Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. august 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 152 - 12. august 2008 tíðindi Við eini miðalferð á umleið 3 míl, tók tað Jesper Tilsted og Tue Olesen úr Danmark 12 dagar at rógva í kajak kring allar Føroyar. Við streymkorti úr Álmanakkanum, einum føroyakorti, eini kumpass og góðum ráðum frá staðkendum føroy­ ingum sum høvuðs­ reiðskap, róðu teir um fleiri vandamiklar firðir og sund uttan trupulleikar Sigling Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Føroyaferðin hjá Jesper Til­ sted og Tue Olesen byrjaði við forðing omaná forðing. Upprunaliga skuldu teir koma til Føroya tann 23. juli, men ferðin varð útsett, orsakað av at flogførini hjá Atlantic Airways ikki fingu lent fyri mjørka. Tann 26 juli lendu teir tó í Vágum, men tá var leygar­ dagur, og tá er vanliga stongt hjá Smyril Line Blue Water, har báðar kajakkirnar stóðu inni í frakthøllini. Her var tó hepni við teim­ um, tá stjórin í egnum per­ sóni kom teimum til hjálpar, soleiðs at teirra ferð ikki skuldi verða uppaftur meira útsett. Men forðingarnar steðg­ aðu ikki har. Sum fleiri kanska minnast, lá tjúkkur mjørki yvir Havnini hetta vikuskiftið, og tá mjørki er, er ikki serliga ráðiligt hjá fólki, sum ikki eru staðkend, at leita sær út á firðirnar at rógva. Djørv avgerð Nú tóku teir tingini í egnar hendur og tóku eina djarva avgerð, sum skuldi vísa seg at verða júst tann rætta avgerðin, og sum skuldi vísa seg at lætta veruliga um hjá teimum. ­ Tá vit sóu, hvussu tjúkt tað var í mjørka, mistu vit veruliga mótið. Vit vistu frammanundan, at mjørkin kann liggja í fleiri dagar her, og at tað skjótt kundi blíva alt ov drúgt at bíða eft­ ir at hann lætti av. Tí tóku vit ta avgerð henda sunnu­ dagin, tá vit høvdu pakkað alla útgerðina út, at vit skul­ du fara avstað, hóast mjørk­ in lá tjúkkur. Vit høvdu ein GPS’ara við okkum, og við honum kundu vit navigera hóast útsýnið ikki var gott, greiðir Tue Olesen frá. Upprunaliga høvdu teir lagt eina ætlan um at rógva eysturum fyrst, og síðani norður um allar oyggjarnar til Mykinesar og haðani til Suðuroyar. Men sama dagin valdu teir at rógva vesturum fyrst, og løgdu leiðina til Kolturs og haðani til Myki­ nes. Hetta skuldi eisini vísa seg at verða ein sera heppin avgerð, tí mestsum allan vegin høvdu teir væl av við­ ráki, og hetta lætti munandi um túrin. Bar ikki til uttan staðkenda hjálp Hóast teir vóru nóg djarvir til at taka eina so týðandi avgerð, sum at fara avstað, hóast mjørki var, eru teir nóg royndir rógvarar til at vita, at staðkøn hjálp er alt­ avgerandi. Gjøgnum hesar 12 dagarnar, tað tók teimum at rógva runt um allar Før­ oyar, løgdu teir leiðina upp í fleiri ymiskum bygdum. Og eitt tað fyrsta teir gjørdu, tá teir komu á land, var at royna at finna onkran stað­ kendan, sum kundi greiða teimum frá streymviður­ skiftum, møguligum vand­ um og øðrum praktiskum viðurskiftum á næsta teini­ num. ­ Uttan alla hjálpina vit hava fingið frá útróðrar­ monnum, skiparum og øðr­ um bygdafólki, sum vita so ótrúliga væl um øll viður­ skiftini á firðunum, hevði hetta als ikki borið til. Tað er ein ótrúliga stór og góð vitan hesir staðkendu menn­ irnir hava, og tað var sera umráðandi hjá okkum at fáa fatur á hesari vitanini, leggur Jesper Tilsted dent á. Men teir vóru skjótt noyddir at læra seg onkrar føroyskar glosur, tí tá føroy­ ingar tosa um at sigla og at rógva, relatera teir altíð til føroyska bátin. Og tá teir skuldu spyrja seg til atløgu­ viðurskiftini, lærdu teir skjótt, at teir vórðu noyddir at spyrja eftir einum drátti, og