mánadagur 11. august 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 151 - 11. august 2008 ]
Fyrst gjørdi hann sjálv
mál, og síðan sá hann
reytt. Símin Hansen
gjørdist sandoyingum
dýrur, tá B71 vitjaði í
Gøtu í gjár
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tað er ikki altíð stuttligt at
vera fótbóltsleikari. Tað
eigur skopuningurin Símin
Hansen í øllum førum at
sanna. Hann átti ein sera
óhepnan leiklut, tá B71
vitjaði í Gøtu við vón um
kærkomin stig. Útlini fyri
einum óvæntaðum sigri
vóru góð miðskeiðis í
seinna hálvleiki. Mikkjal
Hentze hevði lagt gestirnar
á odda, tá bólturin tók í
verjuspælara og fór í bleyt
um boga upp um Geza Turi.
Men við eitt broytist alt.
Símin Hansen er óheppin
og fær ikki gjørt nógv
annað, tá hann sendir bóltin
í egi net. Fríspark kom úr
høgru, tá Hjartvard Hansen
skallaði í skinnabeini á
verjuleikanum, áðrenn bólt
urin fór um málstrikuna. 2
2, sum eisini varð endiliga
úrslitið. Løtu seinni var
hann útvístur, tá hann – eftir
hvat skilst – hevði klípt
framherjan
hjá Víkingi,
Zoltan Bukszegi. Símin
Hansen var full greiður
yvir, at nú var galið, og
hann slapp sær alt fyri eitt
av vøllinum, uttan so frægt
at mótmæla.
Eg havi onga viðmerking
til hendingina, slær hann
fast.
Heimaliðið omaná
Anton Skoradal mátti vera
fleiri av sínum stuðulsleik
arum fyri uttan í gjár. Hans
Jørgen Djurhuus, Andreas
Lava Olsen, Niclas Niclasen
og Atli Gregersen vóru leik
bannaðir, meðan Magnus
Skoralíð er burturstaddur.
Og tað eigur at merkjast. Í
sær sjálvum er tað ikki
nøktandi at fáa tvey mál
ímóti sær á heimavølli, men
í gjár bóru áskoðararnir
yvir heimaliðnum.
Tað byrjaði nú rættiliga
væl. Víkingur var leikliga
omaná, og í løtum trýstu
teir
gestirnar.
Hjartvard
Hansen, sum røkti uppgáv
una sum vongverji í høgru,
var fullkomiliga óansaður,
tá hann stýrdi bóltinum upp
um málið eftir fáum minutt
um. Løtu seinni skuldi
Zoltán Bukszegi lagt heima
liðið á odda, men av fimm
metra markinum sendi hann
beint á Símun Rógva Han
sen í málinum. Fyrsta málið
kom, tá dysturin var 25
minuttir gamalur. Áslakkur
Petersen sendi fríspark inn
úr høgru, og hægstur var
leigusveinurin
úr
FC
Amager, Erling Jacobsen,
sum
stýrdi
bóltinum
í
netið.
Men sekundvísarin var
ikki komin meira enn tvær
ferðir runt, tá bólturin var í
hinum málinum. Nigerianin
Patrick Sunday skjeyt sítt
fyrsta mál fyri B71, tá hann
sendi framvið Geza Turi.
Høvdu onga ætlan
Víkingur stríðist í løtuni
við at verða føroysk um
boðan í altjóða fótbólti í
komandi kappingarári. Tað
burdi tí verið krav at fáa
fult í Sarpugerði móti B71.
Men veruleikin er, at heima
liðið ongantíð setti sand
oyingar undir trýst eftir
hvíldina. Framrættaða spæl
ið var lítið skipað, og tóktist
tað sum, at Víkingur dúvaði
upp á at fáa mál eftir onkra
tilvildarliga
støðu.
Teir
høvdu onga ætlan í fram
rættaða spælinum. Heima
liðið var, sum vanligt, sera
vandamikið eftir deyðbólt
støður, og tað var eftir hes
ar, at bæði málini komu.
Sam Jacobsen, sum var
liðformaður hjá Víkingi í
gjár, var um reppið at skjóta
sigursmálið í seinasta min
uttinum, men við rygginum
móti málinum sendi hann í
stólpan.
Eyðkenni
fyri
bæði
Víking og B71 er fyrimynd
arligi stríðsviljin. Hóast
leikararnir góvu seg fult út
í gjár, so sóust ongar vanda
miklar, glíðandi takklingar,
sum vit ikki ynskja í
fótbólti.
B71 hevði fleiri frálík
uppspøl – millum annað tá
Wellington rakti í stongina.
Sandoyingar dugdi betri at
undirhalda, men tað sigur
seg sjálvt, at tað fekk stóra
ávirkan, tá Símin Hansen
var útvístur. Tá hugsaðu teir
meira um verjupartin.
