Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. august 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 151 - 11. august 2008 ] Tað gekk heilt eftir bókini, tá ið Katrin Olsen og Juliane Elander í gjáramorgun luttóku í innleiðandi kappróðrinum í OL OL Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo So skuldi tað verið prógvað. Einki er ógjørligt í ítrótti, hóast tú er føroyingur. Fyri góðari viku síðan staðfesti vágbingurin Pál Joensen sítt triðja EM-gull fyri juniorar í svimjing, og í gjár vann Katrin Olsen sær pláss í hálvfinaluni í lættvekts dubultscullara. Hetta saman við Juliane Elander í rógving, sum saman umboða Danmark. Í innleiðandi umfarinum gekk sum eftir bókini hjá teimum báðum, og við heili sjey sekundum til triðja plássi, kom Danmark á málið sum nummar tvey. Eingin ivi Greiða málið hjá Olsen og Elander var at enda millum tveir teir fremstu bátarnar. Hetta gav beinleiðis atongd í hálvfinaluna. -Vit fara at vinna. Ætlanin er at rógva uttan minsta mistakið, og donsku rógvararnir fara at vinna tríggjar gullkrónur, segði Katrin Olsen í samrøðu við Politiken undan róðrinum. Við eitt toga tær í, og samansetingin av Føroyum og Danmark riggar væl. Áralagið var gott. Á triðja raðnum leggja tær varisliga út á 2000 metra teininum, og kunnu bara eygleiða kinesiska og japanska bátin, sum strúka framvið. Hesir vóru væl fremstir, tá tað var hálvliðið. Men alt var tilvitað hjá teimum báðum. Munurin minkaði í smáum, og tá 500 metrar restaðu var lítið á muni. Báturin, nevndur Alexandra I, vann seg spakuliga framum, og tá avtornaði var als eingin ivi. Á málinum var munurin til kinesiska bátin ein hálv bátslongd, meðan tað var leyst aftur til japanska bátin. Har við høvdu Katrin Olsen og Juliane Elander tryggja sær luttøku í hálvfinaluni. Í eldin hósdagin Hósdagin skulu Katrin Olsen og Juliane Elander aftur í eldin. Tá skal hálvfinalan avgreiðast, og rógvararnir eru bjartskygdir. Teir eru til reiðar at vinna gull til Danmark í OL í Bejing. Ein møgulig finalan verður sunnudagin um seks dagar. Føroyska tjóðin ynskir teimum báðum tillukku við flotta úrslitinum, og Sosialurin fylgir við, hvussu tað fer at ganga hjá Katrini Olsen og Juliane Elander. Gullfýrarin við í Føroyum væl kenda Eskild Ebbesen millum rógvararnar vann innleiðandi umfarið sannførandi OL Rólant Waag Dam Rolant@sosialurin.fo Tað var einki at rafla um, tá ið danski gullfýrarin í kappróðri fyri løtu síðani róði í innleiðandi umfarinum. Danski báturin legði seg beinanvegin á odda, og síðani var spurningurin bara, hvør fór at vinna næstfremsta plássið og harvið at kvalifisera seg í hálvfinaluna saman við danska bátinum. Canada endaði á 2. plássi. Á toftini í danska bátinum situr Eskild Ebbesen, sum er væl kendur - bæði í Føroyum og í altjóða róðrarumhvørvinum. Hetta er fjórða OL, sum Eskild Ebbesen luttekur í. Áður hevur hann verið við til at vinna tvær OL gullkrónur og eina OL bronsu krónu. Eskild hevur gott samband við føroyskan kappróður og føroysk róðrarfólk, og hann hevur luttikið í kappróðri í Føroyum. Tað gjørdi hann, eftir at hann fyri fýra árum síðani hevði gjørt av at gevast at kapprógva á hægsta støði. Síðani fekk hann aftur hug at kappast á hægsta støði, og nú er hann altso í Kina, har tað í morgun gekk heilt væl í innleiðandi umfarinum. Í gjárkvøldið segði Katrin Olsen við danska blaðið Politiken, at hon roknar við, at Danmark fer at vinna tríggjar gullkrónur í kappróðrinum í OL. Hon sipaði umframt til sín egna bát til gullfýraran og til menninar í somu bátastødd, sum hon sjálv luttekur í. Í morgun hava allir hesir tríggir bátarnir vunnið seg víðari úr innleiðandi umfarinum og í hálvfinaluna. Katrin er í hálvfinaluni Eskild kom víðari 1. Kina, 6.57.58 2. Danmark, 6.58.63 3. Japan, 7.05.67 4. Kuba, 7.13.35 5. Suðurkorea, 7.39.70 Tíðirnar Carry var ov stuttur David Carry, sum hevur føroyska mammu, umboðar í hesum døgum Ongland í svimjing til OL. Hann svav í innleiðandi umfarinum leygardagin, men tað eydnaðist ikki at svimja seg í finaluna. Hann var á málið sum nummar fimm, og tað var ikki nógmikið. Hetta var í 4 x 200 metrar frí. Í morgin verður stafett á skránni, og liggja hann og liðfelagarnir við fyrireikingartíðini á fimta plássi. Tað er tó tætt ímillum til triðja plássi, so tað verður spennandi, um Ongland fekk at vinna bronsu í hesu greinini. Ísland legði bragdliga fyri Tíðliga í morgun vann íslendska hondbóltslandsliðið 33-31 ímóti Russlandi. Íslendingar eru ógvuliga spentir í, hvussu tað fer at roynast hjá teirra landsliði í hondbólti fyri menn, sum luttekur í OL. Fyrsta royndin var tíðliga í morgun. Íslendingar spældu ímóti Russlandi, og talan var um intensa og spennandi uppgerð. Íslendingar vóru omaná alla tíðina. Stóri maðurin á íslendska liðnum var Snorri Steinn Guðjónsson, sum skoraði tólv mál. Søguliga hevur Russland havt gott tak á Íslandi í hondbólti. Fyri tveimum árum síðani eydnaðist tað Íslandi í EM endaspælinum at vinna á Russlandi, og at Ísland nú hevur gott tak á Russlandi var altso staðfest í morgun.