Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-11, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. august 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 151 - 11. august 2008 ] Gunnar Nielsen, sum um vikuskiftið gjørdi leiguavtalu við Motherwell, ætlar sær at troka fyrsta valið Graeme Smith av málmanssessinum Leikaraskifti Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Føroyski málverjin, Gunnar Nielse, gjørdi um vikuskift­ ið leiguavtalu við Mother­ well. Føroyingurin, sum hevur verið knýttur at Premier League­felagnum Blackburn seinasta árið, skal fram til 1. januar royna seg í skotskum fótbólti. Størsta avbjóðingin verður at vinna sætið frá Graeme Smith, sum hevur verið fyrsta val millum stengurnar seinastu árini. Gera alt Eitt av sereyðkennunum hjá málverjanum Gunnari Niel­ sen er fyrimyndarligi hug­ burðurin til spælið. Hann er altíð til reiðar at stríðast, og havnarmaðurin arbeiður miðvíst fram móti sínum málsetningi. Og nú hann skal royna seg í skotskum fótbólti hev­ ur hann sjálvandi sett sær eitt nýtt mál. ­ Eg verði her fyribils í seks mánaðir, og eg fari at gera, eg eri mentur, fyri at sláa av Graeme Smith. Vón­ andi sleppi eg á liðið. Málið er somuleiðis at prógva meg sjálvan og at hjálpa felagnum, sigur Gunnar Nielsen við heimasíðuna hjá Motherwell. Kappingarneytin hjá før­ oyinginum er nú ikki hvør sum helst. Graeme Smith sat á beinkinum, tá føroyska landsliðið í august 2004 royndi seg ímóti Skotlandi. Hann er tó ikki skrásettur fyri nakran landsdyst. Smith hevur uppaldur í sigurvanda felagnum, Glas­ gow Rangers, og umvegis eina leiguavtalu í Ross County, skifti hann til Motherwell í 2005. Góð uppliving Gunnar Nielsen hevur lært av fleiri frægum málverjum. Í Frem hevði Jørgen Niel­ sen, fyrrverandi Liverpool­ málverji, føroyingin undir hond, meðan royndi Brad Friedel hevur lagt honum lag á í Blackburn. U21­landsliðsmálverjin gleðir seg til avbjóðingina í Motherwell. ­ Eg havi vant saman við fleiri frálíkum málverjum á míni yrkisleið, bæði í Black­ burn og landsliðshøpi. Eg eri vísur í, at tað verður ein góð uppliving at venja við Colin Meldrum og Graeme Smith, sigur Gunnar Niel­ sen við heimasíðuna hjá Motherwell. Tað er eyðvitað, at føroy­ ingurin fyribils er komin til felagið sum eykamálverji. Hann var eisini á beinkinum, tá skotska kappingin byrjaði aftur um vikuskiftið. Tað hevur ikki eydnast Sosialinum at fingið við­ merking hjá Gunnari Niel­ sen. Eftir 76 ára oyðimark­ argongd droymir leiðslan, felagið og áskoðararnir um aftur at vinna skotska meistaraheitið. Bjart­ skygni er at hóma, hóast Motherwell FC rennur aftaná teimum stóru fótbóLtur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tað var mett sum eitt frálíkt úrslit hjá Motherwell FC, tá felagið í farna kappingarárið endaði á triðja plássinum í bestu skotsku deildini. Al­ tjóða luttøku og heiðurs­ merki hevur verið óvanligt seinnu árini. Men áskoðar­ arnir eru framvegis svangir. Í býnum droyma teg um meistaraheitið, sum ikki er vunnið síðan 1932. Áhugaverd søga Tað er eitt felag við áhuga­ verdari søgu, sum føroying­ urin Gunnar Nielsen gjørdi sáttmála við um vikuskiftið. Hóast