mánadagur 11. august 2008síða 41
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 151 - 11. august 2008
41
tíðindi
Hóast fólk fleiri ferðir
hava upplivað teir á
palli, so settu Eyðun
og Terji eina ferð enn
lív í áskoðarafjøldina
SUMMARFESTIVALUR
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Eyðun og Terji eru altíð
góðir. Hóast fólk fleiri
ferðir hava upplivað teir á
palli, so seta teir hvørja ferð
lív í áskoðarafjøldina við
sínum eyðkendu sangum.
Framførslan á Vágsbøi leyg
arkvøldið var einki undan
tak. Við kendu løgunum
sum eitt nú “Eros”, “Hvønn
Dag” og “Nummar” vóru
fólk við. Ótti var fyri, at
framførslan, sum varð fram
skundað, var ov tíðliga,
men tað bilti ikki.
Eyðun og Terji kenna seg
altíð eima á pallinum. Teir
vita, hvat fólkið vil hava,
og úrslitið er hareftir. Øll
syngja við til sangirnar. Ein
lýtaleys framførsla – Eyðun
og Terji gjørdu tað aftur.
Eyðun og
Terji settu
lív í
Enn einaferð
eydnaðist tað
manninum við tí
djúpu røddini og
villu eygunum,
Hanusi G. Johansen,
at leggja fjøldina fyri
sínar føtur, av sínum
eintingum
Petur Háberg
petur@sosialurin.fo
Eftir framførsluna hjá Mel
C
fríggjakvøldið,
kom
Sjúrður Skaale út á pallin
og greiddi frá, hvat fór at
henda seinni á kvøldinum.
Millum annað segði hann
soleiðis:
Summar
Festivalurin er til, tí Hanus
G. Johansen varð føddur.
Og tá ið eg, beint fyri
miðnátt, skundaði mær yvir
til Torgið, var tjúkt í fólki.
Sum sild í tunnu. Sum var
tað eitt føðingardagsbarn,
ið tey vildu heiðra. So tað
var bara at troka seg
fólkaliga fram. Fann mær
so eitt liviligt stað millum
stappaðu mongdina.
Hálvan
tíma
áðrenn
Hanus skuldi á pall, byrjaði
framførslan hjá djórunum í
Sic í FLAGSteltinum. Og
sum
flestum
kunnugt
gongur
tað
ikki
júst
friðarliga fyri seg, tá ið teir
sláa seg leysar. Torgið og
FLAGSteltið liggja ikki
nógv meiri enn hundrað
metrar frá hvørjum øðrum,
so tá ið Hanus byrjaði at
framføra, var tað við heavy
fylgispæli. Eitt áhaldandi
djúpt brum. Ikki beinleiðis
kul ella væl lagt til rættis av
fyriskiparunum.
Men tað sá ikki út til at
tað rein við hjá nøkrum
øðrum, tí øll eygu og oyru
vóru vend móti manninum
á pallinum.
Hanus er Hanus, og tú
veitst hvat tú fært: Tað er
Poul F. Tað eru vísusangir.
Tað eru hansara heilt egnu
badabadiimprovisatiónir.
Tað er ein maður, ið leggur
sína sál í hvønn tóna og
sum samstundis hevur bæði
beinini plantað á jørðini.
Og tey flestu vilja ikki hava
nakað annað.
Talan var um eini 56
eykaløg, har hann tríggjar
ferðir royndi at greiða frá,
at hann longu hevði spælt
alt ov leingi og mátti loyva
Dynamit framat.
At enda varð slókt, og
Dynamit
var
næst
á
skránni.
Fólkakær fólkaogn
Talan var um C vita
minir til glaðar popp
fjepparar, tá Melanie
C fór á pall á Vágsbø.
Ein framførsla, har
professionalisman var
í hásæti
SUMMARFESTIVALUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Sjúrður Skaale, frásøgumað
ur, legði fyri við at kalla
svimjaran Pál Joensen fyri
Pál Weihe, tá hann fór undir
at presentera, men eftir het
ta skemtiliga mistak, pre
senteraði hann Mel C sum
fitta, sjarmerandi og dugna
liga.
Og hetta síðsta prógvaði
Mel C og sang væl og sann
førandi og klokkureint.
Hon hevur eina rødd, ið
megnar bæði djúpar og høg
ar tónar, og har er ongin
slingur í walsinum (har er
sjálvandi heldur ongin wals
ur).
Fyrrverandi Spice gentan
hevur verið nevnd hon, ið
sum hin einasta av Spice
gentunum veruliga dugdi at
syngja, og sum legði lag í
sangskriving. Um hetta er
so, er ilt at siga, men hon er
tann einasta, ið hevur megn
að at flúgva víðari og ikki
missa flogið, eftir dagarnar
í heimsins størsta gentu
bólki.
Fleiri still løg vóru á
skránni, men Mel C gav
eisini lurtarunum krút og
ungu lurtararnir og popp
fjeppararnir fingu C vita
minir. Tað var orka í, tá vill
aru løgini ljómaðu um
Klaksvíkina klokkan 22
fríggjakvøldið.
Hetta var sum heild ein
konsert, har góðskan og pro
fessionalisman
vóru
í
hásæti. Og okkurt lag var
eisini heldur tungt, og her
fekk Mel prógvað tónleika
dygdir, ið annars ikki minna
so nógv um popp.
Mel C og manning høvdu
eina konsert, ið var á topp
støði, men sum helst ikki
"rykti nakrar pelar upp", tá
talan er um at leggja sær
eina konsertuppliving í gey
ma, men ein góð konsert
við góðsku í hásæti og ein
góð uppliving.
Og fjøldin var sjálvsagt
við, tá eykaløgini Never Be
The Same Agan og I Turn
To You ljóðaðu, og Mel C
megnaði at koma um pall
kantin.
Mel fylti Vágsbø
Eyðun og Terji kenna seg altíð heima á pallinum
Talan var um eini 5-6
eykaløg, har hann tríggjar
ferðir royndi at greiða frá,
at hann longu hevði spælt
alt ov leingi og mátti loyva
Dynamit framat
Hetta var sum heild ein
konsert, har góðskan og
professionalisman vóru
í hásæt