mánadagur 11. august 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 151 - 11. august 2008 ]
HB fann ongantíð
góða spælið fram,
og tað vóru trý uppi
borin stig, sum B36
fekk við at vinna 20 á
HB sunnudagin
FÓTBÓLTUR
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Grannauppgerð
var
í
Gundadali í gjár, tá ið B36
tók ímóti grannunum úr
HB. B36 kom væl frá summ
arsteðginum eftir sigur á
Sandi, meðan HB hevði
nakað at prógva, eftir at teir
bara fingu javnleik heima
ímóti Víkingi mikukvøldið.
Bæði liðini vóru nakað
skerd til dystin. HB var utt
an Fróða Benjaminsen og
Kára Nielsen, meðan B36
var Súna Olsen og Herbert í
Lon Jacobsen fyri uttan.
Høg leikferð
Tað regnaði illa í Gundadali
í gjár, og hetta gjørdi, at
bólturin ferðaðist sera skjótt
á graslíkinum. HB kom
betur frá byrjan, og royndi
seg við nøkrum uppspølum
í høgru síðu, sum tó ikki
kastaðu nakað serligt av
sær.
B36 vann seg spakuliga
inn aftur í dystin, og gjørdi
seg skjótt til spælstýrandi
liðið. Uttan at nakar stór
vegis málmøguleiki hevði
verið, fekk B36 tillutað
brotsspark í 26. minutti, tá
ið dómarin metti, at Vagnur
Mohr Mortensen hevði havt
hondina á bóltinum. Hetta
brotssparkið setti liðskipar
in, Klæmint Matras, í netið,
og so var B36 á odda 10.
B36 vildi hava meir. Stutt
eftir málið var enski Sam
Malsom í tveimum atløgum
tætt við at økja, men í mál
fór bólturin ikki.
B36 fekk tó eitt mál aftur
at áðrenn hálvleikssteðgin.
HBverjan
var
heldur
afturhaldandi, tá ið Hanus
Thorleifsson slapp at renna
fríur í høgru síðu. Hann rak
ímóti málinum, ivaðist eitt
sindur, men skeyt síðan
bóltin í mál til 20.
20 til B36 var eisini
hálvleiksstøðan, og sæð
yvir fyrra hálvleik, so var
tað eisini B36, sum hevði
mesta spælið og flestu
málmøguleikarnar.
Nógvir
málmøguleikar
Seinni
hálvleikur
var
áhugaverdur at síggja frá
áskoðaraplássunum. Dyst
urin lat upp fyri øllum, og
málmøguleikarnir
vóru
nógvir. Seinni hálvleikur
byrjaði við einum langskoti
frá Páll M. Joensen hjá HB,
og løtu seinni var tað í
hinum endanum, at ‘nýggi’
B36arin, Jákup á Borg,
royndi seg.
Eina løtu í seinna hálv
leiki fekk HB nógv pláss,
og teir høvdu nógv spæl.
Tað var eisini um reppið, at
Milan Kuljic minkaði um
munin, tá ið hann eftir gott
uppspæl slapp at standa
púra leysur í brotsteiginum.
Meinhard Joensen í B36
málinum
bjargaði
tó
meistarliga.
HBspælið fánaði tó burt,
og B36 slapp aftur at stýra
dystinum. Teir vóru nakað
bólttryggari enn HB, og
hildu bóltin leingi ímillum
sínar egnu. Málmøguleikar
manglaðu ikki, men hin
størsta mundi Sam Malsom
eiga, tá ið hann í 79. minutti
slapp púra leysur. Skotið
hjá honum var tó ikki gott
nokk, og Marcin Dawid í
HBmálinum bjargaði.
HB sá ikki út til at hava
hugflog, orku ella viljan til
at koma aftur í dystin, og
dysturin endaði 20 til B36.
Samanumtikið eitt uppi
borið úrslit, sum førir við
sær, at B36 nú er einsamalt
á 2. plássi, meðan HB nú er
fýra stig aftanfyri B36 og
heili 12 aftanfyri oddaliðið,
EB/Streym.
