týsdagur 12. august 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 152 - 12. august 2008
garðarnar lutfalsliga nýgg
ir.
Við
tummastokki
er
skjótt at síggja, at hæddin á
reiggjunum í hvørgum av
støðunum var teir 35 cm, ið
eru minsta krav, sambært
donsku lóggávuni, frá undir
lagið upp til brettið at sita
á. Hol vóru í hegninum í
báðum støðum, og fleiri
staðni stungu seymir og
skrúvur út. Hetta var eisini
á støðum, tey minstu eisini
røkka til. Rot var í viðinum
ymsastaðni. Men tað, sum
kann metast sum tað mest
sannlíka hjá børnunum at
fáa skaða av, vóru føroysku
bátarnir í báðum støðum.
Báðir eru hægri enn 60 cm
– uml. 160 cm og 130 cm
har teir eru hægstir – og
tað sær ikki út til at vera tru
pult hjá børnunum at koma
upp frá hinum síðunum,
men ongin girðing er í topp
unum. Av hesi orsøk høvdu
teir neyvan verið góðkendir
á spæliplássum í Danmark.
Hesi spæliplássini eru als
ikki nøkur eindømir og ikki
alt tað ivingarsama er tikið
fram her.
Nóg trygt
Um eg hyggi at spælipláss
unum í Sunda kommunu
mangla fasilitetir, men eg
meti at trygdin er heilt góð.
Eisini haldi eg, at samanbor
ið við Danmark hava vit
nógv størri og betri økir,
sum eru innhegnaði. Har
afturat hava vit altíð starvs
fólk úti í garðinum, tá børn
ini eru har, sigur Heðin
Zachariasen, borgarstjóri í
Sunda kommunu um støð
una á spæliplássunum á
barnagørðunum í kommun
uni, sum Sosialurin vitjaði í
gjár.
Eg havi fult álit á, at
starvsfólkini eru nóg góð
trygd hjá børnunum, so eg
meti at børnini undir núver
andi karmum eru børnini
eru nóg trygg í barnagørðum
okkara, tí sjálvandi er altíð
onkur sum dettur, men tann
møguleikin er altíð til stað
ar, greiðir Heðin Zacharia
sen frá.
Heðin Zachariasen metir
eisini, at danir hava eina
nógv øðrvísi hugsan enn
føroyingar, tá talan er um
avbjóðingar til børnini.
Tað ber ikki til, at børn
ini bara skulu ganga á sløtt
um asfalti. Tað er sera týdn
ingarmikið í menningini av
øllum motorikki hjá børn
um, at tey sleppa at royna
seg. Tí mugu vit ikki undir
meta frælsi hjá børnunum.
Bæði tað likamliga og tað
sálarliga, sigur Heðin Zach
ariasen.
Sjálvandi skulu vit liva
frameftir og ikki aftureftir,
men vit mugu heldur ikki
gloyma fortíðina. Tí er tað
sjálvandi rætt, at vit hava
føroyskar bátar á spælipláss
unum, og teir eru grivnir
nakað niður í undirlagið
eisini fyri at minka um
hæddina. Vit mugu eisini
minnast til, at fyrr var øll
bygdin okkara spælipláss,
og ongin ansaði eftir okk
um, so tíðirnar eru broyttar,
men báturin er ein týdning
armikil partur av okkara
arvi, svarar Heðin Zacharia
sen til spurningin um bátar
nar á spæliplássunum, sum
ongantíð høvdu verið góð
kendir í Danmark, um ong
in girðing var um tað hægs
ta á stýrhúsinum.
Vit vaksnu mugu ikki
gera tað soleiðis, at børnini
onki tora og onki sleppa. Tí
hetta minkar stórliga um
menningina hjá teimum og
eg eri fullvísur í, at okkara
spælipláss eru trygg, men
vit mangla kanska nakrar
fasilitetir. Men ikki alt verð
ur bygt eftir einum degi, sig
ur Heðin Zachariasen, borg
arstjóri í Sunda kommunu
Sosialurin hevur roynt at
fingið fatur í Kristinu
Háfoss, landsstýriskvinnu í
mentamálum, ið umsitur
hetta økið, men hetta eydn
aðist ikki, áðrenn blaðið fór
til prentingar.
einar deyðsfellur
Í hesum skreiðibana eru skrúvurnar ikki nóg langt inni
Høgt er upp í tornið í Hvalvík, og stigin upp í tað, hevði ikki verið góðtikin eftir danskari lóggávu
Føroysku bátarnir, ið eru á flestu spæliplássum í Føroyum, eru sum oftast nógv hægri enn danir
meta forsvarligt
Skúlin á Sandi liðugur uttan
Tað gongur væl við byggingini av nýggja barnaskúlanum heima
á Sandi. Skúlin er nærum heilt liðugur uttan, og innan eru menn í
ferð við at bjálva og pláta bygningin. Í hesi vikuni fara teir at
seta skilarúm upp innan. Arbeitt hevur verið í skúlanum nærum
alt summar. Tað var bert ein vika, hvar skúlin stóð manntómur,
skrivar bkv.fo.
646 næmingar í 1. flokk
Nú fólkaskúlin byrjar aftur eftir summarsteðgin, fara 646
næmingar í skúla á fyrsta sinni. Hetta vísir eitt yvirlit frá
Mentamálaráðnum. Flestu næmingarnir – 42 verða í 1.
flokki í nýggja skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík,
og næstflestir í Venjingarskúlanum – 38. Skúlin við flest
næmingum er Kommunuskúlin við sínum 507
næmingum.