ikki bert hvar teir kundu koma at. Navigeraðu við kumpass og korti Tá teir løgdu ætlan fyri næs­ ta teinin, var eitt kort, ið teir serliga høvdu nógv brúk fyri. Tað vóru kortini yvir streymviðurskiftini og føllini í føroysku firðunum, sum teir høvdu fingið úr Álmanakkanum. Hesi kort­ ini vóru avgerandi fyri, nær teir skuldu fara og hvussu langt teir skuldu rógva. Og nú túrurin var liðugur, vóru teir ovfarnir av, hvussu neyvt hetta kortið var. ­ Tað passaði upp á minutt­ in, nær streymurin vendi, og tað er ótrúligt hetta kort­ ið er neyvt. Hetta var eitt tað mest týdningarmikla amboðið vit høvdu, greiðir Tue Olesen frá. Umframt at nýta kort, nýt­ tu teir mestsum bara kum­ pass at sigla eftir. Teir høv­ du ein GPS’ara við, men hann nýttu teir í mestan mun bara til at máta ferðina við og til at hava sum eyka trygd. Men í høvuðsheitum sigldu teir á sama hátt, sum menn gjørdu fyrr, nevnliga við kumpass og korti. Ein royndarætlan Hugskotið til at fara at róg­ va í kajakk kring Føroyar kom av, at pápi at Jesper Til­ sted selur skógvar til ymsar handlar í Føroyum, og hann hevur onkuntíð verið við honum á ferðini. Hann og Tue Olesen plaga at rógva saman í Danmark, og hvørt summar royna teir at gera onkran longri túr. Seinast Jesper Tilsted var í Føroyum fekk hann so hugskotið, at tað hevði verið áhugavert at vita, hvussu tað mundi rig­ ga at rógva í kajakk kring Føroyar. ­ Upprunaliga var hetta ein royndarætlan, har vit ætlaðu at vita, hvussu tað var at rógva í kajakk her. Endamálið við túrinum er at fáa fokus á kajakkrógving, bæði í Føroyum og í Dan­ mark. Tað er stórur munur á at rógva í deyðvatni og á firðum, har nógvur streym­ ur er. Tí var tað ein sera stór avbjóðing, sum vit vóru ógvuliga spentir at taka av. Og vit hava ikki verið vón­ brotnir. Hetta hevur verið eitt ævintýr, og vit hava upp­ livað sera nógv. Vit hava eisini funnið útav, at tað ber væl til at rógva í kajakk kring Føroyar. Nú kunnu vit so taka hesa upplivingina og hesa søguna við okkum aftur til Danmarkar, har vit kunnu fortelja hana víðari fyri teimum, sum vit plaga at rógva saman við, greiðir Jesper Tilsted frá. Úr Sandvík til Havnar í einum Seinasti teinurin hjá teimum báðum var eitt ordans hál, og teir vóru, sum vera man, sera fegnir tá teir komu upp á turt aftur við Kongabrúnna í Havn. Tá høvdu teir róð allan teinin úr Sandvík til Tórshavnar í einum, og samanlagt gjørdist hesin teinurin okkurt um 41 kilo­ metrar langur, av tí at teir noyddust at krossa av og á, og vardi sjey og ein hálvan tíma. ­ Ein slíkur túrur krevur øgiliga nógv, og tú ert noyddur at vera fyrireikaður, bæði mentalt og fysiskt. Tú ert noyddur at vera støðu­ fastur, og hetta er nakað, ið vit hava lagt merki til, ligg­ ur í føroyingum. Ein slíkan túr er tú noyddur at geva teg fult út, og tað er nakað, før­ oyingar gera í øllum viður­ skiftum, siga teir við ein munn. At rógva úr Sandvík til Havnar í einum, má sigast at vera eitt bragd. Teir fara báðir av landinum aftur fríggjadagin, og hesa viku­ na ætla teir at slappa av og samla kreftirnar aftur. Men teir fara tó ikki bara at slap­ pa av. Hesa vikuna ætlaðu teir at fara út at rógva onkr­ an styttri túr saman við onkrum føroyingum, sum eisini rógva í kajakk, og sum tað skilst á teimum, er lívið á firðunum nakað, teimum báðum dáma sera væl. Tólv dagar í kajakk kring Føroyar Her síggjast f.v. tveir ovurfegnir Jesper Tilsted og Tue Olesen Mynd: Rógvi Nybo Eftir at hava róð 41 kilometrar í sjey og ein hálvan tíma, komu teir endiliga at bryggju í Havn eftir at teir tíðliga á morgni løgdu út úr Sandvík Mynd: Rógvi Nybo