mánadagur 11. august 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 151 - 11. august 2008
13
KroniKK
Elin Heinesen
stjóri í SamVit
F
yritreytirnar fyri at skapa
kappingarføri snúgva seg í
dag í høvuðsheitum um evnini hjá
vinnulívinum til at skifta frá
reinari rávøru- og ídnaðarfram-
leiðslu sum fremstu búskaparligu
drívmegi til meira fjølbroyttar og
handilsligar tænastur – harímill-
um at draga skikkaða arbeiðsmegi
til, sum hevur førleikar til at
menna og marknaðarføra vørur.
Førleikar til at samskifta eru
avgerandi fyri menningina av
nýggjum vørum og vinnum.
Førleikar til at savna og skifta um
virðismikla vitan hava týdning
fyri, at nýggj hugskot verða ment
– t.d. hugskot til bíligari og burðar-
dyggari framleiðsluhættir. Før-
leikar til at kunna, marknaðarføra
og selja, hava týdning fyri, at
vørurnar røkka einum so stórum
kundaskara sum gjørligt. Tað er í
hesi virðisskapan, at t.d.
akademikararnir kunnu koma
vinnuni til hjálpar.
At fáa fleiri skikkaði virðis-
skapandi fólk til at velja at búgva
og arbeiða í Føroyum er ein av
okkara allarstørstu avbjóðingum
í løtuni. Vit mangla akademik-
arar, lesandi, granskarar og
nýskapandi íverksetarar, umframt
ikki minst kvinnur og barna-
familjur. At skapa eitt samfelag,
sum kann draga at sær fólk
uttanífrá – eisini vitjandi, sum
leggja pengar eftir seg – er ein
fyritreyt fyri búskaparvøkstri og
fyri størri fjølbroytni í vinnuni.
Men hvussu væl megna vit hesar
avbjóðingar? Tað gongur heldur
striltið í løtuni. Tí má ein
sjálvrannsakan til.
Virða vit tey, ið skapa
óítøkiligu virðini?
Vinnan spælir ein stóran leiklut –
ikki minst fiskivinnan, sum eins
og onnur vinna má viðurkenna,
at tað kann loysa seg at gera
størri íløgur í handilsliga,
tænastuveitandi og akademiska
arbeiðsmegi, hóast hon í fyrstu
atløgu tykist dýr. Men sum er,
leggur høvuðsvinna okkara enn
fyrst og fremst áherðslu á tað
siðbundna – at veiða og fram-
leiða, har tað í stóran mun ræður
um at fiska so nógv sum gjørligt
so skjótt sum gjørligt og fáa sum
mest fyri rávøruna. Vinnan tykist
í ov lítlan mun at vilja hava brúk
fyri tí, sum akademikarar kundu
lagt aftrat – t.d. í mun til at fáa
meira fyri minni.
Halda vit framhaldandi fast í
einum ikki-burðardyggum hug-
burði, sum restin av heiminum er
í ferð við at flyta seg burturfrá,
kunnu vit bara rokna við at verða
rakt av kreppu – ikki bara orsaka
av høgum oljuprísum, men av
svíkjandi fiskastovnum, av ov
lágum prísum fyri okkara vørur,
av manglandi arbeiðsmegi osfr.
Hetta er spell, tá veruleikin er, at
fleiri og fleiri føroyingar eru
vælútbúnir og kundu givið sítt
týðandi íkast til størri virðis-
skapan og til at skapa eina meira
burðardygga vinnu. Men hetta
virðismikla menniskjansliga
tilfeingið tykist ikki at vera
virðismett sum uppiborið og als
ikki brúkt optimalt í Føroyum.
Ein kærkomin hjálpandi hond
Tey útbúnu ynskja sjálvandi at
fáa høvi til at brúka sína vitan og
førleikar. Men sum er nú, brúka
nógv av okkara væl útbúnu fólk-
um sínar førleikar aðrastaðni.
