í
flokkinum, stovnar man bara ein
nýggjan flokk.
Verandi politiska støðan vísir
best, hvussu veikir flokkarnir eru,
landstýrismaðurin í fiskivinnu
málum er í minniluta, bæði innan
fyri og uttanfyri samgonguna.
Um endamálið er at fáa flokkar
á ting, so skal veljarin bert kunna
atkvøða fyri einum flokki, fyri
einum persóni.
Okkara alskur til persónligu
atkvøðurnar kemur týðiligast
fram í lógini um stuðul til polit
iskt virksemi hjá flokkunum.
Endamálið við lógini er at veita
stuðul til politskar flokkar og
teirra politska virksemi. Tað
ljóðar sum um politiskir flokkar
eisini reka annað virksemi enn
politiskt.
Í lógini er í §3 ásett at uttan
flokkatingmaður eisini skal hava
stuðul, men endamálið við lógini
er at styrkja flokkarnar. Í okkara
ræðslu fyri konfliktum skunda
vit okkum at gera av við flokkar
nar. Um ein tingmaður er koyrd
ur úr flokkinum, so skal hann eis
ini hava stuðul, soleiðis at flokk
urin absolut ikki hevur møgu
leika fyri at sanktionera teir, sum
ikki vísa disciplin. Tað løgnasta
er at okkara vallóg eisini hevur
hugtakið uttanflokkalisti við,
hetta eru listar, sum ikki eru
góðkendir av flokkinum.
Vit vilja hava flokkar, men
samstundis gera vit alt fyri at
flokkarnir ikki kunnu gerast
sterkir, tí vit dyrka persónin,
helst ein skipara.
Flokkarnir líkjast allir uttan
flokkum, tí tað er ongin leiðsla,
sum kann siga hvør er uttanfyri
ella innanfyri.
Flokkar sum bindiklubbar
viðmerkingar