týsdagur 12. august 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
álvari
ættarliðnum, sum seinast í 80-árunum
og tíðliga í 90-unum settu Jugoslavia á
fótbóltskortið. Í altjóða fótbólti hevur
hann fleiri flott úrslit at vísa á sum leikari
í FK Partizan.
Er trupulleikin tann sami í føroyskum
fótbólti – at evnini eru har, men tú vil
ikki stríðast fyri tí?
- Hugburðurin til fótbóltin í Føroyum er
nógv øðrvísi. Tað eigur tað eisini, um tú
samanber yrkisfótbólt og áhugafótbólt.
Tað er himmalvíður munur. Her er tað
bara soleiðis, at sleppur tú ikki at spæla,
so skiftir tú felag. Sleppur tú heldur ikki
upp á lið har, gevst tú við fótbóltinum. Frá
ungum árum skal vinnara- og stríðsviljin
leggjast í hvønn einasta spælara. Tí evni-
ni eru avgjørt til staðar til 18 ára aldur.
Men har steðgar tað.
Hvat er tín loysn?
- Altso, ein og hvør kundi skriva
eina bók um, hvat er rætt og skeivt við
fótbólti. Men fyri at lyfta títt egna støðið
sum føroyingur, noyðist tú avstað. Og
ikki bara í seks mánaðir ella eitt ár. Gev
tí eini fimm ár, og gloymi Føroyar. Tú skal
venja teg við at verða í leikarahópinum
á 22 mans og stríðast fyri tínum plássi.
Tú verður noyddur at taka handan túr-
in út á beinkin. Hugsa tær, tá tú hev-
ur fingið viðgongd í útlandinum. Tú
verður fantastiska glaður fyri tær upp-
livingarnar, tú fært. Eg havi spælt fleiri
grannauppgerðir við Partizan móti Reyðu
Stjørnu, har eini 100.000 áskoðarar hug-
du at. Eg gloymi tað ongantíð. Tað eru
slíkar upplivingar, tú skalt koma heim til
Føroya við einaferð. Teir eru fleiri, sum
koma heimaftur. Spyr teir, hvussu teir
kenna tað. Eg trúgvi ikki, teir hava givið
tí ein møguleika. Um tú vilt, er einki ógjør-
ligt. Tað er ikki bara at royna tað – men
at fullføra tað!, sigur serbiski klaksvík-
ingurin Alexander Djordjevic at enda.
Heimaarbeiði betrast
Alexander Djordjevic flutti sum 32 ára
gamal til Føroya í 2001, har hann saman
við venjaranum Tomislav Sivic skuldi
royna at lyfta sigursvanda KÍ aftur á
ovastu rók.
Kendi tú nakað trýst á tær sum útlend-
ingur í bestu føroysku deildini?
- Nei, ikki beinleiðis nakað trýst. Men
eg kendi tað sum mína skyldu at próg-
va nakað. Klaksvíkin tók ótrúliga væl
ímóti mær, og tá fólk stuðlaðu mær so
væl, mátti eg løna teimum tað aftur
á vøllinum. Tí tað er ikki lætt at flyta
til Føroya. Veðrið, vallirnir og øðrvísi
umstøðurnar eru torførar at venja seg við
í byrjanini. Og sjálvandi, um eg ikki mun-
aði á liðnum, vóru fjeppararnir eftir mær.
Men feløgini kundu gjørt heimaarbeiði
munandi betri. Tað loysir seg ikki at taka
onkran tilvildarliga aðru ella triðjudeildar
leikara onkrastaðni frá, og gera avtalu
við hann. Tú noyðist at kanna fortíðina
hjá einstøku spælarunum, so tú veitst,
hvat teir standa fyri, slær Alexander
Djordjevic fast.
Serbin stórtrívist í Føroyum í dag.
Hann hevur føroyska konu, og staðfestir,
at hann ikki ynskir seg í øðrum landi
enn teimum 18 brimbradu oyggjunum
í norðuratlanshavinum. Ætlanin er at
byggja hús í Klaksvík. Sum hann sjálvur
sigur tað.
- Eg haldi ikki, at eg nakrantíð havi
sovið betri enn eg geri í Føroyum.
Uni Holm Johannesen
Rólant Waag Dam
Myndir: Álvur Haraldsen
Føroyar eru næst vánaligasta landslið í Evropa. Vit hava ikki
fingið nakað stig í hvørki EM- ella HM undankapping síðan
2004. Seinastu árini hava vit raplað niður eftir styrkislistanum
hjá FIFA. Í løtuni liggja vit nummar 196 – bara 11 lond eru
aftan fyri okkum.
Sosialurin varpar komandi vikurnar ljós á keðiligu gongdina.
Vit leita eftir orsøkunum til, hví tað gongur so illa í hond og
spyrja hvat skal til fyri at venda óhepnu gongdini?
Lesið fjórða part í røðini um kreppuna í føroyskum fótbólti.
Í blaðnum hósdagin
verður prátað við
Jákup Mørk um sama
evni
7. partur
19
[ Nr. 152 - 12. august 2008 ]
- Eg vil ikki siga, at eg ikki tímdi. Men
eg kundi verið væl meira seriøsur.
Men eg hevði og havi eitt frálíkt lív.
Mær dámdi sera væl náttarlívið, og eg
iðri meg ikki um nakað ballingarkvøld
í dag. Og soleiðis vildi eg hava tað,
sigur Alexander Djordjevic