mánadagur 11. august 2008síða 42
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 151 - 11. august 2008
tíðindi
Hóast tey ongantíð
komu ordiliga út
um pallkantin, so
borðreiddu dons
ku Alphabeat við
eini spennandi og
dygdargóðari popp
veitslu
SUMMARFESTIVALUR
Petur Háberg
petur@sosialurin.fo
Tey flestu minnast lagnuna
hjá Summar Festivalinum í
fjør. Alt fekk ein bráðan
enda, tá ið eitt ódnarveður
tók alt við sær á flog og elv
di til stórar skaðar.
Í ár var veðrið gott bæði
hósdagin og fríggjadagin,
og alt gekk sum ætlað. Men
veðurforsøgnirnar fyri leyg
ardagin vóru ikki góðar, og
tí varð valt at binda um heil
an fingur. Tíðliga seinna
partin varð nýggj skrá kunn
gjørd, og ein av broytingu
num var, at framførslan hjá
Alphabeat varð framskunda
frá klokkan hálvgun tólv
um kvøldið til klokkan
fimm seinnapart.
Eftir eina stutta innleiðing
frá Sjúrða Skaale, ið annars
dugdi væl at vera vertur á
Stóra Palli, komu tey seks
ungu fólkini á pall. Og ein
fann skjótt út av, hví danska
sekstettin hevur tikið enska
tónleikaheimin við stormi.
Bit ella tannleyst?
Poppur er ofta eitt sindur
tryggur og lættur at lesa av.
Tær nýtist bara at hoyra
fyrstu regluna í einum niður
lagi, og tú dugir restina.
Sum ein partur av Horton
sagaðini. Og soleiðis var
tað til dømis við framførsl
uni hjá Melanie C fríggja
kvøldið. Framførslan var
góð, men einki serliga
spennandi. Løgini vóru eft
ir bókini og álík løgum, ið
ein hevur hoyrt fyrr.
Alphabeat spælir eisini
popp, men við biti. Hóast
løgini eru lurtaravinarlig,
so hava tey ein kant og eru
kryddað við áhugaverdum
elementum. Ljóðið er teirra
egna, og tú hoyrir við eitt,
at talan er um Alphabeat.
Tað er ikki slóðbrótandi,
men teirra egna.
Innaftur við 80’unum
Tí var tað ein fragd at stan
da á Vágsbøi leygardagin
og lurta. Umframt hittini
'Boyfriend', 'Fascination' og
'10.000 Nights of Thunder'
vóru eisini fleiri onnur góð
og sterk løg, ið ikki stóðu
aftanfyri hesi trý. Serliga
løgini 'Go Go' og 'Rubber
boots', ið vórðu míni hædd
arpunkt.
Tónleikurin kann lýsast
sum melodiskur poppur við
íblástri úr 80’unum. Onkun
tíð leiddu tey tankarnar til
80’ara funkbólkin Level
42, onkuntíð til okkurt
gamalt hjá Depeche Mode.
Men allatíð var tíð í einum
nútímans og uppdateraðum
hami. Tónlistarliga kann eg
ikki seta fingurin á nakað
stórvegis.
Knirkandi samskifti
Ungu silkeborgensararnir,
ið øll eru í tjúgunum, høvdu
yvirskot og sóu út til at hug
na sær. Serliga forsangarin,
Anders NG, dansaði sum
eitt ótt á pallinum og slegði
so hart á sína tamburin, at
man skuldi trúð, hon hevði
gjørt honum okkurt.
Men allíkavæl komu tey
ongantíð út um pallkantin,
so at siga. Føroyingar eru
kanska ikki nemmasta fólka
slag at hava við at gera á
júst hesum økinum, men
tað er gjørt fyrr, og fleiri
onnur nøvn á ársins festivali
høvdu gott tak á áhoyrara
fjøldini. Júst hvat manglaði,
er torført at siga. Kanska
var tað ov tíðliga á degnum.
Kanska var pallurin ov
langt frá áhoyrarfjøldini.
Kanska dugdu tey ikki við
føroysku
áhoyrarafjøldini
(ella umvent!). Men talan
var ongantíð um ta stóru
synergi’ina.
Men fyri mítt viðkomandi
bilti hetta ikki. Eg var kom
in fyri at lurta eftir tónleiki.
Ikki til ein fyrilestur ella
parterapi, men til eina kon
sert. Og tað fekk eg eisini
– eina av teimum heilt
góðu!
At føroyingar vak
na um náttina sást
týðiliga í fríggja
náttina, tá ið Páll Finn
ur Páll endaðu festi
valdagin. So at siga øll
sungu við, tá ið fúlu
sangirnir rungaðu út
í náttina
SUMMARFESTIVALUR
Petur Háberg
petur@sosialurin.fo
Linda Andrews nevndi á
pallinum ígjár, at tað var eitt
sindur súrt, at tað ikki var
fyrr enn nakrar øl vórðu kom
nar niðurum og tað var vorð
ið myrkt, at føroyingar slóu
seg leysar. Um tað er so, veit
eg ikki, men í nátt var hýrurin
í toppi, tá ið Páll Finnur Páll
spældu fyri einum nærum
fullum FLAGStjaldi.
Løgini hjá PFP eru løtt.
Melodiirnir fangandi. Tekstir
nir fúlir. Hesi eru nøkur av
tingunum, ið gjørdu, at næst
an hvørt einasta menniskja í
FLAGStjaldinum sang við
til sangir sum ´Mín russiski
vinur´, ´Herbergið´, ´Dýr
tíð´, ´Havsins ríki´ og ´Við
urkenning´. Og í væl meiri
enn ein tíma sungu fólk við,
meðan onnur dansaðu.
At enda, tá ið bólkurin
varð klappaður upp aftur,
bjóðaðu teir Faroe 5 á pallin,
har tær hjálptu Finnuri og
Páll Odduri at syngja ´Her
bergið´. Frískt trekk.
Beint áðrenn fýratíðina
varð síðsti tónin spældur, og
farið varð út í dimmalætting
ina.
Donsk poppveitsla
við biti
Angela og Hannibal
spældu seg aftur
leygardagin í hjørt
uni hjá børnunum, tá
figurarnir, vit kenna
frá sjónvarpinum,
framførdu á
Torginum
SUMMARFESTIVALUR
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Børnini elska Angelu og
Hannibal. Tað var aftur stað
fest í Klaksvík leygardagin,
tá hesi framførdu á Torg
inum. Tað var stuttligt at
síggja, hvussu børnini livdu
seg inn í leikin. Kúllurin
Hannibal royndi fleiri ferðir
at snýta Angelu, men hvørja
ferð talaðu børnini at og
avdúkaðu Hannibal.
Leikurin riggaði væl, og
áhoyrararnir kendu seg sum
ein part av framførsluni.
Tey settu í heilum spurn
ingar til børnini, umframt,
at ein genta slapp upp á
pallin, har hon skuldi ganda
hárið hjá Hannibal.
Børn hava veruliga tikið
Angelu og Hannibal til sín,
eingin ivi um tað.
Børnini elska Angelu
og Hannibal
Fúla sangløtan
Ljóðið er teirra egna,
og tú hoyrir við eitt, at
talan er um Alphabeat.
Tað er ikki slóðbrótandi,
men teirra egna