týsdagur 12. august 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 152 - 12. august 2008
Nú børnini eru blivin
vaksin, hevur belgiska
lærarinnan Claire
Vanderhaeghen fingið
tíð til at njóta lívið
og ferðast víða um,
millum annað til
Føroya. Heimlandið
Belgia er eitt land
í tvíningum, og
flamska lærarinnan
heldur, at Belgiar
kunnu læra nógv av
føroyingum
Ferðavinna
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Claire Vanderhaeghen er 55
ára gomul, úr flamska part
inum í Belgia og útbúgvin
lærarinna. Hon hevur tískil
longri summarferiu enn tey
flestu, og nú børnini hjá
henni eru blivin vaksin,
nýtir hon summarferiunar
til at ferðast í. Í ár valdi hon
at leggja leiðina til Føroya,
her hon hevur verið í fýra
vikur. Orsøkin, til at hon
valdi at koma júst til Føroya,
er at hon føldi seg drigna at
oyggjunum. Hon hevði lisið
onkrar bøkur um Føroyar,
og hesar vaktu hennara
áhuga. Tískil valdi hon at í
ár skuldi hon leggja leiðina
framvið
oyggjunum
í
útnorðuri.
Heimlandið í
tvíningum
Flest øll vita at høvuðs
staðurin í Belgia eitur
Brússel, og at har liggur
eisini ES høvuðsborgin.
Tískil er Belgia mitt í
hjartanum á tí trygga og
støðuga Evropa. Har man
eingin
slingur
vera
í
valsinum halda tey flestu.
Men so er ikki. Belgia er
sett
saman
av
trimum
landslutum, einum flamsk
um landsluti, har tey tosa
niðurlendskt, einum fronsk
um landsluti, har tey tosa
franskt og til seinast er ein
høvuðsstaðarlandslutur,
har tey tosa bæði niður
lendskt og franskt. At enda
er ein lítil partur í vestara
parti av Belgia, har tey tosa
týskt, men sum tó hoyrir
undir franska landslutin.
Belgiar hava tískil ikki
nakað mál, tey kunnu kalla
sítt egna.
Ósemja hevur í mong ár
verið um, hvør framtíðin
hjá Belgia skuldi verða,
hvørt tey skulu halda fram
sum eitt land, ella um tey
skulu lata seg leggja undir
Frakland, og nú er støðan
vorðin so spent, at ikki
hevur verið gjørligt at skipa
stjórn eftir seinasta tjóðar
tingsval. Landið, sum liggur
mitt í Evropa, hevur ligið í
stjórnarloysi síðan tíðliga í
vár, og satt at siga er landið
nú
veruliga
farið
í
tvíningar.
Kunnu læra nógv
av føroyingum
Í fýra vikur fjakkaði Claire
Vanderhaeghen runt um í
Føroyum, uttan nakað fast
mál og uttan nakra fasta
tíðarætlan. Hon hevur tískil
havt tíð til at tikið partar av
mentanini til sín, og eftir
hennara tykki kunnu belgiar
læra sera nógv av føroy
ingum og okkara søgu.
Eitt tað fyrsta eg legði
merki til her, er at fólk eru
sera gestablíð. Fólk eru sera
vinarlig og eru altíð til reið
ar at rætta eina hjálpandi
hond. Harafturat hava tit
eina ríka søgu tá tað kemur
til málið, nakað vit belgiar
kunnu læra nógv av. Heima
í Belgia er júst málið eitt av
stóru stríðsmálunum, har
tað í Føroyum er blivið eitt
fylkingarmerki
eftir
at
føroyskt varð viðurkent sum
alment mál. Tykkara søgu
kundu vit belgiar tikið til
okkum og áttu at hugt nærri
at henni. Vit kundu lært
nógv av tykkum føroying
um, greiðir Claire Vander
haeghen frá, havandi spentu
støðuna í heimlandinum í
huga.
Føroyar eitt
spennandi ferðamál
Hesar fýra vikurnar Claire
Vanderhaeghen hevur verið
í Føroyum, er tað ikki bert
málið og mentanina hon
hevur bitið merki í. Hon er
nú vorðin 55 ár, og ætlar at
steðga
sum
lærarinna.
