Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. august 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 151 - 11. august 2008 ] Trý tey fremstu vunnu øll hesa ferð, og harvið eru tað fram­ vegis trý feløg, sum eru púra jøvn í kapp­ ingini at vinna tey bæði plássini, ið bera uppflyting við sær 1. DEILD Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað broytttist einki í topp­ inum í næstbestu deildini. Tey trý fremstu – AB, 07 Vestur og VB/Sumba vunnu øll fulla úrtøku, og harvið eru tað framvegis púra jøvn í stigum eftir seytjan umfør Eingin innanhýsis upp­ gerð millum toppliðini verður fyrrenn 7. september, tá ið 07 Vestur í 21. umfari fer at fáa vitjan av AB. Torførast at vinna øll stigini var tað hjá VB/ Sumba. Siðani undan summarfrítíðini eru man­ ningarligu fyritreytirnar hjá suðuroyarliðnum heilt nógv broyttar. Eitt nú sigst Birgir Jørgensen enn eina ferð at vera givin, og Pól Thor­ steinsson var ikki við í Streymnesi, tí hann er skaddur. Bjarni Johansen vardi enn eina ferð borg fyri VB/ Sumba. Ta einu ferðina vóru tríggir heimamenn einsamallir við veteran­ málverjanum, sum kortini megnaði at verja fyri. Einsamalla málið skoraði Sonni Kjærbo miðskeiðis í 2. hálvleiki, eftir at Dan Djurhuus hevði lagt innfyri. Tummas Hans Rubeksen var tvífaldur málskjútti, tá ið AB – fyri fimtu ferð upp í slag – tryggjaði sær fulla úrtøku, tá ið teir næstbestu í B68 vitjaðu. Spenningur var í inntil síðsta bríksl, tí tað var ikki fyrrenn í síðstu løtu, at AB skoraði til 3­1. 07 Vestur hevði vitjan av næstbesta HB liðnum. At tað ikki stendur serliga væl til við fólki í HB í løtuni sást aftur á liðnum, sum vitjaði í Sørvági. Fleiri av teimum, sum higartil hava verið stuðulsspælarar, vóru ikki við, tí teir skuldu hjálpa til á besta liðnum. 07 Vestur vann 8­0, og Jovan Panic var stóri mál­ slúkurin. Hann skoraði tríggjar ferðir. Við stór­ sigrinum vaskaði 07 Vestur vónbrotið í Leirvík næst­ síðsta leygardag av sær. Víkingur megnaði ikki í Leirvík at liva upp til góða avrikið ímóti 07 Vestur. At fleiri av stuðulsspælarunum á besta Víkinga liðnum vóru leikbannaðir, sást aftur í, at fleiri av teimum, sum plaga at vera við til at mynda næstbesta liðið, ikki vóru við hesa ferð. NSÍ vann 1­0. Málskjútti var miðvallarin í vinstru Filip E. Jakobsen. Eftir uppspæl í høgru og tvørturum var hann fyrstur á, eftir skotroynd frá Dejani Stoikovic og kontrabólti. Í Klaksvík vann TB 3­1. Stóri spælarin var Josef Bassene, sum skoraði øll trý TB málini, og tað vóru ikki hissini mál. Bara ein lítil løta var farin, tá ið hann eftir gjøgnumspæl í vinstru og út frá sending skoraði fyrsta málið. Lítla løtu fyri steðgin javnaði KÍ. Málskjútti var Leon Bjartalíð, sum gjørdist leysur, eftir at KÍ hevði fangað TB uppspæl og síðani spældi upp í høgru, diagonalsending í hitt borðið og innlegg. Tá ið ein tími var farin, legði Josef Bassene TB framum aftur. Hesa ferð var tað við beinleiðis frísparki úr 24 metrum. Bólturin sat heilt uppi í málhorninum. Tíggju minuttir seinni staðfesti Josef Bassene TB sigurin, tá ið hann eftir innlegg og út frá bólt, dró eitt sindur og uttanvert brotsteigin smekkaði bóltin í málið. Toppurin heldur tørn AB-B68 3-1 (1-0) 1-0: Tummas Hans Rubeksen 27. 2-0: Høgni Joensen 52. 2-1: Niklas Poulsen 71. 3-1: Tummas Hans Rubeksen 90. KÍ-TB 1-3 (1-1) 0-1: Josef Bassene 5. 1-1: Leon Bjartalíð 45. 1-2: Josef Bassene 61. 1-3: Josef Bassene 73. 07 Vestur-HB 8-0 (4-0) 1-0: Tór-Ingar Akselsen 1. 2-0: Jóan Petur á Stongum 7. 3-0: sjálvmál 34. 