Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. august 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 152 - 12. august 2008 Miðvágs kommuna hevur tikið av alterna­ tivum tilboði uppá stoypiarbeiði til nýggja barnagarðin. Fimm tilboð komu inn, sum lógu úr 6,1 til 8,2 mió krónur. Barnagarðurin skal hava pláss fyri 140 børnum Kommuna Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hesin nýggi barnagarðurin í Miðvági er ein av størstu barnagørðunum í landinum: Her eru nevniliga fýra vøggu­ stovur og seks barna­ garðsstovur undir somu lon. Byggifrøðiliga fevnir byggingin um fimm sam­ anbygdar lonir í grønum øki, miðskeiðis í bygdini. Ein av lonunum er felags køkur og starvsfólkahølir, skrivar Vágaportalurin. Í farnu viku skrivaðu Miðvágs kommuna og Sp/F Dalsbø við Hans Magnussen undir sáttmála um at byggja barnagarðin. Tilboðið byggir á ein heilt øðrvísi hátt at gera stoypiarbeiði. Heldur enn forskallingar ella formar, verða veggirnir bygdir upp av bjálvingarklossum báðu­ megin við, bundnir við stáli og jarni og fyltir við sementi. Tá ið liðugt er standa betongveggirnir bjálvaðir, klárir at klæða á báðum síðum. Stoypiarbeiðið verður eftir ætlan liðugt í februar mánaði komandi ár. Óroynt Hesin byggihátturin er ein, sum ikki áður er roynt í Føroyum. Frammanundan er málið væl kannað, og herfyri var ein kanningarnevnd í Írlandi fyri at hyggja, hvussu teir gjørdu har. Í ferðalagnum vóru Jóhannes Klein, borgar­ stjóra, Jóhannes Ellefsen, varaborgarstjóra, saman við ráðgevum, har teir fylgdu arbeiðsgongdini við at stoypa á slíkan hátt og sóu hvussu slík hús verða bygd. ­ Tað var serliga høga bjálvingarvirðið sum hevði sína jaligu ávirkan. Við samanhangandi bjálving á báðum síðum verða ongar kuldabrýr, sigur Jóhannes Klein, borgarstjóri, við Vágaportalin. Stoypiarbeiðið er mett at kosta einar 5 mió. krónur, men væntaður verður kort­ ini ein meirkostnaður uppá slaka millión, tí at stoypt verður heldur meira enn upprunaliga ætlað. Kostnaðurin av teimum íalt 1800 fermetrunum er mettur til samanlagt 26 mió. krónur. Ráðgevi hjá Miðvágs kommunu hevur verið Sp/F Westtech. Alternativur barnagarður í Miðvági Ósøt børn í barna­ garðinum Flestu dagstovnarnir í Danmark hava orðað rætningslinjur um, hvussu nógv sukur kann borðreiðast í samband við føðingar­ dagar og í matpakkanum hjá børnunum. Ístaðin skal dentur nú leggjast á sunn alterna­ tiv, sum til dømis frukt og rosinur, tá føðingar­ dagur verður hildin á stovninum. Reglurnar galda eisini dagliga kostin hjá børnunum. Summir stovnar eru sera avgjørdir í hesum málinum, meðan ein aðrastaðni hevur eitt samskifti við foreldrini í hesum málinum. Henda gongdin er ein natúrligur partur í fok­ usinum, sum hevur ver­ ið á heilsu og kost, og tí taka foreldrini yvirhøv­ ur væl ímóti nýggju rætningslinjunum. ­ Sukurpolitikkurin verður gjørdur í sam­ starvi við foreldrini, og verður ofta gjørdur eftir áheitan frá teimum, tí tey ynskja at børn teirra skulu eta sunnan og góðan mat. Tað er uttan iva onkur sum heldur at hetta er at fara ov vítt, men vit hava so einki hoyrt frá teimum, sigur Morten Eiler Hansen, sum starvast sum ráð­ gevi í landsfelagnum hjá námsfrøðingum í Danmark. sb. Borgarstjórin, Jóhannes Klein (v.m.) og Hans Magnussen skriva undir sáttmálan Mynd: Vágaportalurin Nýggi barnagarðurin er serbygdur og fer at kunna rúma 140 børnum Gátufull spreinging Í síðstu viku varnaðust fólk har norðuri í Kanada eina ógvusliga spreinging í havinum norðan fyri Baffin Island. Kanadisku myndugleikarnir hava váttað, at teir hava fingið fráboðan um spreingingina. Veiðimenn, sum vóru í økinum, hava eisini sagt, at svartur roykur stóð upp úr havinum aftan á sjálva spreingingina. Kanadiska sjóverjan hevur havt tyrlur á leiðini, men tær sóu einki óvanligt. Kanadiski herflotin sigur, at hann hevði einki við spreingingina at gera. Sjálvmorð í Tivoli Løgreglan í Keypmannahavn hevur nú staðfest, at tað var sjálvmorð, tá ein svensk kvinna datt úr einum stuttleikatóli í Tivoli í gjár. Kvinnan, sum var farin um tey 60, dakk góðar 18 metrar, og hon doyði beinan vegin av fallinum. Stuttleikatólið, sum kvinnan leyp úr, verður kallað Ballongyngerne, er frá 1942 og eitt av teimum elstu tólunum í Tivoli. Eingin líknandi tilburður hevur verið fyrr, og tí var tað skjótt greitt, at kvinnan hevði beint fyri sær.