týsdagur 12. august 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 152 - 12. august 2008
Onki verður gjørt fyri
at tryggja børnini
á barnagørðum í
Føroyum, men øll
arbeiðsfólkini eru
tryggjaði av arbeiðs
eftirlitinum. Hetta
sigur Einar Hansen,
spæliplássumsjónar
maður, um støðuna á
føroyskum spælipláss
um
SpælipláSS
Eirikur í Jákupsstovu
red@sosialurin.fo
Í øðrum londum er vanligt
kanna trygdina á spælipláss
um. Soleiðis er ikki í Føroy
um. Einar Hansen, sum er
uppvaksin í Føroyum, er
góðkendur spæliplássum
sjónarmaður í Danmark.
Hann var í Føroyum í summ
ar og ógvaðist við ávísar
søgur hann hoyrdi. Síðani
hevur hann eisini verið og
hugt eftir ymsum spæli
plássum í Føroyum.
Summastaðni er talan
um veruligar deyðsfellur.
Dømir eru um torn í barna
gørðum, har so langt er mill
um brettini, at ein barna
kroppur væl kann detta nið
ur ímillum, meðan høvdið
ongan veg sleppur. Hetta er
tann vissi deyði hjá einum
barni, sigur Einar Hansen
um støðuna á nógvum spæli
plássum í Føroyum.
Gott handverk
Í Føroyum er tað ofta so,
at spæliplássini síggja gott
út, men lítið verður hugsað
um trygdina hjá børnunum.
Serliga er støðan keðilig, tá
talan er um trapputrin og
torn. Trinini eru ov smøl og
kunnu serliga elva til skaðar
á armar og bein. Skaðar
vegna fall eru mest vanligu
óhappini á spæliplássum,
og tí hevur hæddin á ymsu
leikunum nógv at siga. Í
Danmark eru greiðar reglar
um, hvussu eitt spælipláss
skal byggjast, og hvussu
ymisku
lutføllini
skulu
vera. Til dømis skulu torn
hægri enn 60 sentimetrar
hava girðing og góðkent
undirlag, meðan trin skulu
vera minst 14 sentimetrar
djúp, greiðir Einar Hansen
frá.
Skaðar
Árliga enda umleið 20000
børn á ymisku skaðastovun
um í Danmark við skaðum,
ið henda á spæliplássum.
Rokna vit hetta leysliga um
til fólkatalið í Føroyum,
skuldu umleið 170 børn
árliga fingið so stórt mein á
spæliplássunum, at tey mát
tu á skaðastovuna. Hvussu
er statt við hesum í Føroyum
vita vit ikki, tí ongi almenn
tøl eru at fáa fatur á í løtu
ni.
Í Danmark sum vit ofta
vilja samanbera okkum við
er greið lóggáva um hvør
hevur ábyrgdina av trygdini
á einum spæliplássi. Tá tal
an er um privat spælipláss
er tað altíð eigarin, ið situr
við evstu ábyrgd, og er talan
um almenn spælipláss, sum
oftast barnagarðar og frítíð
arskúlar, er tað vanliga leið
arin á stovninum, ið hevur
fingið ábyrgdina tillutaða.
Tað er sokallaða produkt
ansvarsloven, ið er grundin
fyri allari trygd á spælipláss
um í Danmark, men hon er
ikki galdandi fyri Føroyar
og Grønland, so ongi lógar
fest landsumfatandi krøv
eru um trygdina á spæli
plássum í Føroyum, men
ávísar
kommunur
hava
gjørt sær sjálvum reglar.
Onki verður gjørt fyri at
tryggja børnini á barnagørð
um í Føroyum, men øll
arbeiðsfólkini eru tryggjaði
av arbeiðseftirlitinum. Tað
er løgi, tí børnini skulu
sjálvandi eisini verjast, sig
ur Einar Hansen.
Føroysk spælipláss
Sosialurin var í gjár og vitj
aði tvey spælipláss í Sunda
lagnum. Havast skal í huga,
at ongin lóggáva er um
trygdina á spæliplássum,
og tí er onki ólógligt við
hesum spæliplássum, men
hvørki teirra var nær við at
liva upp til donsku DS/EN
1176 og DS/EN 1177 krøv
ini fyri spælipláss.
Spæliplássini eru bæði
kommunal og hoyra til
barnagarðar, ávikavist á
Oyrarbakka og í Hvalvík.
Harafturat eru báðir barna
Spælipláss r
Inni í einum báti á spæliplássinum
í Hvalvík var ein skrúva, sum sá
rættiliga vandamikil út
Tað eru sjáldan 35 sentimetrar upp til botnin á reiggjum, sum
er lógarkrav í Danmark, á føroyskum spæliplássum
Hvalastovnar veksa
Umhvørvisverndarfelagsskapurin IUCN sigur í einari
nýggjari frágreiðing, at fleiri stórhvalastovnar eru vaksnir
tey seinastu árini. IUCN ivast ikki í, at stovnarnir eru
mentir, síðani hvalaveiðibannið kom í gildi í 1986. Men
frágreiðingin um støðuna hjá havsions hvalasløgum er
ikki bara jalig, tí har stendur eisini, at smáhvalirnir
fækka, og at eitt nú nýsan er í vanda. Orsøkin er sambært
ICUN millum annað, at nógvur smáhvalur endar í
gørnum og trolum og doyr.
Krevja meiri tosk
Í Grønlandi er fiski og veiðimannafelagið KNAPK als
ikki nøgt við avgerðina hjá landsstýrinum at lata eina
toskakvotu upp á 1.000 tons fyri at fáa fiskimenn, sum
veiða svartkalva, til at veiða tosk ístaðin fyri. Kvotan er
latin einum nýstovnaðum felagi, sum skal leiga ein
trolara til at fiska tosk. KNAPK tekur undir við málinum
at flyta menn frá svartkalva til tosk, men sigur, at 1.000
tons nøkta als ikki tøervin, sigur KNR.
Einar Hansen,
spæliplássumsjónarmaður