týsdagur 12. august 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 152 - 12. august 2008
tíðindi
Norðurlendska
dramatikara
heiðurslønin varð
leygardagin latin
finska leikskaldi
num Juha Jokela
fyri leikritið ”Funda
mentalisturin”, ið
føroyski leikbólkurin
TVAZZ setti upp í fjør
Sjónleikur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Millum heili 200 leikrit
valdi Nordisk Teaterunion
(NTU) í ár at lata finska
leikskaldinum Juha Jokela
norðurlendsku dramatikara
heiðurslønina fyri leikritið
”Fundamentalisten”
frá
2006.
Leikurin
snarar
kring
ymsar fatanir av trúgv og
átrúnað, og vakti hann
stóran ans, tá leikbólkurin
TVAZZ framførdi hann í
Føroyum í fjør heyst.
Vónríkur leikur
Í grundgevingini fyri at lata
finska leikskaldinum heið
urslønina var millum annað
sagt, at ”Fundamentalisten”
er ein upplívgandi, intelli
gentur og vónríkur leikur
um átrúnað, um menniskju
fjøtraði av átrúna og um
samanbrestin millum ymsar
fatanir av trúgv.
Víðari varð sagt, at leik
urin hjálpir tær at síggja, at
fundamentalisma
er
so
nógv meira enn trongskygdir
menn í turban og gevur
tær møguleika at kaga inn
í tankaverðina hjá funda
mentalismuni ístaðin fyri
bert at fordøma. Ein tekstur,
ið borar óvanliga djúpt nið
ur í grundleggandi spurn
ingar hjá menniskjanum.
Eisini er leikurin genialur í
sínum einfalda dramaturg
iska bygnaði genialur. Mál
ið í leikinum avdukar tann
iva, sum goymir seg aftan
fyri tilvandu leiklutirnir og
tankamynstini hjá persón
unum á pallinum. Leikurin
hevur verið spældur í seks
ymsum leikhúsum síðani
frumframførsluna á Teater
Jurkka í Finlandi í 2006.
Føroysk luttøka
Handanin av heiðurslønini
fór fram í Tampere, sum var
karmur um sjónleikafesti
valin Nordic Showcase and
Drama Forum í farnu viku.
Í hesum sambandi varð
føroyski
leikbólkurin
TVAZZ boðin við at gesta
framføra ”Fundamentalist
en”. Tað var eisini TVAZZ,
sum stóð fyri fyrstu upp
setingini av leikinum uttan
fyri Finland, tá tey fram
førdu leikin í Føroyum í
fjør heyst, og vóru tað somu
leikararnir, Bárður Persson
og Gunnvá Zachariasen,
sum framførdu í Tampere.
Spælt varð á føroyskum við
enskum og finskum undir
teksti, og varð leikurin sera
væl móttikin. Á sjónleika
festivalinum
varð
eisini
skipað fyri kjakfundum av
ymsum slag. Eitt nú luttók
føroyski
søgufrøðingurin
Hans Andreas Sølvará í
kjaki
undir
evninum
’Taboos in the Theatre’ sam
an við umboðum úr Íslandi,
Svøríki og Danmørk.
Hørð kapping
Norðurlendska dramatikara‒
heiðurslønin verður annað
hvørt ár latin einum leiki,
sum hevur havt frumfram
førslu seinastu tvey árini.
Í uppskoti til heiðurslønina
í ár vóru so frægir leikir
sum:
”Fundamentalisten”
eftir Juha Jokela, Finland,
”Óhapp!” Eftir Bjarni Jóns
son, Ísland, ”Om et øjeblik”
eftir Peter Asmussen, Dan
mark, og ”Valerie Solanas
ska bli president i Amerika”
eftir Sara Stridsberg, Svø
ríki.
Ongi leikrit vóru í upp
skoti úr Føroyum og Noreg
í ár. Nevnast kann, at Jóanes
Nielsen fekk heiðurslønina
í 2002 fyri leikin ”Eitur
nakað land weekend?”
Norðurlenska dramatik
araheiðurslønin varð latin á
fyrsta sinni í 1992. Saman
við heiðrinum fylgja 5000
evrur.
