Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. august 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 151 - 11. august 2008 ] Arnbjørn Hansen gjørdi fyrsta og síðsta málið í trygga sigrinum á Skála í gjár, har lið hansara annars hevði verið undir stórum trýsti undan steðginum FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Hann er har eingin annar er. Tí fær hann eisini fleiri av málunum, sum eingin annar fær. Og tí ger hann eisini fleiri mál enn nakar annar. Arnbjørn Hansen er ógvuliga væl fyri í løtuni. 14 mál hevur kollfirðingurin skotið nú 17 dystir eru spældir. Tvey av teimum gjørdi hann í sigrinum á Skála í gjár – tað fyrsta og síðsta í dystinum. Fyrsta mál kom eftir fríspark frá Bárði Olsen heilt afturi á miðjuni. Arnbjørn Hansen vann bóltin í kapping við málverjan, og umvegis ein Skálamann á sjálvari málstrikuni setti hann bóltin í netið. Tað seinna málið átti Hans Pauli Samuelsen stóran lut í, tá hesin spældi Arnbjørn Hansen púra leysan við málverjanum, og kollfirðingur ivaleysur gjørdi landskappingarmál nummar 14 í ár. Í millum tey bæði málini var Bárður Olsen, tá hann smekkaði brotsspark í málið. Jónhard syndaði At EB/Streymur yvirhøvur fekk eitt mál í fyrra hálvleiki, mugu teir á Skála iðra seg nógv um. Teir vóru spælstýrandi liðið. Teir høvdu bóltin meiri, spældu eisini betri og høvdu einasta veruliga kjansin í fyrra hálvleiki, tá Jónhard Fred­ riksberg varð spældur púra leysur við René Tórgarð, og sendi bóltin framvið mál­ verjanum men eisini sjálv­ um málinum. Ein ovur­ hondsstórur møguleiki, ið skuldi givið mál og leiðsl­ una til Skála. Eydnan var tó ikki við teimum appilsin­ littu. Tað var hon hinvegin við EB/Streymi, tá teir komu framum. Hetta var í min­ uttinum, Lars Müller hevði lagt aftrat teimum fyrstu 45 minuttunum. Hesi fyrstu trý korterini hevði EB/ Streymur als einki víst. Við seks landsliðsleikarum á liðnum lógu teir ógvuliga langt afturi á vøllinum, og høvdu tað sera trupult við at fáa tað hanga saman. Ein partur av orsøkini var Mikkjal Thomassen á sentrala miðvøllinum hjá EB/Streymi. Bárður Olsen, Hans Pauli Samuelsen, Arnbjørn Hansen og hinir hava hug at flyta bóltin skjótt frá manni til mann, men hesum var stóri havnarmaðurin ein forðing fyri. Hvørja ferð hesin fekk bóltin steðgaði spælið upp onkursvegna, tí bólturin líka skuldi nertast eini tvær ella tríggjar ferðir, áðrenn hann slapp víðari. Hinvegin vísti Mikkjal eisini, at hann kundi avlevera fyrstu ferð, og tá gekk tað eisini bæði skjótt og lætt hjá EB/ Streymi. Tað var bara ógvu­ liga sjáldan. Mikkjal Thomassen spældi annars ein fínan dyst móti NSÍ seinast, men vantar dystar­ venjing, tí hann hevur verið skaddur so leingi. EB/Streymur tók yvir Málið kom ógvuliga dátt við hjá Skála! Teir høvdu brúkt nógva orku, men eftir málið frá Arnbjørn kundu teir staðfesta, at krútið var brúkt til onga nyttu. Somuleiðis var eisini greitt, at ikki nógv krút var eftir heldur, og so bar væl til hjá EB/Streymi. Tað riggaði nógv betri hjá oddaliðnum í seinna hálvleiki. Fleiri stórar kjan­ sir høvdu teir. Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen vóru ógvuliga nærvið, men kollfirðingurin skjeyt á málverjan og víkamaðurin á tvørtræið. Miðskeiðis í seinna hálv­ leiki bragdaði aftur hjá Sundalagsmonnum. Hetta eftir eina stuttliga brots­ sparksstøðu, har fyrst Arn­ bjørn Hansen varð jarðlagd­ ur, men dómarin ikki lat við seg koma, og Sorin Anghel rann leysa bóltin upp, fyri síðani at verða koyrdur um koll. Tá bríkslaði dómarin, og Bárður Olsen setti bóltin hart í netið. Einfalt og gott Tað stóð EB/Streymur á øllum í seina hálvleiki. Spælið var meiri frígjørt, leikararnir kendu á sær, at tað aftur hesaferð fór at ganga hjá teimum, og tað sást aftur á spælinum. Triðja málið var fínt dømi um hetta. Hans Pauli Samuelsen strýkur avstað mitt framm eftir vøllinum. Frammanfyri sær hevur hann tveir verjuleikarar. Víkamaðurin steðgar upp, men tað gjørdi spælið ikki, tí hann fann Arnbjørn Hansen, sum trygt setti bóltin í netið. Eitt einfalt og gott mál frá EB/Streymi. Einfalt og gott var spælið hjá teimum eisini allan seinna hálvleik. Tað bar tó ikki til at siga um fyrra, sum Skála átti. Skála átti eisini at fingið meiri burtur úr. Men tá hepni ikki kemur til ein, so má tað uppsøkjast. Tað gjørdi EB/Streymur og vann sín 12. sigur í ár. EB/Streymur – Skála 3-0 (1-0): Kollfirðingurin koyrir á Skála EB/Streymur Toppskjúttin í Formuladeildini, Arnbjørn Hansen, var tvær ferðir á blettinum í gjár, tá EB/Streymi vann trivaligan sigur ímóti Skála. Her leggur hann sundalagsmenn á odda 1-0 Mynd: Sofus D. Johannesen Fáorðaður toppskjútti Arnbjørn Hansen veit ikki heilt hvussu hann skal greiða frá góðu gongdin hjá honum í ár. – Hvat hevði tú sagt, um eg spurdi teg sama spurning, sigur hann flennandi, tá hann var spurdur eftir dystin. – Sjálvandi eiga liðfelagarnir sín stóra lut, og annars royni eg bara at vera á rætta staðnum, tá okkurt hendir, greiðir Arnbjørn frá. Í gjár var hann á rætta staðnum tvær ferðir, men onkur helt, at tað fyrsta málið ikki átti at verið, tí Arnbjørn framdi fríspark, tá hann vann luftdystin við málverjan. – Nei, tað haldi eg ikki eg gjørdi. Eg søki bóltin og vinni hann reint. Nakað annað er so tað, at tað ikki var uppiborið, at vit komu framum tá, men tað vísir seg ofta, at hepni er við teimum fremstu liðunum, vísir Arnbjørn Hansen á. Var tað eitt ivamál í fyrra førinum, so var eingin ivi, tá Arnbjørn gjørdi mál nummar 14 í ár. – Hans Pauli gjørdi arbeiði, og eg skuldi bara prika hann inn, so tað fekk ikki verið lættari, sigur Arnbjørn Hansen. - rólant Símun spælur í kvøld Keflavík, við føroyska landsliðsleikarnum Símuni Samuelsen í hópinum, skal í eldin í kvøld. Teir vitja hjá ÍA, sum liggur á 11. og næst niðasta plássinum í bestu íslendsku deildini. Trý stig er krav hjá Keflavík, um teir ikki skulu missa samband­ ið við FH, sum vann við tveimum málum móti einum á útivølli móti KR í gjár. Fýra stig skilja tey bæði ovastu liðini í løtuni, men FH hevur spælt ein dyst fleiri. Tí kann munurin minkast niður í eitt stig, og Símun Samuelsen og liðfelagarnir fáa fult í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 19.15. FCM er nýtt oddalið FC Midtjylland vann sær í gjár oddasessin í bestu donsku deildini. Á heimavølli vunnu teir sannførandi 4­0 á OB, sum annars hevur fingið eina flúgvandi byrjan á kappingarári. Brøndby vann tepurt við einum máli móti ongum á útivølli móti AC Horsens, og sigursvanda felagið er nú á triðja plássinum. Meistaraliðið úr AaB spældi 1­1 á heimavølli móti Esbjerg, meðan FC Keypmannahavn vann 1­0 í Parkini móti AGF. Í kvøld spæla Velje og Sønderjyske.