Motherwell Footbaal & Athletic Club hevur sam­ full 112 ár á baki, so hevur tað ikki eydnast at vunnið fleiri enn fimm stórar heiðrar. Gullið er sjáldsamt í felagnum, men nú eru teir til reiðar at bjóða teimum stóru av. Áskoðararnir eru sanni­ liga bjartskygdir eftir flotta úrslitið í fjør. Býurin droym­ ir um gull. Men fjarstøðan til tey stóru var ómetaliga stórur, tí 26 stig skiltu Motherwell frá Celtic, sum endaði á øðrum plássi. Tað er ikki bara í Føroy­ um, at feløg leggja saman í eitt. Tvey áhugafeløg vóru í býnum fyri fleiri enn 100 árum síðan, Glencairn FC og Alpha FC nevnd at navni. Bestu leikararnir frá báðum liðum vóru bjóðaðir til eina serstaka kapping, har úrsliti vóru góð. Beinan­ vegin byrjaði prátið um at samanlegging, sum var veruleiki tveir mánaðir seinni. Felagið hevði sítt besta tíðarskeið í 30’unum, tá tað – hóast tað fleiri ferð­ ir var nær við – eydnaðist at vinna higartil einasta meist­ araheitið. Motherwell FC hevur havt nógva mótgongd mill­ um ár og dag, har serliga vantandi gullheiðursmerk­ ini ofta hava gjørt gerandis­ dagin truplan. Men nú droyma tey aftur. Syrgiliga løtan Helst hin mest syrgiliga løtan í felagnum var 29. desember í fjør, tá Phil O’Donnell, sum var upp­ aldur í Motherwell, small um. Hann var á veg av vøllinum, tá hann brádliga small í grasið. Hóast hann alt fyri eitt varð koyrdur á sjúkrahús, har hann seinni á degnum lat lív. Phil O’Donn­ ell hevði áður umboðað Celtic og Sheffield Wednes­ day. Motherwell hevur uppalt fleiri frægar fótbóltsleikarar. Ein teirra er Scott McDon­ ald, sum nú spælur við Celtic. Framherjin hevur skotið fjórð mest mál í skotskum fótbólti nakran­ tíð. Motherwell droymir enn Skal vinna sær sessin Motherwell F.C. Navn: Motherwell Football & Athletic Club Eyknevnið: The Well, The Steelmen Stovningardagur: 17. mai, 1886 Leikvøllur: Fir Park, Motherwell Pláss fyri 13,742 áskoðarum Venjari: Mark McGhee Kapping: Premier League, Skotland Heiðrar: Scottish Premier League 1932, Scottish Cup 1952 og 1991, Scottish League Cup 1950 FAKTA Taptu í fyrstu royndini Skotska landskappingin byrjaði aftur um vikuskiftið. Gunnar Nielsen mátti hyggja at frá beinkinum, tá liðfelagarir hansara úr Motherwell taptu 3­2 á útivølli móti Hearts. Hóast Motherwell javnaði tvær ferðir, so fingu teir einki við sær úr Hearts. Motherwell hevur, hóast ósigurin, góðar vónir til kappingarári, har málið fyrst og fremst er at minka um munin til tey bæði oddaliðini, Glasgow Rangers og Celtic. Gunnar Nielsen var á beinkinum allan dystin. Frem kiksaði á heimavølli Atli Danielsen og Jón Rói Jacobsen løgdu í gjár rygg til 3­1 tap í Valby. Tað hilnaðist illa, og úrtøkan var ógvuliga soltin, tá ið Frem í dag fór undir nýggja kappingarárið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Felagið hjá Atla Danielsen og Jón Róa Jacobsen tapti á heimavølli í Valby Idrætspark 3­1 ímóti Thisted. Thisted legði seg framum við tveimum málum, áðrenn veteranurin Tommy Olsen í síðsta minutti undan steðginum minkaði um munin. Í síðsta minutti staðfesti Thisted rimmar 3­1 sigurin. Gunnar Nielsen hevur gjørt leiguavtalu við skotska Motherwell FC, galdandi fram til 1. januar