týsdagur 12. august 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Meira gaman enn
- Eg vildi bæði, so einfalt er tað!
Alexander Djordjevic situr og flenn-
ur. Og tað hevur hann gjørt nógv í
sínum higartil 40 ára gamla lívi. Hóast
serbin sum ungur hevði eina sera
bjarta fótbóltsframtíð, vildi hann ikki
vera náttarlívið og ballingarkvøldini
fyriuttan. Sama um fleiri av sínum fyrr-
verandi liðfeløgum á jugoslaviska ung-
dómslandsliðnum hava gjørt um seg í
mætum feløgum sum Real Madrid, Bar-
celona, AC Milan og Juventus, iðrar hann
ikki um tær raðfestingar, hann gjørdi. Nú
situr Alexander Djordjevic í KÍ-húsinum
og hyggur – nøgdur - aftur á sína yrkisleið
í jugoslavisku kappingini, Avstralia og
Suður Korea. Hann rakk ongantíð toppin,
tí hann vildi bæði hugna sær og spæla
fótbólt samstundis.
Náttarlívið fylti nógv
Alexander Djordjevic er skrásettur fyri
gott og væl 375 dystir við FK Partizan,
sum verður mett sum eitt av teimum stóru
fýra í serbiskum fótbólti. Sum verjuspælari
var hann millum stuðulsleikararnar
á liðnum í árunum frá 1986 til 1991.
Hóast fótbóltsevnini frá ungum árum
vóru sera eyðsýnd, stendur hann í dag
í skugganum av sínum javnaldrum. Á
jugoslaviska ungdómslandsliðnum var
Djordjevic liðskipari og á liðnum vóru leik-
arar Robert Prosinecki, Zvonimir Boban,
Davor Suker, Predrag Mijatovic, Vladimir
Jugovic og Sinisa Mihajlovic, sum allir
fingu eina gylta fótbóltsyrkisleið og royn-
du seg í fleiri av mætastu feløgunum í
Evropa.
- Eg vil ikki siga, at eg ikki tímdi. Men
eg kundi verið væl meira seriøsur. Men
eg hevði og havi eitt frálíkt lív. Mær dám-
di sera væl náttarlívið, og eg iðri meg
ikki um nakað ballingarkvøld í dag. Og
soleiðis vildi eg hava tað. Eg upplivdi ta
síðuna av lívinum. Hóast eg onkutíð kom
heim klokkan fimm um morgunin, so var
lag á manni at fara til venjing klokkan
níggju. So eg hevði ongar trupulleikar við
tí sum so, greiðir Alexander Djordjevic
flennandi frá.
- Men tað er so aftur tað, hvat tú vilt.
Eg hevði mínar vinir og familju har, og eg
spældi í einu sera sterkari landskapping,
har vit stóðu okkum sera væl í Evropa.
Og tað var eg nøgdur við, leggur hann
afturat.
Evnini eru har
Aleksander Djordjevic virkar í dag sum
venjari hjá einaráðandi kvinnuliðnum í
Klaksvík. Hann er í løtuni undir seinastu
útgávuna av venjaraútbúgvingini, og
hann hevur – einaferð - hug at royna
seg sum venjara í útlandinum.
Hann hevur eisini arbeitt við ungdóm-
inum í Klaksvík, og frá egnum royndum
kann hann staðfesta, at føroyskir fót-
bóltsspælarar heilt víst hava evnini.
- Til 18 ára aldur klára nakrir føroyingar
at standa mát við útlendskar leikarar.
Men so steðgar tað. Tað er líka sum eing-
in menning í bestu deildini. Tað er ikki
bara í Føroyum, at spælarar vilja taka
sær av løttum. Trúgv mær, eg veit tað av
egnum royndum. Tú verður fullkomiliga
býttur av frítíðini. Í so máta er tað ikki
nógv øðrvísi. Tú má taka ábyrgd av tær
sjálvum, viðvíkjandi mati og øðrum. Skal
føroyskur fótbóltur flyta seg rætta vegin,
eru tað tílík smáting, sum hava stóran
týdning, sum skulu rættast, sigur 40 ára
gamli serbin.
Tað krevur nógv
Hóast Alexander Djordjevic ikki valdi at
fylgja dreyminum um evropeiskan topp-
fótbólt, er hann fullgreiður yvir, hvat
tað snýr seg um. Hann var partur av
- Til 18 ára aldur klára nakrir føroyingar
at standa mát við útlendskar leikarar.
Men so steðgar tað. Tað er líka sum eingin
menning í bestu deildini. Men tað er nú
ikki bara í Føroyum, at spælarar vilja taka
sær av løttum. Trúgv mær, eg veit tað av
egnum royndum. Tú verður fullkomiliga
býttur av frítíðini, og í so máta er tað ikki
nógv øðrvísi, sigur Alexander Djordjevic,
sum var liðformaður hjá Robert Prosinecki
og øðrum heimsstjørnum á serbiskum
ungdómslandsliðum, men ikki vildi vera
náttarlívið fyri uttan
[ Nr. 152 - 12. august 2008 ]