mánadagur 11. august 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 151 - 11. august 2008 ]
við braki
– helst besta smyrjiolja í heiminum
Her fært tú skift til
bestu smyrjiolju
www.shell.fo
Norðoyggjar:
Klaksvíkar Autolakering
Klaksvík, tel 458787
Bilservice
Klaksvík, tel 459393
E.Z. Verstaðið
Klaksvík, tel 566878
Auto Fjósið
Viðareiði, tel 451162
Autoshine
Klaksvík, tel 457474
Eysturoy:
Dekksentrið
Saltangará, tel 475500
B.B.R. Service
Lambareiði, tel 449111
Normek
Norðagøta, tel 442002
Sandoy:
Shell-Støðin
Sandur, tel 361046
Suðuroy:
Shell-Støðin
Trongisvágur, tel 371466
Shell-Støðin
Vágur, tel 373175
Streymoy:
Berg Motors
Tórshavn, tel 313535
Bilrøkt
Tórshavn, tel 588880
Bilasølan
Tórshavn, tel 315354
Akfarssølan í Hornabø
Tórshavn, tel 320322
Shellstøðin Frælsið
Tórshavn, tel 312112
Dekksentrið
Tórshavn, tel 475500
Super Dekk Service
Tórshavn, tel 314975
V.R.-Bilar
Tórshavn, 322110
Wenzel
Tórshavn, tel 354500
Norðbil
Tórshavn, tel 363738
Norðcar
Tórshavn, tel 308080
Vágoy:
Bilverkstaðið
Miðvágur, tel 332727
hjá felagnum, ið vit eru í
ferð við at byggja upp.
Í hesum sambandi nevnir
Todi, at tað kanska ikki var
so galið, at liðið flutti niður
í fjør, tí tað hevur givið
møguleika fyri at bygt nak
að upp við nýggjari mann
ing, og at stórur áhugi tí var
fyri felagnum síðsta kapp
ingarár, tá liðið mestsum
alla tíðina var á odda í
næstbestu deildini og vann
dystir.
At so byrjanin hetta kapp
ingarárið gjørdist so góð,
sum hon var tað leygardagin,
ger tað bara enn stuttligari
hjá Toda Jónsson at sita í
stjórastólinum í FC Amag
er.
Henrik var vónbrotin
Eitt skifti á føroyska lands
liðnum var Henrik Larsen
venjari hjá Toda Jónsson.
Hesir spældu eisini saman í
síni tíð í bæði Lyngby og
FC Keypmannahavn. Men
hóast tað, so var tað ikki
løgið hjá fyrrverandi før
oyska landsliðsvenjaranum
at tapa ímóti Toda.
Nei, tað hugsaði eg ikki
um. Eg hugsi bara um mítt
og Lyngby. Tað hevði ikki
verið meira løgið, um mót
støðuliðið var eitt annað,
staðfestir Henrik Larsen.
Mett út frá dystinum á
Sundby Idrætspark, hvussu
metir tú so framtíðina hjá
FC Amager verða?
Tað sær í øllum førum
ljóst út. Samansetingin av
teimum royndu og yngru
leikarunum riggar væl. Eg
eri sannførdur um, at teir
ikki fara at stríðast í botni
num í hesum kappingar
árinum. Tað verður neyvan
nú, at teir verða í heiðurs
merkjastríðnum, men teir
fara at liggja har um, sigur
Henrik Larsen, sum skal
royna at vinna Lyngby aftur
í bestu donsku deildina.
Hóast FC Amager í
ljósabláum er uppflytari
úr 2. deild og Lyngby í
reyðum er niðurflytari
úr Superliguni, so endaði
FC Amager við at vera
omaná í sínum fyrsta
dysti í Viasatdeildini
Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Larsen,
hevði ikki nógvar orsøkir til at síggja annað enn
ivingarsamur út, tá lið hansara, Lyngby, longu eftir einum
hálvleiki var aftanfyri heili 4-0
Ragnvaldur til EM
17.21. august fara tey menningartarnaðu at kappast um
evropameistaraheitið í svimjing í pólska býnum Ostrowiec
Swietokrzyski. Úr Føroyum verður ein luttakari við. Tað er 18
ára gamli Ragnvaldur Jensen, sum áður fleiri ferðir hevur verið
við til kappingar uttanlands við góðum úrslitum. Venjari hjá
Ragnvaldi er Tóra Øre Hansen. Hetta er fyrstu ferð, at
føroyingur hevur kvalifiserað seg til EM. Ragnvaldur var tó við
í kappingina um heimsmeistaraheitið í 2007. Í Pólandi verður
Ragnvaldur við í 50 m, 100 m og 200 m í bæði bringusvimjing
og frí svimjing.
Paul Ince vil hava tíð
Nýggi venjarin hjá Blackburn, har Gunnar Nielsen hevur spælt seinasta árið, vil fegin
hava meira tíð til at fáa neyðugu úrslitini. Hann loysti av Mark Hughes í
venjarasessinum í summar, og fyrireikingarnar eru nú komnar at enda, áðrenn Premier
League byrjar aftur leygardagin. Ince staðfestir, at órógv er í skiftirúminum, og at hann
ikki kann góðtaka atfinningarnar mótvegis honum. – Vit hava ikki fingið arbeiðsfrið, tí
fólk fegin vilja geva okkum trupulleika. Tað er hvørki rætt ella fair, sigur Ince við The
Sun.