Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. august 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 152 - 12. august 2008 ] Við tveimum málum í fyrra hálvleiki tók danin Brian Andresen luftina úr fuglfirðing­ um, tá B68 vitjaði. Við týðandi sigrinum hevur B68 seks stig til niðurflyting Dystarfrásøgn Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Hóast navnið ikki var heilt ókent í føroyskum fótbólti, so vóru vónirnar skiftandi, tá 34 ára gamli Brian Andresen gjørdi avtalu við B68 í summar. Annars evnaríki Ahmed Keita hevur ikki skotið fleiri enn tvey mál í Formuladeildini, og á nógvar mátar varð ikki væntað, at Andresen skuldi loysa trupulleikan. Men hesum fordómum gjørdi hann til skammar í gjár. Við tveimum málum tryggjaði danski framherjin trý sera týðandi stig til B68. Fyrst stýrdi hann við innaru síðuni av fótinum niður í handara málhorn eftir uppspæl frá Dánjal Paula Højgaard, áðrenn hann setti høvdið á frísparksinnlegg og økti um leiðsluna. Spælt í Vági 34 ára gamli Brian Andresen hevur spælt í føroyskum fótbólti fyrr. Í 2003 og eitt skifti í 2004 umboðaði hann VB, uttan stórvegis úrslit. Um jólini árið eftir, í 2005, valdi táverandi mál­ revurin í Glostrup at gevast við fótbóltinum. Men fyrrverandi venjarin í B68 og HB, Frank Skytte, fekk sannført hann um at halda fram, og Andresen hevur síðan skotið mál í Glostrup í hópatali. Toftamenn kundu í gjár frøast um áleyparan, sum sendi gestirnar á sigurskós. Løgdu bragdliga fyri B68 var leikliga omaná í fyrra hálvleiki. Serliga eftir fyrsta málið trýstu gestirnir í løtum, og Andresen hevði møguleikan at skjóta hattrick, men hann skallaði omanfyri. ÍF hevði lítið at bjóða. Fritleif í Lambanum var aftur á miðvøllinum, men saman við Høgna Madsen og Balasz Sinkó byrjaðu teir sjáldan vandamikil uppspøl. Tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at fugl­ firðingar løgdu nógv fyri. Teir royndu at trýsta fyri at fáa spenning í aftur dystin. Pól Jóhannus Justinussen, sum hevur trokað liðskip­ aran Arnbjørn Danielsen á høgra vongverjan, vísti sannførandi spæl, og átti sína orsøk í, at heimaliðið ikki hevði nakran nevnis­ verdan møguleika. Tá dysturin var ein tíma gamalur var Knút Vesturtún, sum loysti av Jonn Thomsen óheppin. Bólturin tók í hondina, og Dagfinn Olsen peikaði á brotsparksblettin. Úr ellivu metrum sendi Jann Ingi Petersen framvið. Jóan Símun gjørdi bart Ungi Jóan Símun Edmunds­ son var innskiftur fyri Brian Andrsen tíðliga í seinna hálvleiki. Danin noyddist av vøllinum við skaða. Toftamaðurin gjørdi veru­ liga bart móti endanum, og við flottasta málinum í Fuglafirði staðfesti hann sigurin. Einsamallur dróg hann við bóltinum frá mið­ hálvuni, setti tveir mótstøðu­ leikarar av, áðrenn hann úr tjúgu metrum við vinstra beininum smekkaði niður í málhornið. Eitt mál, sum væl lýsir hansara eginleikar. Skjótur, sterkur, frálíkan bóltførleika og gott skot. Andy Olsen minkaði um munin í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, tá hann úr stuttari fjarstøðu lyfti upp um Vlada Filipovic. Trý sera týðandi stig til B68, sum nú hevur seks stig til niðurflyting. ÍF hev­ ur somuleiðis 20 stig, men tað er umráðandi at fáa stig næstuferð, tá fuglfirðingar vitja heima á Sandi. Andresen søkti fuglfirðingar ÍF – B68 1-3 (0-2) 0-1: Brian Andresen, 25. 0-2: Brian Andresen, 37. 0-3: Jóan Símun Edmundsson, 81. 1-3: Andy Olsen, 90. Dómari: Dagfinn Olsen ÍF: Andras Gango – Áki Petersen (66.: Frank Poulsen), Bartal Eliasen, Knút Vesturtún, Jan Ellingsgaard – Fritleif í Lambanum (88.: Alex Jovevic), Høgni Madsen, Balasz Sinkó – Andy Olsen, Helgi L. Petersen, Nenad Saric (72.: Debes Danielsen) Gult kort: Bartal Eliasen B68: Vlada Filipovic – Arnbjørn Danielsen, Jóhan Dávur Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen, Øssur Hansen – Jann Ingi Petersen (88.: Jann Martin Mortensen), Ndende Ada- ma Guéye – Kristian Anthon Andreasen, Brian Andresen (54.: Jóan Símun Edmundsson), Dánjal Pauli Højgaard (87.: André Olsen) – Ahmed Keita Gult kort: Jóhan Dávur Højgaard, Jann Ingi Petersen og Jóan Símun Edmundsson FAKTA Ikki nær námind bjargingini Bill M. Jacobsen, venjari hjá B68, frøist um tilgongdina av Brian Andresen. ­ Hann hevur stóran týdning. Vit høvdu skotið 9 mál í 15 dystum, og nú hava vit skotið fýra mál í tveimum dystum. Tað sigur eitt sindur. Hann er eitt umráðandi bindilið í okkara spæli. Og tað hugsa vit mest um. Tað hevur ikki týning, hvør skjýtur málini – bara tey koma, staðfestir venjarin. Tit hava seks stig frá niðurflyting nú, hvussu langt eru toftamenn frá bjargingini. ­ Vit eru ikki nær námind henni enn. Tað er nógv arbeiði eftir at gera. Tað eru 30 stig at spæla um, og komandi vikurnar hava vit eina rúgvu av lykladystum, sum fara at avgera alt, sigur Bill M. Jacobsen, sum metti sigurin vera væl uppibornan í gjár. Brian Andresen, til vinstru, hevði avgerandi leiklut í týðandi sigrinum hjá B68 í Fuglafirði í gjár Mynd: Álvur Haraldsen Atgongumerkjasølan byrjað Í komandi mánaði byrjar aftur ein undankapping hjá føroyska landsliðnum. Nú í heyst eru tveir dystir á skránni, og longu nú er møguliga at tryggja sær atgongurmerki. Á middegi í gjár lat sølan upp, og prísurin í forsølu er nakað bíligari enn atgongumerkini við inngongina.Tað verður dýrari at verða á Tórsvølli, tá Eysturríki vitjar í føroyska høvuðsstaðnum. Atgongumerkið fyri vaksin kosta tá 250 krónur, meðan prísurin til dystin móti Rumenia er 200 krón­ ur. Børn gjalda ávíkakast 75 og 50 krónur. Tað er møguligt at keypa umvegis alnetið. Hetta á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum. Runavíkingar gjørdu innrás Fimm runavíkingar vóru á vøllinum, tá ÍF og B68 hittust í Fuglafirði í gjár. Andy Olsen, Helgi L. Petersen, Debes Daniel­ sen, Pól Jóhannus Justinussen og Jann Martin Mortensen hava allir sína fótbóltsuppaling í NSÍ. Har afturat hevur Alexander Jovevic spælt við føroyameistarunum úr Runavík. Tað er eitt sindur løgið at hugsa sær, tí NSÍ klárar í hesum døgum illa at hava fullan bonk til landskappingardystir!