Mong hugsa enn ikki tankan, at
tað ber til at koma heim, tí aka-
demiskir førleikar verða lítið
eftirspurdir í føroyskari vinnu – í
øllum førum ikki í siðbundnu
vinnuni. Teir verða næstan bara
eftirspurdir í tí almenna. Hug-
burðurin hjá akademikarum og
ikki-akademikarum er ofta ymisk-
ur. Hetta er við til at skapa spenn-
ingar millum tað almenna og
vinnuna, sum ofta tykjast nærm-
ast at mótarbeiða hvørjum øðrum
heldur enn at síggja seg sum eitt
ískoyti til hvønnannan. Mong
útbúgvin fólk, sum eru komin
heim fyri at royna seg í vinnuni,
siga seg uppliva at verða meira
ella minni sæð sum ónyttur, ið
ikki vita, hvat ‘veruligt arbeiði’
snýr seg um, so tí ber ikki til at
lurta eftir teimum. Hetta ger tað
ikki hugaligari at koma heim til
Føroya at liva og virka.
Samstundis er lønarlagið væl
lægri í Føroyum fyri akademik-
arar enn í londunum kring okk-
um, skattlig viðurskifti við
flyting til Føroya ófyrimunarlig,
umframt at tað er dýrt bæði at
búgva og keypa vørur her. Ei
undur í, at nógv aftra seg við at
fara til Føroya at søkja sær
arbeiði. Ístaðin fyri at mála
fíggindamyndir og síggja útbúgv-
in fólk sum mótstøðufólk, ónytt-
ur ella óneyðugar útreiðslur, átti
vinnan at sæð tey útbúnu sum
eina kærkomna hjálpandi hond
til eina vinnu, sum er í kreppu og
hevur hart brúk fyri hesi hjálpini.
Gamlir dreingir fáa ikki
eftirkomarar
Hetta kundi samstundis eisini
hjálpt uppá ójavnvágina millum
kynini í Føroyum, har kvinnur
eru í undirskoti – av góðum
orsøkum. Kvinnur eru í miðal
betri útbúnar enn menn og
arbeiða siðbundið eisini nógv í
handils- og tænastuvinnu, men
tað er ikki stórt útboð av teimum
størvunum í Føroyum í mun til í
økjum við størri fólkamiðsavnan
uttanlands, sum virka sum magn-
etir uppá okkara kvinnur og les-
andi. Vit síggja tí, hvussu nógvar
kvinnur og lesandi ikki venda
aftur til Føroya, um tey flyta av
landinum, tí møguleikarnir eru
betri hjá teimum í øðrum fólka-
ríkari økjum fyri meira lønandi,
spennandi og avbjóðandi arbeiði
og fyri at liva minni kostnaðar-
tungt enn her.
Um vit ikki gera nakað nú við
støðuna her heima, økist vandin
fyri, at hetta landið endar við at
vera eitt samfelag av ófaklærdum
gomlum dreingjum, sum búgva á
bygd og arbeiða í fiskivinnu. Alt
gott um teir annars, men teir fáa
ikki eftirkomarar. Vit síggja
longu, fólkavøksturin er
uppsteðgaður.
Mugu geva rúm fyri fjølbroytni
Um Føroyar skal vera eitt liviligt
og spennandi samfelag við eins
høgum livifóti sum t.d. í hinum
Norðanlondunum, og við eini
væl fjølbroyttari íbúgvarasaman-
seting, har lesandi, vælútbúgvin
fólk og kvinnur, sum kunnu føða
børn, eisini trívast – er tíðin
komin til at hugsa í munadygg-
um vakstrarstrategium, sum
vinnan og tað almenna mugu
ganga saman um at skapa í felag,
so allir partar hála somu línu og
rudda vegin fyri hvønnannan.
Um ikki lívið skal bløða spaku-
ligt út úr hesum samfelagnum,
mugu vit syrgja fyri at draga nógv
fleiri og meira virðisskapandi og
reproduktivar kreftir til Føroya.
Vit mugu hava fólkaríkari saman-
hangandi meginøki í Føroyum,
sum geva rúm fyri størri fjøl-
broytni – og tí virka meira drag-
andi fyri fleiri. Vit hava nógvar
avbjóðingar fyri framman, sum
vit mugu møta og loysa.
Mugu raðfesta inntøkugevandi
átøk
Spurningurin er, hví stórir partar
av vinnuni og ávísir politikkarar
ikki meta støðuna í mun til stóru
myndina, men royna at trumfa
áhugamál hjá lokalsamfeløgum
ella ávísum pørtum av vinnuni
ígjøgnum. Harvið halda tey fast
í, at vit framhaldandi skulu hava
eitt einstreingjað og siðbundið
veiðusamfelag, sum í longdini
kortini ikki er burðardygt og
útihýsir so nógvum møguleikum,
heldur enn at gera íløgur í virðis-
skapandi nýskapan, sum kundi
stovnfest vinnuna betri og skapt
nógv fleiri arbeiðspláss – m.a. til
tey, sum nú búgva uttanlands, um-
framt nógv størri møguleikar fyri
inntøkum og spennandi avbjóð-
ingum – júst tað, sum okkara væl
útbúna arbeiðsmegin eftirlýsir.
