mánadagur 11. august 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 151 - 11. august 2008 ]
FM-vin-
nararnir
tapa ofta
Fýra
tær
seinastu
ferðirnar hevur meistara
liðið úr Runavík mist
nógv stig í oddastríð
num. Einu ferðina hava
teir vunnið – í 15.
umfari á HB , meðan
teir tríggja ferðir hava
tapt. Tann 4. juli taptu
teir 13 á heimavølli
móti Víkingi, í farnu
viku 02 við Margáir
móti EB/Streymi og í
gjár við tveimum mál
um móti fýra á heima
vølli móti KÍ. NSÍ er
nú 11 stig frá oddalið
num úr Sundalagnum.
Komandi
vikuskiftið
verður
kommunupp
gerið undir Mýruhjalla,
tá runavíkingar vitja
inni á Skála.
KÍ betri
ímóti tei-
mum bestu
Eyðun Klakstein var
væl nøgdir við sínar
spælarar og sítt lið, sum
hevði vunnið ímóti NSÍ
í Runavík.
Avrikið hesa ferð
var sum dagur aftur
ímóti nátt, tá ið hugsað
verður aftur á miku
kvøldið og tapið á
heimavølli ímóti B68.
Vit arbeiddu væl sam
an, og hugburðurin var
eina standandi góður,
staðfesti KÍ venjarin,
sum vísti á, at tað er
ímóti oddaliðunum, at
KÍ hevur vunnið flestu
stigini, og at tað hevur
gingið
sera
striltið
ímóti teimum longri
niðri á støðutalvuni.
Av teimum 20 stig
unum eru seks vunnin
ímóti B36, fýra ímóti
NSÍ og trý ímóti HB,
meðan KÍ hevur bara
vunnið eitt stig ímóti
Víkingi, B68, ÍF og
Skála og trý ímóti B71.
Á útivølli ímóti
meistaraliðnum
eydnaðist tað við
góðum hugburði at
vinna tað aftur, sum
ikki fekst burtur
úr á heimavølli
mikukvøldið
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað kendist sum stórur
lætti, og tí var tað einki at
siga til, at tað var mest sum
ovfarakæti í KÍ leguni, tá ið
Ransin Djurhuus í gjár
hevði bríkslað fyri síðstu
ferð við Løkin.
Heimamenninir
vóru
ógvuliga vónbrotnir yvir
teirra avrik, og tað var ikki
frítt, at teir eisini høvdu hug
at argast inn á dómaran,
sum teir við sínum avgerð
um í avgerandi løtum mettu
at hava verið óhepnan.
KÍ vann 42, og eftir
fjórða KÍ málið, sum var
skorað í síðstu løtu, vóru
NSÍ spælararnir ikki blíðir
við dómaran, sum í tí
førinum ivaleyst hevði allan
rættin á sínari síðu: Rógvi
Jacobsen gjørdi skjótt av í
frísparksstøðu. Bólturin tók
í NSÍ spælara og støkk
síðani til Joe Zewe, sum
gjørdist púra blankur, tá ið
NSÍ spælararnir góvust at
renna. Teir høvdu sæð
flaggið hjá linjudómaranum
á lofti, men dómarin vísti,
at hann ikki ætlaði at
bríksla, tí bólturin var
komin frá mótstøðuspælara
og til KÍ mannin. Og so
setti Joe Zewe, sum hesa
ferð var fremsti sentrali
miðvallarin og bæði spældi
og stríddist væl meiri, enn
hann higartil hevur gjørt,
bóltin
framvið
Tórði
Thomsen og í málið. Tað
fyrsta síðani hann kom til
Klaksvíkar.
Kanska
høvdu
NSÍ
spælararnir meiri grein í
sínum máli, tá ið Karoly
Potemkin
stutt
undan
steðginum fór um koll í KÍ
brotsteiginum, eftir at Jan
Andreasen og hann høvdu
togast.
Tá
var
støðan
málleysur javnleikur, men
Ransin metti ikki, at talan
var um brotsspark.
Øðrvísi uppstilling
Mikukvøldið var KÍ í 442
uppstilling
í
kiksaða
heimadystinum ímóti B68.
Tað hevði NSÍ eygleiðarin,
sum var í Klaksvík skrásett,
og ætlanin tóktist vera at
steðga
klaksvíkingum
frammarlaga, at finna holini
á ótøttu KÍ miðjuni og
harvið at seta seta KÍ liðið
undir trýst.
Men Eyðun Klakstein
hevði tikið við læru av
mikukvøldinum og broytt
rættuliga nógv upp á liðið.
Fyri at fáa breidd í, vóru
Harley
Bertholdsen
og
Heðin á Lakjuni á vong
verjunum, og á miðvøllinum
vóru
tríggir:
Kristoffur
Jacobsen og Emil Nolsøe
Leifsson og so Joe Zewe
frammanfyri
teir
báðar.
Kristoffur og Emil ofraðu
seg fullkomuliga, og upp
gávan gjørdist ikki torførari
í 2. hálvleiki, tá ið Milan
Pejcic, sum hevði verið
tann besti at binda heima
liðið saman, varð tikin av
vøllinum.
Einki mál varð skorað í
1. hálvleiki. At seks mál
vórðu skorað eftir steðgin
er staðfesting av, at tá var
tað rættuliga undirhaldandi.
