Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-11, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. august 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 151 - 11. august 2008 39 tíðindi Ársins songrødd 2008, Anna Nygaard, sjarmerði seg beint inn í hjørtuni á áhoyrarunum tá hon, saman við bólki hennara, hevði eina frálíka konsert á Torginum SUMMAR­FESTIVALUR­ Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Fleiri av okkara fremstu songfuglum hava á sinni havt heitið Ársins Songrødd á sær, og undir framførsluni á Torginum við Annu Ny­­ gaard, kundi tú hóma enn ein songfugl á veg fram á føroy­ska tónleikapallinum. Mótsatt fleiri av teimum ungu og nýggju sangarun­ um, sy­ngur Anna Ny­gaard ikki sangir, ið eru serliga nemmir at sy­ngja. Og hóast tað til tíðir var torført at hoy­ra hvat hon sang, serliga tá hon fór niður í teir djúpu tónarnar, vigar hennara aldur og torleikastigið á hes­ um slagi av sangum væl og virðiliga upp fy­ri hetta. Men tá hon so fer longri uppaftur á tónastiganum, eigur hon longu eina sera sterka rødd, og tað var júst henda røddin, ið sjarmeraði seg beint inn í hjartað. Tað, at hon torir at fara í holt við at sy­ngja jazz og motown, er eitt bragd í sær sjálvum. Føroy­ingar eiga ikki serliga nógvar av hes­ um sangarunum, og hetta er við til at gera júst hana til nakað serligt. Tað merktist hóast alt, at hon ikki er von við at spæla saman við bólki, men hetta var als ikki nakað, ið darv­ aði framførsluni. Tónleikur­ in passaði sera væl til fjøld­ ina, ið mundi telja okkurt um 200 áhoy­rarar í øllum aldrum, og har var ein sera hugnaligur stemningur á Torginum, og satt at siga var bara at møta upp og njóta hesa stundina, meðan Ársins Songrødd bjóðaði tær alla ta sálarbót, tú hevði brúk fy­ri. Um eg gekk við hatti, skuldi eg við virðing tikin hann av fy­ri hesum song­ fuglinum, sum er á veg fram á føroy­ska tónleika­ pallin. Ein fyri framtíðina The Dreams hava upp á heilt fá ár ment seg frá ungum, vónríkum bólki, til ein bólk, sum hévur vunnið sær bæði føroyskar og danskar lurtarar, og sum liva dreymalívið; stjørnulívið SUMMAR­FESTIVALUR­ Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo The Dreams settu brakandi punktum fy­ri Summar Festi­ valin. Við eini brakandi framførslu, ið hevði við sær alt tað, ið vit kenna bólkin fy­ri. Kendu dondku løgini og føroy­sku endurinnspæl­ ingarnar og so orkumettaða framførslan. Føroy­skur popp­punkur, ið situr sum hann skal. Stuttligt, at tað hevur ey­dnast ungu monnunum at halda fast við drey­min, og skapa sær eina y­rkisleið millum stjørnur á tónleika­ hválvinum. Bólkurin, sum lutók í donskum Grand Prix, hev­ ur givið danska fløgu út, og sum fekk allar føroy­ingar at hoy­ra nakað annað í goml­ um slagarum, var virðiligur endabrestur . Stuttligt innslag var, at smádrongir komu á pall ­ klæddir eins og The Dreams ­ og leiktu við teimum. Hóast veðrið by­rjaði at hjálpa til við at seta punkt­ um, so vóru The Dreams eitt virðiligt punktum á Summar Festivalinum. The Dreams á dreymaferð Orsøkirnar til at júst Anna Nygaard gjørdist Ársins Songrødd 2008 vóru sera eyðsýndar, tá hon, saman við bólki, framførdi á Summarfestivalinum Føroyskur popp-punkur, ið situr sum hann skal Sølva & SALT drógu nógv fólk til sín, tá tey framførdu í tjaldinum seinnapartin leygardagur Uni Holm Johannesen unisosialurin.fo Hóast veðrið var av tí allar fægrasta hesa løtuna, so savnaði Sølva & SALT væl av fólki inni í tjaldrinum, tá hesi framførdu inni í tjaldinum. Tað riggaði væl, og sterka kvinnuliga røddin fann veruliga sítt pláss í sangunum. Framførslan staðfesti, at tað er ein stórur bólkur, sum væl dámar hendan tónleikin. Klokkan var júst farin av fýra, tá tey­ trinu á pallin, og tað var væl hóskandi. Fólk sóu veruliga út til at hugna sær. Ein fín framførlsa hjá Sølva & SALT. Tað riggaði væl Sølva framførdi saman við bólkinum SALT Næstseinastir á pall á Summarfestivalinum 2008 vóru The Ghost. Við einum feitum ljós­, video­, og ljóð­ showið og uppaftur feitari framførslu vóru Filip Jacob­ sen og Urbanus Olsen sera sannførandi. Hóast teir enn eru sera nýggir, hava rætti­ liga nógv fólk longu lagt merki til talentið í hesum bólkinum, og nú manglar bert at føroy­ingar eisini taka hetta slagið av tónleiki til sín. rn Eksperimentalt og avbjóðandi elektro- popp frá The Ghost