mánadagur 11. august 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 151 - 11. august 2008 ]
Leygardagin spældi
FC Amager sín
fyrsta dyst við
nýggjum navni og
nýggjum samleika,
og tað gjørdist til ein
tryggan 4-2 sigur á
Lyngby. Einki sást til,
at tvær deildir síðsta
kappingarár vóru á
muni millum liðini,
og Todi Jónsson trýr
uppá, at FC Amager
fer at fáa nóg mikið
av stigum til, at
felagið fer at yvirliva
hetta kappingarárið
í næstbestu donsku
deildini.
Fótbóltur
Hilmar Jan Hansen
Keypmannahavn: Tað var
ein søgulig løta seinnapartin
leygardagin, tá dómarin
Michael Johansen um eitt
tíðina bríkslaði Viasatdystin
millum FC Amager og
Lyngby í gongd í Sundby
Idrætspark. Og hálvanannan
tíma seinni stóð greitt, at
uppaftur meira søga var
skrivað á Amager henda
dagin.
Í sjálvum sær vóru teir
1.818 áskoðararnir vitni til
eina søguliga hending, tí
hetta var fyrstu ferð, at sam
anlagda felagið á Amager
spældi ein dyst undir nýggja
navninum FC Amager, sum
er ítøkiliga samanleggingin
av Fremad Amager, Kastrup
Boldklub, Dragør Boldklub
og Kløvermarken FB.
Harnæst
skrivaði
FC
Amager so eisini søgu við
at vinna ein sannførandi 4
2 sigur á Lyngby, ið nú
hevur fyrrverandi føroyska
landsliðsvenjaran, Henrik
Larsen, sum venjara. Og
úrslitið er ikki minst hug
vekjandi, tí FC Amager er
uppflytari úr 2. deild og
Lyngby
niðurflytari
úr
Superliguni.
– Hetta var ein øgiliga
góð byrjan hjá okkum at
fáa, tí vit hava jú sett okkum
fyri at byggja víðari á tað
bjartskygni, sum hevur ver
ið í sambandi við saman
leggingina og uppflytingina.
Vit hava arbeitt nógv við at
fáa kollektivið at virka, og
tað sá so út til geva úrslit
beinanvegin,
sigur Todi
Jónsson, sum týðiliga var
fegin um, hvussu dysturin
háttaði seg.
Ein klassa betri
Longu frá fyrstu løtu var
FC Amager ágangandi og
skapti ítøkiligar møguleikar,
meðan Lyngby ikki tóktist
vera heilt so væl fyri. Ser
liga var tað í verjupartinum,
at tað skinklaði hjá gestu
num, og sera væl lá fyri hjá
FC Amager at gera sær dælt
av tí í fyrra hálvleiki, tá
liðið fekk síni fýra mál.
Besti spælarin hjá FC
Amager leygardagin, And
ers Jochumsen, ið sjálvur
hevur
eina
fortíð
sum
Lyngbyspælari,
byrjaði
málveitsluna í fyrra hálv
leiki, tá bara 11 minuttir
vóru farnir. Síðani yvirtók
ein av nýggju monnunum,
Søren Nielsen, og skoraði
tvær ferðir innan fyri eitt
korter, og stutt fyri hálvleik
gjørdi Jochumsen tað til 4
0, sum eisini gjørdist fult
uppiborna hálvleiksleiðsl
an.
Í veruleikanum kundi
staðið uppaftur verri til hjá
Henrik Larsen og Lyngby,
tí FC Amager hevði fleiri
aðrar góðar málmøguleikar,
ið saktans kundu givið eina
hálvleiksleiðslu,
ið
var
bæði tvey og trý mál størri.
Mestsum allan fyrra hálv
leik var FC Amager ein
klassa oman fyri Lyngby í
spæli.
At allar súður ikki vóru
syftar, kom tó til sjóndar
Lyngby sjey minuttir inn í
seinna hálvleik fekk minkað
um munin við einum heldur
bíligum brotssparki, sum
Mikkel Beckmann setti í
netið, men FC Amager
vardi væl, og tá sami
Beckmann minkaði til 42,
vóru bara fimm minuttir
eftir, og tá var ov seint hjá
Lyngby at gera nakað, ið
kundi venda nøkrum sum
helst.