Rós til Páll
Páll Augustinusen dømdi
dystin í Sarpugerði í gjár.
Tað er ikki altíð lættasta
uppgávan at vera dómari í
hesum døgum, men hann
skal eiga rós fyri sítt avrik
her frá. Tað slepst ikki
undan, at tað í hvørjum
dysti eru ivasamar støður,
men sum heild leiddi Páll
Augustinusen sera væl.
Dómarar hava sanniliga
eisini uppiborið herðaklapp.
Páll Augustinusen dømdi
sera væl í gjár, eg kann ikki
seta
fingurin
á
nakra
avgerð.
Suverent,
sigur
Anton Skoradal, venjari hjá
Víkingi.
B71
Víkingur
Ikki nøgdur
Eli Henzte var, hóast
javnleik á útivølli móti
Víkingi, ikki nøgdur við
úrslitið.
Nei, tað eri eg ikki.
Vit høvdu tamarhald á
støðuni í seinna hálvleiki.
Vit kunnu bara iðra okk
um um, at vit ikki spælu
sigurin í hús, sum vit
áttu. Vit fóru eftir øllum
stigunum, men hinvegin,
so kundu vit eisini mist
alt. Teir hava jú millum
annað bóltin á stongina í
seinasta
minuttinum,
sigur Eli Hentze.
Tað slepst ikki uttan um
at spyrja um reyða kortið
hjá Símin Hansen.
Tað havi eg onga
viðmerking til, staðfestir
B71venjarin, sum, hóast
hann bara fekk eitt, er
nøgdur við stig.
Øll stig eru kærkomin.
Vit síggja eitt nú, at KÍ
vinnur
við
tveimum
málum í Runavík, so kapp
ingin er ikki at rokna út.
Vit skulu bara hugsa um at
samla so nógv stig sum
gjørligt og vóna, at tað
verður nógmikið, sigur Eli
Hentze, venjari hjá B71.
Soleiðis mátti
tað verða
Anton Skoradal hevði
torførar arbeiðsumstøð
ur til dystin í gjár. Hann
mátti verða fimm av
sínum stuðulsleikarum
fyri uttan.
Eg eri nøgdur við
javnleiki. Út frá fortreyt
unum, so var tað fínasta
slag.
Spælið hjá tykkum er
lítið skipað, serliga í seinna
hálvleiki. Andreas Lava
Olsen manglaði kanska?
Tað sigur seg sjálvt,
at tá okkara einasti lands
liðsleikari er burtur, so
merkist tað. Vit gjøru
fleiri broytingar, og evna
ríki Sam Jacobsen, sum
hevur verið drúgvur á
miðvøllinum, noyddist
millum annað aftur í verj
uni. Eg eri nøgdur við
allar leikararnar, men
sjálvandi vilji eg havt
hinar við. Men eitt er so,
at vit ikki fáa mál á
møguleikarnar í fyrra
hálvleiki, tá vit av røttum
skuldi havt avgjørt dyst
in, sigur Anton Skoradal,
venjari hjá Víkingi.
Víkingur – B71 2-2 (1-1):
Símin Hansen gjørdist dýrur
Myndatekstur: Símin Hansen gjørdi bæði sjálvmál og fekk reytt kort, tá B71 vitjaði hjá Víkingi í gjár
Savnsmynd
Høgni vísir Amager aftur
Høgni Midjord úr B71 var fyri vikum síðani til royndarvenjing hjá Toda Jónssyni
og FC Amager. Føroyski framherjin stóð seg eftir øllum at døma væl, tí felagið
var sinnað at bjóða honum sáttmála. Men tað er Høgni Midjord ikki áhugaður í.
– Eg eri ikki til reiðar at sleppa øllum, sum eg havi í Føroyum. Eg vil heldur
halda fram og menna meg her eina tíð aftrat, áðrenn eg fari at royna meg. Sum eg
skilji, so eri eg vælkomin seinni eisini, sigur Høgni Midjord. Spurdur, um hann
ikki hevði ment seg meira á Amager, svarar hann. – Jú, allarhelst, men eg veit
ikki. Hugurin er ikki til tað júst nú, staðfestir Høgni Midjord.
Clapson er toppskjútti
Fyrrverandi KÍframherjin, Paul Clapson, stríðist í hesum døgum við at skjóta
Afturelding í næstbestu íslendsku deildina. Higartil hevur gingið sum eftir
ánni hjá honum persónliga, og hann er toppskjútti í deildina. Um vikuskiftið
var hann aftur á blettinum, tá Afturelding á heimavølli spældi javnt 22 móti
Volsungur. Onglendingurin skoraði til 10. Felagið hjá Clapson er í løtuni á
øðrum plássi, 11 stig frá fyrsta plássinum.