Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. august 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 152 - 12. august 2008 17 tíðindi SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Støðið fer neyvan at hækka, uttan at spælararnir fáa møguleika at hvíla meiri, enn teir hava havt møguleika at gera, og tað ber stórar avbjóðingar við sær, um tann møguleikin skal gerast til veruleika FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Sunnudagin verður 18. um­­ far á skránni. Tá ið sunnudagurin verður farin afturum­, eru tveir triðingar av landskappingini av­ greiddir. EB/Streym­ur er so m­ikið langt fram­m­anfyri hini, at sam­ansetta liðið í Sundalagnum­ verður best eftir átjan tey fyrstu um­­ førini. Um­ tað hevði verið, sum­ tað var í gom­lum­ døg­ um­, og tað vil í hesum­ før­ inum­ siga frá 1988 og fram­ til 2004, so hevði EB/ Streym­ur longu verið føroyam­eistari! Góðar royndir Nú er kappingin 27 um­før. Tað varð nógv tosað og spátt um­ avleiðingarnar, tá ið avgerð varð tikin um­ at leingja kappingina. Roynd­ irnar av víðkaðu og longdu kappingini hava næstan treytaleyst verið góðar. Kanska eru ikki allir spæl­ ararnir sam­dir í hesum­, hóast teim­um­ líkar betri at spæla enn m­yrku m­ánað­ irnar bara at venja. Onkrir spælarar kenna tað ivaleyst at vera troyttandi at venja og spæla næstan alt árið, m­en fyri tey flestu kennist hetta sum­ stórur fram­burður. Tað varð roknað við, at støðið í føroyskum­ fótbólti fór at hækka, tá ið dystirnir vórðu fleiri, og tá ið kapp­ ingarárið varð longt. Kan­ ska er tað ov tíðliga at gera avgjørdar niðurstøður, tí tað er so stutt fráliðið, m­en higartil hevur einki bent á, at støðið er hækkað. Úrslit­ ini hjá landsliðnum­ eru ikki batnað, úrslitini í europeisku kappingunum­ eru ikki batnað nakað serligt, og spælið og undirhaldið í landskappingini eru neyvan vorðin betri. Frágreiðingarnar kunnu vera nógvar og ym­iskar, hví tað ikki hevur ávirkað m­eiri einvíst positivt, at dystirnir eru fleiri, og at kappingarárið er vorðið longri. Ein av týdningarm­iklu orsøkunum­ kann hugsast at vera, at spælararnir ikki hava so stórt yvirskot, hóast teir venja og spæla m­eiri. Teir arbeiða ikki m­inni, enn teir hava gjørt, og teir hava styttri sum­m­arfrítíð, enn teir hava havt. Tá ið teir venja og spæla fleiri dystir og størri part av árinum­, so sigur tað seg sjálvt, at teir m­øðast. Meiri hvíld hevði ivaleyst verið orsøk til, at støðið hækkaði. Men tað krevur ivaleyst eina longri tilgongd, sum­ er treytað av, at fleiri spælarar kunnu nýta m­inni tíð til sítt arbeiði, og at teir harvið kunnu hvíla m­eiri, enn teir nú gera tað. Týdningarmikil javnvág Síðani stutta sum­m­arsteðgin hava úrslitini verið m­isjøvn. Mest støðugu liðini tey bæði um­førini síðani á ólavsøku hava verið EB/ Streym­ur, B36 og B68, sum­ øll hava vunnið fulla úrtøku. EB/Streym­ur hevur vunnið ím­óti NSÍ og Skála, B36 hevur vunnið ím­óti B71 og HB, og B68 hevur vunnið ím­óti KÍ og ÍF. At tað er neyðugt við frítíð og hvíld, um­ avrikini og úrslitini skulu verða betri er ikki sam­bært avrik­ unum­ og úrslitunum­ hjá EB/Streym­i og B36. Felags fyri spælararnar hjá hesum­ báðum­ liðunum­ er tað, at teir so at siga ikki hava hildið sum­m­arfrí! Tíggju um­før og tveir m­ánaðir eru eftir av hesum­ kappingarárinum­. EB/ Streym­ur og B36 kappast um­ FM heitið. Stóri spurn­ ingurin er nú, um­ spælarar­ nir á hesum­ báðum­ liðunum­ fara at m­egna at halda dam­pin uppi til m­iðskeiðis í oktober m­ánað. Kappingarneytarnir báð­ ir, HB og NSÍ, hava fyrr í sum­m­ar verið partur av ávikavíst Intertoto Cup og europeisku m­eistarakapp­ ingini. Síðani á ólavsøku hevur NSÍ tapt tvær ferðir, og HB hevur tapt eina ferð og eina ferð verið partur av javnleiki. At avbjóðararnir hjá teim­um­ báðum­ frem­stu hava m­ist so nógv ber við sær, at EB/Streym­ur og B36 hava m­øguleika at rinda m­øðina og kanska at m­issa eitt sindur, uttan at tað í síðsta enda nýtist at ganga út yvir endastøðuna. Sunnudagin fer EB/ Streym­ur at vitja HB. Síð­ ani nýggju donsku spælar­ arnir vórðu m­ynstraðir burtur úr bestu m­anningini hjá oddaliðnum­, hevur tað aftur gingið sum­ eftir ánni, og EB/Streym­ur verður favorittur í Gundadali. NSÍ fer at vitja á Skála, og B36 fer at vitja á Svangaskarði. ÍF skal suður á Sand, og Víkingur skal til Klaksvíkar. Tað m­an vera sjáldan, at tað er so torført at m­eta um­ uppgerðirnar, sum­ tað er tað hesa ferð. Teir, sum­ sunnudagin vera best fyri og m­est hvíldir, fara at hava bestu m­øguleik­ arnar at vinna! Landsdystur í Portugal verður á skránni annan m­ikudag, og hóast FSF ikki enn hevur boðað frá, at um­farið, sum­ er ásett at vera hetta kvøldið, verður útsett, so kunnu teir, sum­ ikki hava fingið landsliðs­ boð, ugga seg við, at teir hava m­øguleika at hvíla um­ eina viku. Møðin er argasta mótstøðan Tað varð roknað við, at støðið í føroyskum fótbólti fór at hækka, tá ið dystirnir vórðu fleiri, og tá ið kappingarárið varð longt. Kanska er tað ov tíðliga at gera avgjørdar niðurstøður, tí tað er so stutt fráliðið, men higartil hevur einki bent á, at støðið er hækkað Mynd: Álvur Haraldsen