Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. august 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 152 - 12. august 2008 5 HTM er stovnur undir Almannastovuni og umsitur hjálpartól, umbyggingar í heiminum og avlamisbilar til fólk, ið bera brek. Í løtuni starvast 12 fólk á HTM. Uppgávurnar hjá HTM umfata m.a. • upplýsing, ráðgeving og leiðbeining til brúkarar, almennar myndugleikar o.o. um hjálpartól og byggi- og bústaðarspurningar • útlán og endurnýtsla av hjálpartólum • viðgerð og støðutakan til umsóknir um sertillagað hjálpartól, bústaðar- broytingar og avlamisbilar • tvørfakligt samstarv – innan- og uttanhýsis Ert tú maður/kvinna, sum hevur tú hug at arbeiða á einum almennum stovni, har arbeiðsdagurin ikki stendur stillur og uppgávurnar eru nógvar og fjøllbroyttar – ja so hava vit júst brúk fyri tær! Á HTM er eitt fulltíðarstarv á goymsluni leyst at seta 1. september ella sum skjótast. Høvuðsinnihaldið í starvinum er • skipan av goymslu • avgreiðsla av hjálpartólum • skráseting av hjálpartólum Annars eru uppgávurnar • smávegis umvælingar av hjálpartólum • reingerð av endurnýtsluhjálpartólum • annað fyrifallandi arbeiði Vit sóknast eftir einum starvsfelaga sum hevur • royndir frá líknandi arbeiði • góðan ordan • góð samstarvsevnir • kunnleika til teldur á brúkarastøði • áhuga at arbeiða við hjálpartólum Vit kunnu bjóða • fast starv • flextíð • tætt samstarv við starvsfelagarnar • førleikamenning Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Starvs- mannafelagið. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Palla Mortensen leiðara á HTM tel. 358300. Umsókn við avriti av viðkomandi skjølum skal sendast til: Hjálpartólamiðstøðina Postboks 1049 110 Tórshavn ella við telduposti til: htm@almannastovan.fo Umsóknarfreist 18. august 2008 kl. 14.00. Goymslufólk til Hjálpartólamiðstøðina htm  