Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-11, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. august 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 151 - 11. august 2008 Stutt Sagt Fødd 08.08.2008 kl. 20.08 Astrid Sofía valdi at bíða til ta røttu løtuna (Mynd: Aftenposten) Fleiri kunnu í komandi árum vísa á, at tey blivu gift tann 8.8. í 2008, men norska Astrid Sofía kann vísa á, at hon bleiv fødd tann 8.8.2008 og so enntá klokkan 20.08. Astrid Sofía kom í heimin tríggj­ ar dagar seinni enn ætlað, men kanska hevði hon sína orsøk til at bíða. Tað verður sagt, at nógv­ ar kinesiskar kvinnur velja at fáa fosturtøku, fyri at teirra barn skal koma í heimin ein ávísan dag, men á sjúkrahúsinum í Frederiksstad í Noregi halda tey ikki, at tað er nakað aftur ímóti tí, sum hendi har seinasta fríggja­ kvøld. Har var tað tvørt­ urímóti barnið sjálvt, sum ásetti dagin, skrivar Aften­ posten. Keyptu leikhús í Svøríki Árni Þór Vigfússon og Kristján Ra. Kristjánsson (Mynd: Vísir) Tey seinastu fýra árini hava slendingarnir Árni Tór Vigfússon og Kristján Ra. Kristjánsson sett fleiri sangleikir upp í Svøríki, og nú hava teir keypt tvey av leikhúsunum í svenska høvuðsstaðnum. Talan er um leikhúsini Gøta Lejon og Maxim Teatern. Tað fyrra er eitt av teimum stóru leikhúsunum í Stock­ holmi. Teir básðir íslend­ ingarnir hava rikið bæði leikhúsin síðani seinasta vetur, men nú hava teir so keypt tey, skrivar Vísir. Millum sangleikirnir, sum Árni Tór Vigfússon og Kristján Ra. Kristjáns­ son hava sett upp í Stock­ holm, eru so kendir leikir sum Grease og Footlose. Teir hava eisini arbeitt aðrastaðni í Norðurlond­ um. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk – Okkurt bendir á, at Russland roynir at ræða Georgia frá at knýta seg ov tætt at Evropasamveldinum og NATO (Per Stig Møller) útlond Russiski herurin hevur nú meiri enn 9.000 hermenn og 350 stríðsvognar umframt flogfør í Georgia Russland tykist ikki hava nakrar ætlanir um at gevast við tí hernaðarliga átakinum í Goergia. Tvørturímóti segði georgiska innanríkis­ ráðið fyrrapartin, at Russ­ land hevur styrkt sína hern­ aðarligu støðu í Suðurossetia og í Abkhasia, og at russ­ iskir hermenn eisini eru í sjálvum Georgia. Russiska tíðindastovan Interfax vil vera við, at Russland hevur nú meiri enn 9.000 hermenn, 350 stríðsvognar og fleiri flogfør í Suðurossetia og Ab­ khasia. Bretska sjónvarpsrásin Sky News segði í morgun frá einum georgiskum em­ bætismanni, at georgiski býurin Gori var fyri ógvus­ ligum álopum frá russiskum bumbuflogførum og kanón­ um. Gori, sum hevur umleið 50.000 íbúgvar, er bara 60 kilometrar frá georgiska høvuðsstaðnum Tblisi. ­ Russar bumbaðu Gori í gjárkvøldið og í nátt, og vit hava ábendingar um, at teir fyrireika seg til eitt veruligt stórálop á býin, tí teir hava savnað nógvar stríðsvbognar uttan fyri býin, sigur georg­ iski stjórnartalsmaðurin, Sjota Utjasjvilj, sambært Reuters. ­ Vit hava ikki sæð nakrar russiskar hermenn enn, men vit rokna við, at teir eru á veg, sigur Utjasjvilj. Hann leggur afturat, at georgisku hermenninir hava skotið eftir teimum russisku støðunum fyri at forða teimum í at taka seg fram. Skuldi tað hent, at russ­ iski herurin tekur Gori, so er tað fyrstu ferð í krígnum, at russiskir hermenn fara inn í sjálvt Georgia. Halda tær russisku herdeildirnar fram við átøkunum í Georgia, fær tað skaðiligar avleiðingar fyri viðurskiftini millum Russland og USA Tað segði ein talsmaður fyri Hvítu Húsini við tíðinda­ stovuna AP í gjár. Ávaringin kom, beint eftir at tíðinda­ stovurnar høvdu borið tíð­ indi um, at Russland hevði sent nógvar hermenn afturat til Suðurossetia, og at russar hildu á vbið at bumba mál inni í sjálvum Georgia. Um somu tíð vildu georgisku myndugleikarnir vera við, at Russland fyrireikaði eitt stórálop á landið. Talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum segði, at viður­ skiftini millum Moskva og Washington kunnu fáa álvarssaman og varandi skaða av russisku framferð­ ini í Georgia. ­ Tað, sum hendir, er sera vandamikið, og Russland eigur at gera sítt til at fáa frið í økinum, soleiðis sum USA vil, segði Jim Jeffrey, talsmaður. Georgiska stjórnin hevur biðsð Condoleezzu Rice, uttanríkisráðharra royna semju. Skaðiligt fyri viðurskiftini millum USA og Russland George W. Bush, forseti, og Vladimir Putin, forsætisráðharri, hittust beint áðrenn olympisku setanina í Beijing (Mynd: Polfoto) Russar á veg inn í sjálvt Georgia Í Suðurossetia eru nógv íbúðarhús bumbað, og umleið 40.000 fólk eru flýdd heiman (Mynd: Polfoto)