»Fundamentalisturin« fekk
dramatikaraheiðurslønina
Finska leikskaldið Juha Jukela
Føroyski leikbókurin TVAZZ varð boðin við at gestaframføra ”Fundamentalisten” í sambandi við
at finska leikskaldið Juha Jokela um vikuskiftið fekk Norðurlendsku Dramatikaraheiðurslønina
fyri leikin
»Ein regla um
dagin má vera
nokk« er heitið á
nýggjum filmi, har
Katrin Ottarsdóttir
borðreiðir við gloypi
bitum av listamanni
num Tóroddi Poulsen
Filmur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Filmsrøðin
hjá
Katrin
Ottarsdóttir
um
føroysk
listafólk og teirra skapanar
tørv heldur nú fram. Annar
filmurin í røðini av trimum
er nú á veg, og hevur virkna
filmskvinnan hesuferð vent
upptøkutólinum móti yrkj
aranum og listamanninum
Tóroddi Poulsen.
Tóroddurska tíðin
Tóroddur Poulsen (f. 1957)
verður ofta lýstur sum
”svarti punkpoeturin”. Og
hóast lýsingin kann tykjast
ov trong, so er tað júst hans
ara anarkistiska, eksperi
menterandi og sniðfundiga
tilgongd til yrkingina eins
og til lívið, ið eyðkennir
hansara listarliga virkið
sum yrkjari, myndlistamað
ur og tónleikari.
Sermerkti
listamaðurin
letur ikki hvønn sum helst
sleppa inn i sín heim. Og
innkomin
mátti
Katrin
Ottarsdóttir sanna, at tað
var ávíst, hon mátti lata sær
lynda
At vera saman við Tór
oddi merkir, at tú mást sætt
ast við, at her gongur tíðin
við tí ferð, sum Tóroddur
heldur, at hon skal ganga
við. Ikki skjótt, ikki seint,
men
Tóroddurskt,
sigur
Katrin Ottarsdóttir og legg
ur afturat.
Tankar og hugskot
koma, tá tey koma, kanska
koma ongi orð tann dagin,
tú vilt hava tey at koma;
men so koma tey tess sterk
ari tann dagin, tá tú ikki
hevði roknað við nøkrum.
Hon leggur afturat, at
saman við Tóroddi ber tað
ikki til at spáa um nakað.
Tóroddur sigur ikki hvat
sum helst við hvønn sum
helst, og eitt upptøkutól ger
teg hvørki meir ella minni
áhugaverda í hansara eyg
um.
Tóroddur veit, nær hann
hevur givið tær eina hósk
andi dosis. Og hann er ikki
oyðslutur. Ofta fært tú onki.
Og so allíkavæl ...! Lurtar
tú væl, er tað altíð hatta
Tóroddurska, og tað eru
hesar gloypibitar, sum eg
fegin vil geva øðrum lut í,
sigur Katrin Ottarsdóttir í
sambandi við, at filmurin
nú er á veg.
Trilogi av lista
portrettum
Fimurin ”Ein regla um dag
in má vera nokk” er annað
portrettið av trimum hjá
Katrini Ottarsdóttir av før
oyskum listafólkum. Tað
fyrsta var um myndahøgg
aran Hans Paula Olsen í
filminum ”Ongin kann gera
tað perfekta”, meðan tað
triðja verður um rithøvundan
Jóannes
Nielsen.
Tann
filmurin er longu í gerð.
Tað er Blue Bird Film, ið
hevur framleitt ”Ein regla
um dagin má vera nokk”
við stuðli frá Mentanar
grunni Landsins, Menta
málaráðnum, Eik Banka,
Fjølrit, Listafelag Føroya
og
Føroya
Skúlabóka
grunni.
Filmurin um Tóroddur
Poulsen verður frumsýndur
á Bryggjuni 17. og 18.
september klokkan 20, har
høvi eisini verður at hitta
Katrin Ottarsdóttir til eitt
prát um filmin.
Gloypibitar av Tóroddi Poulsen
Frá filminum hjá Katrini Ottarsdóttir ”Ein regla um dagin má vera nokk” um listamannin Tóroddur Poulsen