4-0: Jovan Panic 42. 5-0: Jens Erik Rasmussen br 56. 6-0: Andrzej Stretowicz 57. 7-0: Jovan Panic 78. 8-0: Jovan Panic 83. Víkingur-NSÍ 0-1 (0-1) 0-1: Filip E. Jakobsen 24. EB/Streymur-VB/Sumba 0-1 (0-0) 0-1: Sonni Kjærbo 68. 17. umfar »Koyri á Skála, tit mugu yvirhála, ikki flyta niður, tí næsta àr verður siður:)!« »Hevði venjarin hjá HB ikki itið Rúni Nolsøe, so hevði hann langtsíðan havt fingið sekkin! Heilsan HB fan« »Eg elski B71 í viðgongd og mótgongd. Símin, skít á, hvat tey siga. Tit eru best, so f*** the rest« »Eirikur hjá B71 er ein brandur! Hann spældi allan dystin í dag við brákaðum rivjabeini.. Hann vísir vegin! Eisini rós til Mikkjal, tillukku við fyrsta málinum!« »John segði at Skála spælarirnir eru líka góðir, mann móti manni sum EB­STR spælararnir. Soo má tad verða venjarin, tað er galið við« »Simin, kom til ÍF... Vit spæla altíð í reyðum! ;­) Heilsan ein íf'ari..« »Hali halo? Hvør tolir ikki eitt klíp i reyuna! Tit eru jú Víkingar« »Páll og co. bestir á vøllinum í Gøtu í dag v.h. Ein víkingur« »Alexandur var besti maður fyri Skálaliðið. Tad einasta sum manglar er at skora mál. Erland vant Mikkjal Thomassen og hinar EB­Streyma landsliðsspælararnar um lítla fingurin. Koyr á Skála« »Tað er ov vánaligt at hoyra alt hetta tvætlið um dómararnir, tá liðini vinna er alt gott, tá ið tey tapa er alt lort, eisini dómararnir, takið tykkum saman« »Nú hava øll spotta Símin. Ongin Símin, einki B71! Kempi dreingir, visi hvat tit duga.« »KÍ skoraði 5 mál í Runavik í dag, spell at málið hjá Jan Andreasen var í skeivt mál« »Eg haldi at fólk skulu gevast við at kritisera dómararnir bara tí tey hava tapt. Uttan teir ongin fótbóltur!« »17,50 kr pr. mál til KÍ við Løkin. So klaga fólk um atgongumerkja­prísirnir. Eg skilji einki. Hetta var eitt perfekt punktum upp á ein super festival.« »HB her, HB der, HB vinnur hvørja ferð« »Hvat rópa klaksvíkingar, tá skútan er við at søkka? Rógvi, Rógvi, Rógvi« »Nær man Rúni Nolsøe fáa fótin í reyvina? HB er á reyvini« »Nær fanin er eitt klapp á reyvuna blivið til at klípa, læt tín innara gjeykara dansa, Zoltan« »Stuttligasta reyða kort, eg havi sæð . Hann klípti Zoltan í afturpartin« »Ótrúligt at man kann fara skuffaður úr Gundadali eftir at hava vunnið á HB. Ein skandala, at vit ikki vunnið 12­0. Ikki siga tað fyri nøkrum, men eg taki synd í HB« »Man Símin fara á Ovastevnu, nú hann hevur fingið reytt kort?« Sosialurin prentar tey bestu og stuttligastu sms’ini, sum vórðu send til útvarpssendingina 3. Hálvleikur í gjár: Henry kanska til United Tað er ikki heilt ósannlíkt, at Thierry Henry, sum í fleiri ár skjeyt hópatal av málum í Arsenal, spælur við Manchester United í komandi kappingarári. Í øllum førum ikki, um vit skulu trúgva enskum miðlum. – Tað eru tveir leikarar, sum vit hyggja at, og møguliga verður sáttmáli gjørdur við ein seinast í vikuni. Vit hava leitað eftir framherja síðan seinasta kappingarár, men nú sær ljóst út, svarar Sir Alex Ferguson, tá hann verður spurdur av enskum miðlum, um Henry spælur við felagnum komandi kappingarár. Hann vísir ikki søgunum aftur. Popczynski vann Aarhus Fremad, har Krzysztof Popczynski er venjari, vann við tveimum málum á einum á heimavølli móti Næsby um vikuskiftið í fyrsta landskappingardystinum í hesum kappingarárinum. Støðan í hálvleikinum var 2­0. Sigurin lyfti felagið upp á fimta plássi, har øll eru ájøvn í stigum. Komandi vikuskiftið vitjar Aarhus Fremad hjá eykaliðnum hjá Esbjerg. Teir vunnu 2­1 á útivølli móti Hjørring um vikuskiftið.