Tíðina framyvir ætlar hon
at brúka til at taka sær av
ommubørnunum og til at
ferðast í. Og hon kann, eftir
øllum at døma, bara mæla
øllum til at royna at fara til
Føroya.
Her er sera vakurt, og
mær dámar væl at vera her.
Tað er sera hent, at næstan
øll duga so væl enskt, sum
tey gera. Tað er ikki nakað,
tú møtir í øllum evropeiskum
londum. Maturin her er
góður, og serliga fiskurin
má roynast. Tó er fiskurin
nokso ringur at fáa fatur á, í
mun til hvussu nógv før
oyingar fiska. Og um nakað
skal vera at seta fingurin á,
so er tað at bussskráin ikki
er serliga ferðafólkavinarlig.
Men burtursæð frá tí, so er
hetta eitt paradís at koma
til, sigur Claire Vander
haeghen at enda.
Kunnu læra nógv av føroyingum
- Vit kundu lært nógv av tykkum føroyingum, sigur Claire
Vanderhaeghen, sum er úr flamska landslutinum í Belgia
30 ára gamli føroying
urin, Hans Petur
Kirkegaard er settur
í starv sum prestur í
Danmark
Prestur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Eftir at verða prestvígdur í
Ribe Domkirke fyrst, verð
ur Hans Petur Kirkegaard
innsettur
sum
prestur
sunnudagin 7. september.
Hann fer at hava ábyrgd
fyri kirkjunum í fimm sókn
um, og kemur at búgva í
prestagarðinum í Hoven,
saman við konuni Dorte og
trý ára gamla soninum,
Niels Jacob, ið er uppkall
aður
eftir
abbanum
á
Strondum.
Vit gleða okkum at
búgva í Vesturjyllandi. Eg
síggi fram til at gerast
prestur í eini sókn, har eg
fái møguleika at taka lut í
sorg og harmi í kirkju
liðinum, sigur Hans Petur
við danska blaðið Randers
Amtsavis.
Hetta er eisini orsøkin til
at hann, sum sítt fyrsta
starv, hevur valt at gera eina
prestatænastu í eini land
sókn, heldur enn í einum
stórbýi. Við hesum verður
størri møguleiki at fáa tætt
samband við fólkið.
Sum prestur í fólkakirkj
uni ynski eg at fevna so
breitt sum tilber, slær Hans
Petur Kirkegaard fast.
Hann byrjaði at lesa gud
frøði á lærda háskúlanum í
Århus í 1999, og varð
útbúgvin í fjør. Hans Petur
er føddur í Herning, men
uppvaksin í Føroyum, har
foreldur hansara framvegis
búgva.
Seks umsóknir vóru til
starvið sum prestur í Hoven,
Ådum, Tarm og Lønborg
Egvad.
Hans Petur prestur í fimm sóknum
Hans Petur Kirkegaard er
frá 1. september settur í
starv sum sóknarprestur
í Tarm Pastorat í
Vesturjyllandi
Mynd: trúboðin
Olofson send til Tansania
Sunnudagin varð útsendingarveitsla hildin í Emmaus í
Klaksvík fyri hjúnunum Olofson. rá Danmark luttók Anker
Nielsen, sum er missiónsskrivari hjá Luthersk Missions
forening fyri Tansania. Um miðjan august fara hjúnini bæði,
Anne Lene og Peter Olofson aftur til Tansania. Tey skulu
fyrst á málskúla í Dar es Salaam, síðan fara tey til Sum
bwanga í Vesttansania. Peter skal her undirvísa á bíbliu
skúlanum hjá Brøðrakirkjuni, meðan AnneLene verður
hjálparfólk hjá barna og kvinnuráðgevanum hjá kirkjuni.
Gongur væl at planera í Skálavík
Tað gongur væl at planera fyri stóra skeiðsdeplinum inni á Grind í Skálavík.
Hetta arbeiðið skal verða liðugt í oktober mánaði, skrivar bkv.fo. Tað fer
nógv mold frá økinum, eini 1000 lastbilaless. Grótið at fylla í aftur verður
partvíst koyrt av Nýpuni á Sandi. Planerast skulu einar 10.000 fermetrar.
Tað er Finnleif Fagradal á Sandi, ið ger hetta arbeiðið.