týsdagur 12. august 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 152 - 12. august 2008
- Grundin til at vit so
ofta eru í Føroyum, er
at børnini sleppa at
vera børn og ikki bara
barnaheimsbørn. Tað
er tað týdningarmesta
við at ferðast við børn-
unum, og sjálvandi
er tað stuttligt, at
Rasmus fekk ein so
stóran tosk, sigur Ann
Andreasen, leiðari
á barnaheiminum í
Ummannaq
FøroyaFerð
Eirikur í Jákupsstovu
red@sosialurin.fo
Seinastu vikurnar hevur eitt
35 fólk stórt ferðalið úr
Grønlandi verið í Føroyum
og vitja. Í ferðalagnum vóru
35 fólk. 22 børn og 13 vaks
in. Ferðalagið er úr komm
ununi Ummannaq í norður
vestur Grønlandi. Børnini
eru millum 8 og 26 ár og
búgva øll á barnaheiminum
í Ummannaq.
Vit hava ferðast víða,
bæði í Fraklandi og New
York, har vit t.d. sigldu á
Hudson River, men vit roy
na at koma til Føroyar á
hvørjum árið. Børnini eru
ikki altíð tey somu, tí øll
børnini skulu sleppa at
hyggja seg um. Í ár hava vit
fyrst og fremst verið í brúd
leypi hjá Alisu Hammer,
sum hevur arbeitt á barna
heiminum í trý ár, greiðir
Ann Andreasen frá. Ann
Andreasen hevur arbeitt á
barnaheiminum í Umman
naq í 23 ár nú, og henni
dámar væl har.
Hvørja ferð vit eru og
ferðast, koma børnini hjart
ans fegin heimaftur. Vit eru
ein familja og sum allar
aðrar familjur dámar okkum
væl at síggja heimin, men
tá vit er hjá grannanum,
síggja vit eisini hvussu
grønt okkara gras er, stað
festir Ann.
Sambandið
við Føroyar
Hóast Ann hevur búð leingi
í Grønlandi hevur samband
ið heim til Føroyar ongantíð
verið brotið, og púra vanligt
er at fólk undir námsfrøð
ingaútbugving
koma
á
barnaheimið í Ummannaq í
starvsvenjing. Eisini hava
børn úr Føroyum ofta verið
og vitja, og so seint sum í
fjør var ein sjeyndi flokkur
úr Hoyvíkarskúla og vitjaði
barnaheimið.
Okkum dámar væl í Før
oyum, tí her eru dyrnar altíð
opnar fyri fólki. Gestablídni
er altíð sera gott her heima
og her er eisini trygd, so vit
kunnu ganga frítt her og
altíð eru fólk hjálpsom,
men Grundin til at vit so
ofta eru í Føroyum, er at
børnini sleppa at vera børn
og ikki bara barnaheims
børn. Tað er tað týdningar
mesta við at ferðast við
børnunum, og sjálvandi er
tað stuttligt at Rasmus fekk
ein so stóran tosk, sigur
Ann Andreasen.
Ferðalagið hevur búð í
húsunum hjá Kaj Johanne
sen, sála, í Klaksvík, sum
er abbi Ann Andreasen.
Eftirkomararnir eiga nú hús
ini, sum verða leigaði út
ferðafólk og onnur áhugaði
í styttri ella longri tíðar
skeið.
Toskurin
Í farnu viku var ein stórur
partur av ferðalagnum norð
uri í Klaksvík. har vóru tey
so heppin at sleppa út at fis
ka við bátinum Komet. 11
ára gamli Rasmus Alataq
var enntá so dugnaligur at
fáa størsta fiskin, ið er
veiddur umborð á hesum
báti. Toskurin vigaði 15,2
kg og var 120 cm langur.
Hann var sera fegin um
fongin, og hini umborð tím
du ikki at fiska meira, tí nú
bar ikki til at kappast um
størsta fiskin longur.
Nógvar verkætlanir
Á barnaheiminum í Umman
naq royna tey altíð at hava
nógv jørn í eldinum, og
ferðirnar eru ikki tey einasta
forkunnuga tey gera.
Ein verkætlan hjá okk
um er ein støð, vit hava sett
upp, har tey børnini, sum
ikki eru so sterk bókliga,
við nýmótans tøkni sleppa
at kanna sítt egna land við
víkjandi fólkið, mentan, nát
túru og veðurlagið. Hetta
verður m.a. gjørt við prak
tiskum kanningum av ísi.
Hetta sær út til at hjálpa
børnunum við at gleðast
um sín grønlendska sam
leika, samstundis sum tað
er sera gott fyri sjálvsvirð
ingina hjá børnunum, sigur
Ann Andreasen
Leygardagin fór størsti
parturin av ferðalagnum til
Grønlands, eftir at hava ver
ið ein túr á Summar Festi
vali fríggjadagin.
Raskur veiðimaður úr Ummannaq
Rasmus Alataq veiddi størsta
toskin, sum er veiddur av
bátinum Komet
Á ferðini í Føroyum var ferðalagið í brúdleypi hjá Alisu Hammer og Ása Joensen á Strondum
Í fjørsummar vóru Ann Andreasen og onnur av barnaheiminum í Monako, har tey møttu Albert
Prinsi
Mugabe heldur fram at tingast
Tingingarnar millum Robert Mugabe og hansara ZanuPF flokk við
andstøðuleiðarar byrjaðu aftur í dag, eftir at menn hava hvílt seg í nátt.
Samráðingarnar miða í móti at Robert Mugabe skal býta
stjórnarleiðsluna við andstøðuna. Mugabe hevur áður sagt, at hann er
vísur í, at eitt úrslit fekst. Tað er Suðurafrikanski forsetin, Thabo
Mbeki, sum er semingsmaður áhaldandi ósemjuni um forsetavalið fyrr
í ár, skrivar BBC.
Tóm OL-setur
Kinesiskir OLtalsmenn viðganga, at mongu tómu setrini
vekja ekka. Teir hava tí fingið sjálvboðin at fylla tómu
setrini, fyri at fáa rætta stemningin á stadion. Wang Wei,
ein leiðandi limur í Beijing Organising Committee
(BOCOG), vil tó vera við, at aðrir OL hava havt somu
trupulleikar. Ilt er at siga, hví so mong setur standa tóm
til summar kappingar, serliga tá hugsað verður um, at
útselt er til allar kappingarnar. Heita og kvalna veðrir
kann vera ein orsøk, saman við regninum, sum verið
hevur, skrivar BBC.