Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-11, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. august 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 151 - 11. august 2008 tíðindi Við einari góðari og heitari framførslu fingu Vestmenn aftur lív í ta stirvu og køldu fjøldina SUMMAR­FESTIVALUR­ Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Við Vestmonnum fingu gestirnir á Summarfesti­ valinum ein uppvermandi uppliving. Teir spældu sera væl og við teirra country­ tónleiki fingu teir fólkini upp at dansa, og megnaðu veruliga at fáa lív í ta ellars stirvnu og køldu fjøldina. Hvørt tað var veðrið ella tónleikurin, ið fingu fólkini at streyma inn í teltið, har Flags pallurin er, er ilt at gita um, men har var í øllum førum fullsett, tá Vestmenn spældu. Fólk høvdu hug at dansa og svinga, tá teir borð­ reiddu við góðum dansitón­ leiki. Sangurin og ljóðið vóru í topp, og fólkini tóku henda fólkakæra tónleikin til sín. Samanumtikið varð hetta eitt av hæddarpunktunum á kvøldinum, og stóra teltið var so at siga fullsett av dansiglaðum gestum, ið vóru komnir saman fyri at dansa og fyri at njóta henda góða dansitónleikin. Hóast alt er við tað gamla, elska føroyingar enn Dynamit við teirra beinraknu og fangandi songum. Hetta prógvaðu teir enn einaferð, tá teir spældu á Vágsbøi fríggjakvøldið SUMMAR­FESTIVALUR­ Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Sjálvt um teir eru gamlir í garði og sjávlt um vit hava hoyrt teir og teirra sangir fleiri ferðir enn ofta, megn­ aðu Dynamit enn einaferð at fáa áhoyrarnar á Vágsbøi upp at kóka. Vit vita øll, at Dynamitt fara ongantíð at syngja reint ella spæla nakað, ið líkist heimsklassa. Men tað er hóast alt ikki tað, Dynamit eru um. Teir eru undirhald, og undirhald fingu áhoyrarnir fyri allar pengarnar. Við løgum sum “Grøv nummar 13” og “Pápi tín býr ei í Tórshavn” megnaðu teir enn einaferð at savna áhoyrarnar og lyfta teir upp í eina hægri eind. Vit kenna øll hesar sangirnar og tey flestu elska teir. Óansæð hvussu illa tað til tíðir kann ljóða, hóast tað ljóðaði sera væl hetta kvøldið, so fara Dynamit altíð at vera undir­ hald framum úrmælistón­ leik. Tónleikastigið á hesi kon­ sertini var á einari leið, teir eru allir góðir tónleikarar, og teir duga væl at spæla. Men sangurin verður altíð kendur av, at forsangarin ikki eri í nøkrum flokki fyri seg. Men tað er heldur ikki tað, fólkið dámar teir fyri. Teirra tekstir og beinrakni viga upp fyri hetta, og alt samalt ger, at Dynamit eru ein av teimum frægastu undirhaldsbólkunum í landinum. Konsertin á Vágs­ bøi staðfesti bara enn eina­ ferð hetta. Vestmenn fingu hitan í ygdirnar hjá tónleikarunum í Vestmonnum eru í topp, og tónleikurin varð eisini hareftir. Frálíkir dansitónar frá Vestmonnum á Summarfestivalinum 2008 Dynamitt á heimavølli Niclas Heri Jákupsson var forsangari, meðan “Shaky” alias Hans Jákup Nystrøm er til skips. Afturat sær hevði hann Pætur við Keldu sum gestasangara til sangin “Til allar kvinnur” Um nøkulunda somu tíð spældu tveir av kendu sang­ arum og guitarleikarum okkara, hóast teir eru í hvør síni tónleikaveit. Jens Marni Hansen spæl­ di á Torginum. Hann er fløguaktuellur og spældi løg av fløgu síni. Hann er eina á palli, men er tryggur framførari og heilt fitt av fólki hevði leitað sær til pallin á Torginum. Hans Hjalti Skaale undir­ helt í Flagstjaldinum. Bein­ rakin er hann við skemtivís­ um sínum, og hann dugir væl at framføra tær. Og tað var heilt týðuligt, at fólk hugnaði sær og sungu við. Stuttligt var, at hann hevði Eyðun Nolsøe við á banjo, og at Eliesar í Pállsto­ vu eisini kom á pall sum gestasangari, eins og ein fitt smágenta, ið spældi vio­ lin. ­do­ Jens Marni og Hans Hjalti