Greiða upp
gávuna væl
Venjarin hjá B36, Heðin
Askham, var væl nøgdur
við avrikið hjá leikarum
sínum eftir dystin.
Vit greiða uppgávuna
væl. Vit byrja varliga og
koma betur við í dystin.
Vit blíva spælstýrandi, og
fáa tvey mál, segði Heðin
Askham, sum ikki kallar
seinna
hálvleik
so
áhugaverdan, við tað at
leiðslan skuldi verjast.
Hann var fegin um at
hava Jákup á Borg aftur í
hópinum.
Jákup hevur gjørt tað
gott í vikuni, og hann vísti
í dag, at hann er væl fyri,
segði venjarin eftir dystin.
Komandi
sunnudag
spælir B36 á Toftum ímóti
B68, og Heðin er ikki nógv
fyri at kalla teir favorittar á
nakran hátt.
Ein nýggjur dystur, og
ein nýggj støða. Toftamenn
eru sterkir, og vit skulu
upp í ferð fyri at gera tað
gott, segði Heðin Askham
at enda.
Páll hyggur
frameftir
Ein av frægu HBarunum
í gjár var hart arbeiðandi
áleyparin,
Páll
Mohr
Joensen.
Hann
tekur
soleiðis saman um:
Eg haldi tað er í lagi,
at teir vinna í dag.
Grundað á tað, at vit ikki
eru góðir nokk. Vit skapa
ikki nógvar málmøguleik
ar. Vit hava møguleikan at
skora til 21, men ikki
nógv meir enn tað, segði
Páll eftir dystin. Hann
legði afturat, at brotsspark
ið sá út til at vera heldur
bíligt, men viðgekk sam
stundis, at Petur Reinert
helst skuldi havt betri
greiðu á hasum tingunum,
enn hann sjálvur.
HB er ikki beinleiðis til
tikið fyri at geva venjarun
um langa lívlinju, men Páll
metir ikki, at Rúni Nolsøe
skuldi fingið sekkin.
Eg haldi ikki, at loysn
in er bara at koyra venjar
an. Vit mugu bara spæla
tað, sum vit hava at spæla
fyri. FM er órealistiskt júst
nú, men vit hava nógvar
ungar leikarar at spæla inn
á liðið. Tað vildi verið gott
at bygt upp á næst ár,
heldur Páll Mohr Joensen.
HB
B36
B36 – HB 2-0 (2-0):
B36 eigur Havnina
Hanus Thorleifsson staðfestir her uppibornan sigurin hjá B36 á grannunum úr HB
Mynd: Ólavur Fredriksen
Jákup á Borg frøist um sigurin á fyrrverandi liðfeløgunum úr HB
Mynd: Ólavur Fredriksen
Christian Høgni á talvuna
AB legði flúgvandi frá landi, tá ið Christian Høgni Jacobsen
og teir vunnu 40 í Kolding. Tað vignaðist ógvuliga væl hjá
Christian Høgna Jacobsen og AB, sum í dag vóru á útivølli
ímóti Kolding FC. AB vann 40 eftir hálvleiksstøðuna 10. Í
venjingardystunum hevur tað gingið striltið hjá Christian
Høgna Jacobsen at finna vegin til meskarnar, men í dag glapp
tað. Christian Høgni Jacobsen skoraði til 30, tá ið tað restaðu
tólv minuttir.
Eingin tekur Val
Randi Wardum og liðfelagarnir úr Vali eru einaráðandi í
íslendskum fótbólti í løtuni. Fríggjadagin snøgt sagt hølvaðu
tær Afturelding av við heili 80. Randi Wardum vardi málið
allan dystin, og talan má helst verða um ein av hennara
friðarligastu dystum. Støðan í hálvleikinum var 20. Valur
hevur framvegis fult stigatal, 39 stig eftir 13 dystum. Í morgin
er aftur landskappingardystur á skránni, tá Keflavík, sum
liggur á áttanda plássi, vitjar hjá Vali.