Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-11, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. august 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 151 - 11. august 2008 31 tíðindi Amerikanska lista­ kvinnan, Jorie John­ ston, er í hesum døgum í Føroyum fyri at geva íblástur til nýggjar møguleikar at nýta føroyska ull. Í kvøld hevur hon fyrilestur í Norð­ur­ landahúsinum um tøving MENTAN Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Amerikanska handverks­ listakvinnan, Jorie John­ ston, hevur hetta vikuskiftið saman við føroysku Ásu Hátún skipað fyri skeið í tøving av føroyskari ull. Jorie Johnston hevur sein­ astu 20 árini arbeitt sum listakvinna í Japan, har hon hevur arbeitt við tøving og undirvíst á japanskum lista­ universitetum um tøving og hevur eisini givið tvær bøk­ ur út um tøving. Nú er hon í Føroyum bæði fyri at geva føroyskum tøvarum íblástur og fyri at læra meira um føroysku ullina. ­ Føroysk ull er heilt øðr­ vísi enn onnur sløg av ull, og hevur nógvar spennandi møguleikar, sigur ameri­ kanska handverkslistakvinn­ an. Hetta vikuskifti hevur hon saman við Ásu Hátún skipað fyri skeiðið í Bø fyri innbodnum kvinnum, sum hava drúgvar royndir í tøv­ ing. Og í kvøld klokkan sjey verður stórur fyrilestur í Norðurlandahúsinum, har Jorie Johnston fer at greiða frá um tøving og sítt arbeiði, meðan Súsan í Jákupsstovu skal hava fyrilestur um ull, ferðavinnu og mentan. Tit hava nakað heilt serligt Føroyk ull er grovari enn onnur ull, men hon hevur eisini eginleikar, sum gera hana serliga spennandi fyri tøvarar. Jorie Johnston hevur gjørt fleiri royndir við at tøva føroyska ull, og er ser­ liga hugtikin av saman­ setingin av bleytu rótini og tí sera langa broddinum. ­ Tað er stórir møguleikar í føroysku ullini, og eg ivist ikki í at tøvarar um allan heim høvdu havt áhuga at arbeiða við føroyskari ull. Men fyrst mugu tey sjálv­ andi fáa at vita, at hon er til, sigur amerikanska lista­ kvinnan. Hon leggur ymisk ulla­ sløg á borðið og greiðir frá, hví føroyska ullin er so serlig. Hon hevur tøvt nøk­ ur pløgg, har ljósamorreyða føroyska ullin sær út sum gullspæl í myrka botninum, og so hevur hon eisini gjørt nakrar royndir har langi broddurin gevur lív til eitt annars tvídemnsionelt plagg. ­ Eg vil fegin arbeiða víð­ ari við føroysku ullini og vísa hana fram í Japan, men eg kann ikki innflyta skitna føroyska ull. Hon má sjálv­ andi gerast klár til útflutn­ ings fyrst. Ull sum mentan og list Samstundis er ull ein al­ tjóða mentan. Flestu ment­ anir hava ullavirki sum ein týdningarmiklan søguligan part, og hetta skapir møgu­ leikar at skapa altjóða sam­ bond, sigur Jorie Johnston. ­ Eg ferðist nógv kring heimin, og allastaðni hava fólk lætt við at skilja týdn­ ingin av ull, staðfestir hon. ­ Við allari hátøknuni í dag ynskja fólk at sleppa arbeiða við tí upprunaliga, og har er tøving frálíka spennandi, tí tú fært møgu­ leika at arbeiða beinleiðis við einum uppruna tilfarið. ­ Í dag arbeiða tey flestu ikki longur við ull av neyð, men av áhuga. Vit spæla við møguleikunum og skapa móta og list. Og hetta vekur áhuga allastaðni, sigur Jorie Johnston. Stórur áhugi fyri tøving Jorie Johnston er uppruna­ liga frá Boston økinum í USA, pápi hennara arbeiddi sum ullainnflytari, og hon fekk tíðliga áhuga fyri tekstillistini. Seinni var hon á listaskúla í Finnlandi, har hon fyrstu ferð lærdi um tøving. ­ Tøving er spennandi, tí tú arbeiðir beinleiðis við ullini. Í mun til binding og veving liggur avbjóðingin í tøvingini at fáa plaggi at hanga saman av sær sjálv­ um so at siga, greiðir hon frá. Og hóast tøving er ein elligomul tøkni, var hesin arbeiðsháttur við at fara í søguna fyri nøkrum árum síðani. Í dag er áhugin fyri tøving hinvegin sera stórur um allan heim. Jorie John­ ston lýsir broytingina við søguni um sína bókaút­ gávu. ­ Tá eg hevði skrivað mína fyrstu japansku bók um tøving vildi einki forlag átaka sær at geva hana út. Tey trúðu ikki, at ein slík bók seldi. Í dag eru minst 20 bøkur um tøving bara á japanskum, og flestu hond­ arbeiðshandlar og lista­ handlar selja útgerð til tøv­ ing. Fyrsta altjóða ráðstevnan um tøving var í Ungarn í 1985, og síðani hava tøvarir um allan heim samstarva um menning av tøving og ullagóðsku. Tað er í hesum sambandi, at Jorie Johnston møtti Ásu Hátún og lærdi um føroyska ull. Føroysk ull vekir altjóða áhuga Jorie Johnston hevur seinastu 20 árini arbeitt sum handverkslistafólk í Japan. Hon hevur skrivað tvær bøkur um tøving, og í kvøld skal hon hava fyrilestur í Norðurlandahúsinum um møguleikarnar við tøving av føroyskari ull Mynd: Dorit Hansen At tøva er at gera pløgg beinleiðis úr karaðari ull. Við vatni og sápu verður ullin arbeidd til eitt samanhangandi plagg. Tøving er mett at vera elsta tekstiltøkni – eldri enn binding og veving. Mentanir í MiðAsia hava framvegis tøving sum ein týdningarmiklan framleiðsluhátt av pløggum og teppum. Føroyar hava ikki langa siðvenju í tøving av karaðari ull, men tøving av bundnum pløggum er vanlig. Í dag er tøving serliga brúkt av listafólki og handverkslistafólki í framleiðslu av hondgjørdum og umhvørvisvinarligum pløggum. FAKTA