Todi fegin og errin
Eftir dystin var Todi Jóns
son ovurfegin og errin av
avrikinum,
FC
Amager
hevði framt, tí hetta var ein
sigur, ið kann koma at fáa
sera stóra týdning fyri
nýggja liðið á Amager, ið
av mongum verður spátt
sum eitt av liðunum, ið
kemur at stríðast fyri at
yvirliva í næstbestu donsku
deildini.
– FC Amager var so nógv
betri í fyrra hálvleiki, og vit
kundu saktans verið á odda
bæði 60 og 70, um alt
hevði farið inn hjá okkum,
sum líktist stórum mál
kjansum. Tá so Lyngby
fekk brotsspark tíðliga í
seinna hálvleiki, ráddi bara
um at ansa sær, tí nú var
væntandi, at Lyngby fór at
trýsta
meira,
helt
FC
Amagerstjórin, tá hann tók
samanum.
– Men liðið vardi væl og
syrgdi fyri, at sigurin ong
antíð kom í vanda. Eftir tað,
sum eg sá í hesum fyrsta
dystinum, havi eg góðar
vónir um kappingarárið hjá
okkum. Bæði spælið og úr
slitið var betri, enn eg hevði
væntað frammanundan, og
eg eri sannførdur um, at vit
fara at fáa nóg mikið av
stigum til, at vit yvirliva
hetta kappingarárið í Viasat
deildini.
Todi Jónsson sigur, at
málið í ár er at stabilisera
seg í deildini, og at hann
ikki sær nakra orsøk til ann
að enn at halda fast um yvir
skipaða málið, sum er, at
FC Amager um fýra ár skal
vera partur av Superliguni
og eisini vera eitt av donsku
liðunum, sum vinnur sær
pláss í europeisku kapping
unum.
Samanleggingin
riggar
Nú FC Amager av álvara er
farið av bakkastokki, er tal
an um eina spennandi verk
ætlan, ið skal fáa allar
»amagerkanarar« at standa
saman um felagið. Tey fýra
feløgini, sum leggja rygg til
samtakið, røkka tvørtur um
tríggjar kommunur, og á
Amager er eitt bakland við
300.000 fólkum, sum eigur
at vera ført fyri at halda eitt
slíkt felag koyrandi millum
tey fremstu í Danmark.
– Um vit bara hyggja at
farna kappingarári, so vóru
trý feløg á Amager í 2.
deild, harav tvey fluttu nið
ur. Og tá øll hesi feløgini
skulu kappast um somu
sponsorar, ungdómsspælar
ar og annað, so verður ikki
so nógv í part, at nakað av
teimum klárar at gera seg
galdandi, sigur Todi Jóns
son.
– Eg haldi meg síggja á
lagnum, at hesin veruleiki
er gingin upp fyri nógvum
á Amager, og at tað eisini er
ein orsøk til, at alsamt fleiri
vilja standa saman um FC
Amager. Fáa vit savnað all
ar góðar kreftir, eri eg sera
bjartskygdur um framtíðina
Sameinda Amager byrjaði
Stjórin í FC Amager, Todi Jónsson, og næstformaðurin í nevndini, Heini Zachariassen, kundu ikki vera annað enn vælnøgdir við ta byrjan, FC Amager fekk í
næstbestu donsku deildini leygardagin
Overmars ger comeback
35 ára gamli Marc Overmars, sum áður hevur spælt við
millum annað Arsenal og Barcelona, ger nú comeback á
fótbóltsvøllinum. Hálendska aðrudeildar felagið Go Ahead
Eagles, og nú felagið fingið Overmars aftur í gaggurnar. Hann
gavst annars við fótbóltinum í 2004, og skal nú hjálpa
felagnum, sum hann í 19901991.
Vágsbøur fagnaði Pál Weihe/Joensen
Tveir Pál´ar eru á manna tungu í hesum døgum. Annar fyri at hálvgum krevja, at vit skulu gevast
at eta tann matin, sum okkum líkar best: grind og spik. Hin tí hann hevur vunnið okkum trý
evropeisk gull í svimjing. Tí var tað kanska ikki so løgið, at Sjúrður Skaale bað stóru
mannfjøldina á Vágsbøi rópa »hurrá« fyri Pál Weihe, sum kortini bleiv rættað til Pál Joensen. Og
gjørdist tað Pál Joensen, sum loksins bleiv fagnaður.