Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-11, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. august 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 151 - 11. august 2008 29 tíðindi So leingi politikar­ arnir ikki hugsa um annað enn dagsins fong hjá fiskivinnuni, ber illa til at takað nógva tosið um at fáa tey vælútbúnu heimaftur í álvara, heldur formaðurin í Búskaparráðnum, Jørn Astrup Hansen Heilaflýggjan Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Stóri trupulleikin við at fáa vælútbúnar føroyingar heim­ aftur, hongur neyvt saman við, at føroyskir politikarar ikki av álvara vísa vilja til at hugsa í nýggjum vinnu­ møguleikum. Tað heldur Jørn Astrup Hansen, formaður í búskap­ arráðnum, nú ferð aftur er komin á kjakið um, hvussu vit fáa vælútbúnu útisetarnir heimaftur. Nýggjur undirklassi á veg Meðan granskingarumhvør­ við leingið hevur eftirlýst størri játtan til betri gransk­ ingarumstøður og –størv, svaraði landsstýrið í vár aft­ ur, við at seta í gildið eina lóg, ið skal gera tað lættari at innflyta ófaklærda arbeiðsmegi til eitt nú fiski­ vinnuna. Nógv bendir á at hetta bert er feskasta dømi um, at føroyskir politikarar ikki megna at ríva seg leysan frá einum vinnupolitikki, sum hevur lítið eyga fyri øðrum enn bráðfeingis tørvum. Júst ætlaninar um at inn­ flyta meir ófaklærda arbeiðsmegi fingu longu í januar mánaða samfelags­ frøðingin Jógvan Mørkøre at ávara móti av­leiðingun­ um. Í grein í Sosialinum vísti hann á, at heldur enn at ska­ pa karmar fyri einum vitan­ arsamfelag er ein slíkur vinnupolitikkur við til at byggja upp ein nýggjan undirklassa. Í øllum førum verður tað ikki við hesum politikkinum, vit fáa tey vælútbúnu heimaftur, snøgt sagt tí alt ov fá størv eru hjá teimum at koma heimaftur til, staðfesti Jógvan Mørk­ øre. Ávaringar Trupulleikin, sum Jógvan Mørkøre ávaraði um, átti ikki at komið óvart á før­ oyskar politikarar. Longu í temafrágreiðing í 2005 gjørdi búskaparráðið vart við, at skulu vit fjølgast í Føroyum við framhaldandi hægri livistøði, er eingin annar møguleiki enn at sat­ sa upp á hægri produktivitet gjøgnum vitan og útbúgv­ ing. Tvey ár seinni, í búskap­ arfrágreiðingini frá 2007, endurtók búskaparráðið sama boðskap, hesuferð millum annað út frá tølum, sum vístu, at føroyingar eru eftirbátur í mun til granna­ londini, tá tað ræður um hægri útbúgvingar. Heldur ikki hesuferð átti nakar ivi at verið um tilmælini frá ráðnum: Eitt høgt vitanar­ og útbúgvingarstøði er ein tann fyrsta treytin, skulu vit tryggja áhaldandi búskapar­ ligan vøkstur og livistøðið í Føroyum, staðfesti búskap­ arráðið. Veiðimentanin er farin í land Hóast tilráðingarnar sostatt hava verið sera greiðar, tykj­ ast tær ikki at hava havt stór­ vegis ávirkan á førda vinnu­ politikkin. Hví so er, hevur formaðurin í búskaparráð­ num, Jørn Astrup Hansen, eitt boð uppá. Sambært hon­ um, er tað nevniliga oftast rættiliga trupult á ávirka før­ oyskar politikarar – og sam­ felagið sum heild. ­ Vinnuligi hugsunarhátt­ urin í Føroyum hevur eina týðiliga slagsíðu. Tá før­ oyskir politikarar tosa um ”vinnuna”, tosa teir pr. definitión bara um fiski­ vinnuna. Tað er sjálvandi týdningarmikið, at fiski­ vinnan, sum landsins høvuðsvinna hevur góðar umstøður. Men tað verður ikki fiskivinnan, sum fer at lokka tey væl útbúnu heim­ aftur. Tí verður alt tosið um vitanarsamfelagið sjáldan til annað enn orð á pappíri, sigur Jørn Astrup Hansen. Eftir hansara tykki er vantandi politiski viljin ella evni at hugsa í nýggjum framtíðar vinnumøguleik­ um eitt tekin um, at veiði­ mentanin er farin í land í Føroyum, har hon eisini set­ ir djúp spor í føroyskan politikk ­ Politisku ætlaninar røk­ ka sjáldan longur enn til dagin og vegin. Tað ræður bara um at tryggja dagsins fong, tí fiskurin flytur seg sum kunnugt skjótt, sigur formaðurin í Búskapar­ráð­ num, og vísir enn einaferð á, at hesin hugsunarhátturin als ikki hongur saman við ynskinum um at byggja upp eitt vitanarsamfelag. Politisk veiðimentan rekur heilarnar á dyr Sambært formanninum í Búskaparráðnum, Jørn Astrup Hansen, er veiðimentanin farin í land í Føroyum. Tí megna føroyskir politikarar sjáldan at hugsa longri enn til dagsins fong Foto: Jens Kristian Vang