Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. august 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 152 - 12. august 2008 ] Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Lítillátin, men treiskur. Andreas Lava Olsen hevur langt um leingi fingið sítt gjøgnumbrot í føroysk­ um fótbólti. Hóast hann nú í fleiri ár hevur verið skýrdur sum eitt tað størsta føroyska talentið, so er tað ikki fyrr enn nú, at hann hevur prógvað seg. Leirvík­ ingurin hevur ikki verið sinnaður at flyta úr barn­ dómsfelagnum LÍF, sum seinastu mongu árini var í næstbestu deildini. Nú hev­ ur hann tikið stigið í For­ muladeildina, og eftir ein­ um hálvum ári hevur hann longu landsliðsúttøku at gleðast um. Gingið skjótt Andreas Lava Olsen hevur verið millum stuðulsleikarar­ nir hjá Víkingi í hesum kapp­ ingarárinum. Felagið hevur fingið eina góða byrjan, og tað er millum annað orsaka av sannførandi avrikunum hjá Lava­manninum, sum er eyknevnið, hann gongur und­ ir. Hann er eisini toppskjútti í Gøtu við seks málum. Eftir stóru viðgongdina seinasta hálva árið, iðrar Andreas Lava Olsen seg, at hann ikki hevur tikið skiftið í bestu deildina áðrenn? ­ Bæði og. Eg havi verið í stórari framgongd í hesum kappingarárinum, meðan eg undanfarin ár ikki havi kunnað gjørt vart við meg á sama hátt. Men eg var eisini noyddur at skifta. Eg sá javnaldrarnar gera stórt framstig, og eg kundi ikki bara standa í skugganum. Hví hevur tú so víst Formulafeløgum aftur fleiri ferðir? ­ Loyalur! Nei, eg veit ikki. Leirvík er mítt heim, og LÍF er mítt barndóms­ felag. Mær dámdi ótrúliga væl í grønu troyggjuni, og eg havi havt tað ótrúliga gott. Men eg kann so staðfesta, at eg ikki hevði spælt í Leirvík í hesum kappingarárinum. Tann tíðin var nú farin. Hevði Víkingur ikki verið veru­ leiki, so hevði eg spælt í øðrum Formulafelag í dag, slær Andreas Lava Olsen fast. Hann leggur afturat, at hann ongantíð hevur fingið konkret tilboð úr útland­ inum, og hann av tí sama ikki hevur víst hesum aftur. Fantastisk kensla Vónirnar vóru stórar til unga leirvíkingin vóru stórar, tá tað gjørdist greitt, at hann í hesum kappingarárinum skuldi umboða Víking. Men hann skuldi hava sína tíð. Framherjin var ofta á beinkinum fyrstu umførini, men við miðvísum arbeiði hevur hann verið millum mest eyðsýndu leikararnar í føroysku kappingini, nú ár­ sins útgávu av Formula­ deildini er hálvliðin. Hósdagin í farnu viku kunngjørdi Jógvan Martin Olsen teir leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í venjingardysti móti mætu fótbóltstjóðini Portugal. Millum nøvnini var Andreas Lava Olsen. ­ Jú, kenslan er fantastiskt. Ein tílíkt úttøka prógvar, at tú hevur víst nakað skila­ gott. At onkur hevur lagt teg til merkis. Fleiri hava sagt við meg, at eg burdi verði úttikin, men sjálvandi var eg bilsin av hesum, sigur Andreas Lava Olsen flennandi. Hóast hann fyrr ikki hevur fylgt dreyminum, so hevur lítillætni leirvíkingur ambitiónir. Ambitiónir at sleppa uttanlands at spæla. ­ Eg eri fúsur at stríðast fyri tí. Eg vil røkka so langt sum gjørligt. Men nú hugsi eg um Víking og hetta kapp­ ingarárið, sigur leirvíking­ urin Andreas Lava Olsen. FSF hyggur at norskum leikvøllum ­ Vit eru farin at hyggja eftir norskum fótbóltsvøllum fyri at kann fortreytirnar fyri einum tjóðarleikvølli í Føroyum. Í sambandi við at vit eru í fer vi at orða tørvin fyri einum tjóðarleikvølli hava vit fingið góða hjálp frá norska fótbóltssambandinum, sum vísir okkum runt til fýra ymsar leikvøllir á nøkulunda somu stødd, sum vit ynskja. Høgni í Stórustovu, FSF­forseti, og starvsnevndin er í hesum døgum í Noregi. Tað skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum, har forsetin greiðir frá. Starvsnevndin var sunnudagin í Ålesund og hugdi at leikvøllinum, nevndur Colorline Stadion. Mánadagin gekk leiðin til Sogndal við somu ørindum. Eftir á ferðini er at hyggja at vallunum hjá Stabæk í Oslo og Komplett no Arena í Sandefjord. Símun skoraði og sigraði Liðið hjá Símuni Samuelsen vann 4­1 á ÍA í kvøld. Símun gjørdi fyrsta málið hjá Keflavík. Longu tá níggju minuttir vóru spældir hevði suðuroyingurin í Íslandi lagt Keflavík á odda, og í steðginum var støðan 2­0. Stutt eftir steðgin minkaði ÍA um munin, men innskifti Patrik Ted Redo gjørdi tvey mál seinasta korterið av dystinum. Símun Samuelsen spældi allan dystin sum álopssinnaður miðvallarleikari í vinstru. Við sigrinum í kvøld er Keflavík einans eitt stig aftanfyri oddaliðið FH. Tey bæði liðini hava spælt 15 dystir hvør. ÍA liggur undir niðurflytingarmarkinum og er næstniðast við sjey stigum. Tað er tvey fleiri HK, men seks færri enn Fylkir, sum liggur beint omanfyri markið. Leirvík er mítt heim Anton Skoradal stendur, sum tann fyrsti nakratíð, á odda fyri felagsliðnum úr Gøtu og Leirvík. Hann frøist sjálvsagt um at hava Andreas Lava Olsen á liðnum. ­ Hann hevur sjáldsamar eginleikar, sum vit ikki síggja í føroyskum fótbólti í dag. Eg kann ikki minnast nakran, faktist. Hann er óhugnaliga skjótur og sterkur, og samanrenningin riggar ótrúliga væl. Hann hevur stríðst fyri hesum framstignum, og tað er uppiborið, at hann nú er í landsliðshitanum. Hvussu langt kann Andreas Lava Olsen røkka við fótbóltinum? ­ Tað er ógjørligt at siga. Vit hava áður sæð, at okkara størstu talent ikki sleppa longri enn til Danmarkar. Men viljin drívur verkið, og persónliga hevði hann heilt vist staðið seg aðrastaðni. Men eg kann ikki siga hvar, slær Anton Skoradal, venjari hjá Víkingi, fast. Sjáldsamar eginleikar - Leirvík er mítt heim, og LÍF er mítt barn- dómsfelag. Mær dámdi ótrúliga væl í grønu troyggjuni, og eg havi havt tað ótrúliga gott. Men eg kann so staðfesta, at eg ikki hevði spælt í Leirvík í hesum kappingarárinum. Tann tíðin var nú farin, sigur Andreas Lava Olsen, sum hósdagin í farnu viku fekk landsliðsboð - Jú, kenslan er fantastiskt. Ein tílíkt úttøka prógvar, at tú hevur víst nakað skilagott. At onkur hevur lagt teg til merkis, sigur Andreas Lava Olsen Savnsmynd