Merkisvert er eisini, at fleiri
av málunum vórðu skorað
eftir villur í verjuni – í
báðum endum.
Bjarni Jørgensen, sum
leingi hevur verið skaddur,
setti hol á fyri KÍ. Hann var
fyrstur á eftir miseydnaða
temjing hjá landsliðsspæl
aranum Jóhan Troest David
sen. Bjarni sneiddi framvið
landsliðsmanninum, áðrenn
hann smekkaði bóltin í
kassan.
Lítla løtu seinni javnaði
Bogi Løkin, og aftur var
talan um verjumistak. Øssur
Dalbúð og Aco Pandurovic,
sum annars var í vinstru,
spældi væl saman í høgru.
Harley Bertholdsen royndi
við høvdinum at fáa bóltin
burtur eftir innleggið, men
hann
legði
bóltin
fyri
føturnar á Boga Løkin, sum
takkaði fyri.
Rógvi
Jacobsen
varð
skrásettur fyri næsta KÍ
málið. Kanska var tað lands
liðsspælarin, sum í púra
leysari støðu stutt úr máli
num stýrdi frísparksinn
legginum hjá Heðini á
Lakjuni í málið.
Hetta var miðskeiðis í 2.
hálvleiki. NSÍ svaraði skjótt
aftur, og aftur varð mál
skorað við stórari hjálp frá
mótstøðuliðnum ella rættari
av mótstøðuliðnum. Eftir
NSÍ innlegg úr høgru var
miðverjan ikki heilt trygg,
og tað endaði við, at Jan
Andreasen við høvdinum
stýrdi bóltin framvið sínum
egna málverja og í málið.
So var 22, og eina løtu
tóktist tað sum um, at NSÍ
tevjaði
møguleikan
fyri
fullari úrtøku. Tað eydnaðist
ikki. Í staðin fyri varð tað
KÍ, sum streyk avstað við
øllum stigunum.
32 málið var ivaleyst tað
besta.
Eftir
NSÍ
álop,
skundaði KÍ sær. Rógvi
Jacobsen og Joe Zewe vóru
við í uppspælinum, og
Rodrigo, sum hesa ferð var
ytstur á miðvøllinum í
vinstru, var tryggur, tá ið
hann gjørdist leysur innan
fyri verjuna og setti bóltin
framvið Tórði Thomsen.
So var tað, at KÍ í síðstu
løtu staðfesti kærkomna
sigurin, og at NSÍ spæl
ararnir tóktust ikki sørt
ørkymlaðir. Teir høvdu ikki
havt marginalirnar á sínaru
síðu, og teir høvdu roynt at
spæla fótbólt. Mótstøðuliðið
hevði eisini roynt at spæla
og stríðast, og tað tóktist
sum um, at tað var KÍ
breiddin – eisini á beinkin
um – sum saman við broddi,
tyngd og dýpd var orsøkin
til, at øll stigini fóru norður
til Klaksvíkar.
Uttan mun til vánaliga
sunnudagsveðrið, so var tað
hjá KÍ talan um avrik sum
ljósasti dagur sammett við
myrkastu nátt mikukvøldið!
KÍ
NSÍ
NSÍ-KÍ: 2-4 (0-0):
Sum dagur og nátt
hjá klaksvíkingum
Uttan mun til vánaliga sunnudagsveðrið, so var tað hjá KÍ talan um avrik sum ljósasti dagur
sammett við myrkastu nátt mikukvøldið
Knudsen sagt OL farvæl
Tann sterki danski strikuspælarin Michael V. Knudsen skal undir skurð, hann hevur bruna í blind
tarminum, hann gevst tí at leika í OLkappingini. Hann er innlagdur á sjúkrahús í Kina, har hann
skal undir skurð í nátt. Annars roknaði Michael Knudsen við at verða klárur til dystin móti Egypta
landi, men hann gjørdist rættuliga ringur beint áðrenn og endaði á sjúkrahúsi. Landsliðsvenjarin
Ulrik Wilbek er sera harmur, um at Knudsen gjørdist sjúkur. ”Tað er verri at missa Knudsen, enn at
leika javnt 2323 móti egyptum”, segði Wilbek eftir dystin. Michael Knudsen gjørdist sjúkur beint
eftir setanina av OL. Hann hevði nógva pínu, men læknarnir vistu ikki hvat bagdi. Beint áðrenn
dystin móti egyptum, gjørdist hann rættuliga illa fyri, hann fekk tá eisini nógvan febur og var tí
koyrdur á sjúkrahús i Beijing, har hann verður lagdur undir skurð í nátt.
Peter Gade víðari í OL
Danski badmintonleikarin, Peter Gade, spældi seg lættliga
víðari til triðja umfarð í Beijing. Hetta skrivar heimasíðan
hjá DR í morgun. Mótstøðumaðurin hjá dananum, Nabil
Lasmari, kom tíðliga framum við 21 í fyrsta setti, og teir
fylgdust so upp til 44. Harfrá var mestsum bara ein leikari á
vøllinum, og Peter Gade vann settið 216. Næsta settið vann
hann 214, og var minst líka sannførandi, sum í fyrra setti.
Peter Gade hevur sostatt lættliga spælt seg víðari til triðju
rundu við Olympisku leikirnar í Beijing.