Tað gongur uttan iva út yvir
samfelagsbúskapin í væl størri
mun, enn vit geva okkum far um,
um vinnan og tað almenna ikki
hugsa meira yvirskipað og gera
meira fyri at draga – og brúka –
útbúnað ella akademiska virðis-
skapandi arbeiðsmegi, so vit
kunnu styrkja vinnuna og fáa
tann neyðuga búskaparvøksturin,
ið t.d. skal bera tær vaksandi
almennu útreiðslurnar til heilsu-
verk og tunnellir o.a.
Gransking, menning og
marknaðarføring má til
Um politiska skipanin bara átek-
ur sær ein reglubindandi eftirlits-
leiklut og áleggur landskassanum
fleiri og fleiri útreiðslur til ikki-
inntøkugevandi íløgur, har øktu
útreiðslurnar verða fíggjaðar við
at leggja enn hægri skattir og
avgjøld á fólk, uttan samstundis
at gera kakuna størri – tvs. gera
íløgur í átøk, sum geva samfelag-
num sum heild størri inntøkur –
so verður úrslitið eitt fíggjarligt
trýst á vinnuna og á einstaka
borgaran, ið sannlíkt útarmar
gjaldførið og kvinkar príslagið
enn longur uppeftir, sum aftur
ger, at samfelagið gerst minni
attraktivt fyri tey vælútbúnu at
búseta seg og arbeiða í. Tað bítur
seg sjálvt í halan.
Tí er tað altavgerandi, at polit-
iska skipanin raðfestir íløgur í
skilagóð átøk, ið mest sannlíkt
økja samfelagsinntøkurnar og
harvið gjaldførið skjótast gjørligt.
Hvørja nyttu kann tað
almenna gera?
Ikki øll halda, at tað almenna
eigur at blanda seg uppí vinnu-
menning. Í útgangsstøðinum er
tað sjálvandi altíð sunnast, at vinn-
an megnar at standa á egnum bein-
um, men í ávísum førum kann tað
almenna gera stóra nyttu í mun til
at lata hurðar upp og lætta umstøð-
urnar fyri vinnu við vakstrar- og
útflutningsmøguleikum. Spurn-
ingurin er, hvar tað almenna
røkkur – ella hvat tað almenna
kann, sum privata vinnulívið ikki
kann ella ikki raðfestir, tí tað ikki
hevur orkuna at gera íløgurnar í
tað. Her kann tað almenna traðka
til sum ein virðismikil
sparringspartnari fyri vinnuna.
Tað almenna kann stuðla ella
gera íløgur í virðisskapandi gran-
sking, hagtalssavnan og onnur
amboð, sum vinnan hevur fyri
neyðini í mun til at fremja vøru-
menning og betri, meira sam-
skipaða og effektiva marknaðar-
føring av Føroyum og føroyskum
vørum og tænastum, har vinnan
ikki einsamøll megnar at lyfta
uppgávuna.Tað almenna kann
lata hurðar upp á týðandi millum-
landa og hægri politiskum stigi –
t.d. ígjøgnum samstarv við
útlendskar almennar stovnar sum
hava týdning fyri fremjan av
vinnumálum. Tað almenna gevur
ofta eina ávísa tign til vinnulig
átøk við, at almennir persónar/
embætisfólk luttaka og lyftir
harvið týdningin av átakinum í
eygunum á útlendskum handils-
partnarum og fjølmiðlum. Og tað
almenna er meira óheft enn vinn-
an av serstøkum handilsligum
áhugamálum, tí tað hevur skyldu
til at tæna samfelagnum sum
heild og kann tí spæla ein savn-
andi leiklut, har sum tað gevur
eyðsæddar fyrimunir, at vinnan
stendur saman.
Frá veiðusamfelag til
vitanarsamfelag II
Meira um, hvat skal til fyri at venda
búskaparligu gongdini í næstu grein,
sum kemur...
viðmerkingar