Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. august 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 152 - 12. august 2008 Síðani rockbólkurin The Dreams seinast var í Føroyum, hava teir fingið stjørnu­ status her heima. – Tað er stórur munur á móttøkuni nú og seinast, vit vóru heima, eru teir fýra samdir um TÓNLEIKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo - Vit fóru niður til Dan- markar fyri at menna okk- ara tónleikaevni. Vit satsaðu stutt sagt upp á tónleikin. Og tað má sigast, at tað lønti seg. The Dreams hava uppnátt stjørnustatus, ikki bara her heima í Føroyum, men eisini í Danmark. - Vit føldu, at vit kláraðu tað OK í Føroyum, men vistu samstundis, at skuldu vit víðari, máttu vit sleppa út um landoddarnar, siga teir fýra, Eirikur G. C. Ander- sen, Heini G. C. Andersen, Hans Edward Andreasen og Heini Mortensen. Tað skuldi eitt sindur av hepni og tilvild til, fyri at dreymarnir hjá The Dreams gingu út. - Vit vóru við í tónleika- kappingini Global Battle of the Bands, og har var ein av dómarunum Chief 1, ella Lars Pedersen, sum hann veruliga eitur. Og hóast vit bert gjørdust nummar trý, so høvdu vit okkurt, sum fangaði áhugan hjá Chief 1, og vit hava so arbeitt saman líka síðani, siga teir í The Dreams. Teir fóru síðani undir at arbeiða við einari fløgu- útgávu, og tað var fyri at promovera hesa, at teir tóku lut í Melodi Grand Prix. At bólkurin er á veg fram, er eingin ivi um. Men teir eru ikki millióningar. Vit liva av tónleikinum, men vit hava ongar pengar, staðfesta teir fýra. Ávirka fólk At tónleikur hevur stóra ávirkan á fólk er ein kend søk. Og har hava The Dreams eisini fingið sjón fyri søgn. - Vit fáa nógv brøv og e- mails hvønn einasta dag frá ungum, sum lurta eftir okkara tónleiki. Og tað kann ofta vera ung, sum á ein ella annan hátt hava sálarligar trupulleikar, siga teir í The Dreams. Dømi kunnu vera um, at boðini eru »tit hava veruliga hjálpt mær« og enntá »tit hava bjargað lívinum hjá mær«. - Tað kann virka eitt sindur óhugnaligt viðhvørt. Vit merkja væl, at sangirnir ávirka fólk, men vit merkja ikki, at tað er upp á ein negativan máta, siga The Dreams. Tað er fyrst og fremst dan- ska fløgan »Den nye by«, sum er frammi, og tað er fyrst og fremst frá donskum ungum, at bólkurin fær tær mongu afturmeldingarnar. Men hóast føroyski ung- dómurin altso ikki er so dúligur at skriva til The Dreams, so er bólkurin kort- ini sera væl umtóktur í Føroyum. - Vit merkja stóran mun á móttøkuni hesaferð í mun til seinast, vit vóru í Føroy- um. Á Summar Festivalinum sótu vit hálvanannan tíma og skrivaðu autografar, siga teir fýra. Og tað eru vánir fyri, tí sjálvt her í Miðlahúsinum nýttu tvær mammur høvið at fáa autografar frá ungu monnunum – til børn síni. Nýggj fløga á veg The Dreams er heima í Føroyum í sambandi við Summar Festivalin, og fara av landinum aftur í morgin. Í dag fara teir á eina rundferð í Havn við Snodda hjá Sosialinum, har teir fara at vitja støð, har teir hava spælt, umframt upptøkuhøli. Hetta er ein liður í fram- leiðsluni av einum videolag, sum teir eru í ferð við at gera. - Vit hava gjørt eitt videolag niðri og vóna, at tað kemur út í hesum mán- aðinum. Vit eru so í holt við eitt nýtt videolag, og vit hava bæði upptøkumann og myndakvinnu við okkum til endamálið, siga teir í The Dreams. Aftrat hesum eru teir í ferð við at gera eina DVD, har eitt nú upptøkurnar frá Summar Festivalinum verða ein partur. Umframt hetta hava teir eisini gjørt upptøkur í Saksun og Klaksvík. Við síðuna av hesum útgávunum spæla teir til hópin av konsertum. - Vit eru bookaðir árið út, og spæla meiri enn í viku- skiftunum. Tíbetur kunnu vit konsentrera okkum um at spæla, tí Chief 1 tekur sær av øllum øðrum í sam- bandi við bólkin, siga Eirikur, Heini Hans Edward og Heini, sum altso venda nøsina aftur móti íbúðini í Søborg, sum er ein lítil býarpartur í Gladsaxe í Keypmannahavn. Kina viðgongur OL-fusk Ølle eru samd um, at showið tá OL í Beijing byrjaði, var ótrúligt. Tað fekk fólk at gloyma alt um Tibet eina stund, men nú vísir tað seg, at showið kortini ikki var so fantastiskt, sum upprunaliga hild- ið. Fleiri av innsløgunum vóru tikin upp framman undan, so tað var altso ikki ein beinleiðis sending í øllum førum. – Summar av upp- tøkunum vórðu gjøgdar framman undan fyri at skapa eina visuella effekt, sigur varaforsetin fyri leikunum í Beijing sambært Reuters. Thaksin kannast Fyrrverandi Thailendski forsætismálaráðharrin og verandi Manchest- er City eigari, Thaksin Shinawatra møtti ikki á rættarfundi í Bankok í gjár, har hann annars stendur ákærdur fyri mutur. Boð um handtøku eru givin. Shinawatra fór við flogfari úr Beijing til London í gjár heldur enn at møta á rættarfundi. Enska Fótbóltssambandið, FA, sigur seg vera til reiðar at kanna hann eftir »Fit and Proper«-regluni. Formaðurin í FA, Richard Scudamore, sigur, at meta teir regluna vera brotna, seta teir neyug tiltøk í verk. Tað skrivan BBC á heimasíðu síni. Ein dreymur at vera The Dreams Sjálvt rockstjørnur eru menniskju. Soleiðis mátti Eirikur G. C. Andersen fara til tannlækna, áðrenn mynd kundi takast, og vantar hann sostatt. Hinir eru frá vinstru Hans Edward Andreasen, Heini Gilston Cirfitz Andersen og Heini Mortensen Mynd: Álvur Haraldsen