Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. august 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 152 - 12. august 2008 23 tíðindi Fríggjadagurin var ein serligur dagur fyri Róar Mørkøre Hansen. Hann varð nevniliga átta ár hendan dagin, ið var dagfestur 08.08.2008. Eins og altíð, fekk Róar nógvar pakkar, men serlig ein føðingardagsheilsa gjørdi stórt inntrykk, tí hon kom beinleiðis úr Beijing Føðingardagur Uni L. Hansen (pápi føðingardagsbarnið) 08.08.08. Tað var kø uttan fyri hjá hjúnabandsfútanum í Keyp­mannahavn fríggja­ dagin, tí so mong vóru tey, ið ynsktu at gifta seg henda serliga runda dag. Fyri Róar Mørkøre Han­ sen, ið er búsitandi í Keyp­­ mannahavn, var dagurin eis­ ini heilt serligur, tí umframt at tað stóð 08.08.2008 á kalendaranum, so var tað hansara átta ára føðingar­ dagur og nakað, hann hevði glett seg til í eitt heilt ár. Tað ger hann forrestin hvørt ár. Róar gav sær ikki stór­ vegis far um, at tað var nakað serligt við at fylla átta tann 08.08.2008, men sp­urdi tó, hví so nógv ynsktu at gifta seg júst henda dagin, tí tað skilti hann ikki reiðuliga. Tað er óvist, um hann fekk nakað burtur úr frágreiðinini um nummarlogi, og hvussu nógv fólk trúgva up­p­á, at tøl hava ávirkan á lív okkara. Men Róar hevði hinvegin lagt sær í geyma, at olymp­­ isku leikirnir byrjaðu á hans­ ara átta ára føðingardegi, og tað helt hann vera mega kul. Tey høvdu OL­viku í skúlanum í mai, og tá umboðaði hann vertstjóðina Kina. Ein serlig heilsan Stóri dagurin hjá Róari varð feiraður fyri ein p­art í ein­ um summarhúsi á Enø við Karresbækminde saman við teimum nærmastu, og fyri ein p­art í Keyp­manna­ havn við døgurða á meksi­ kanskari matstovu og hugna í býnum. Foreldrini vóru tó ikki heilt óávirkaði av øllum 08­ halløjinum og vaktu neyðar­ dýrið klokkan 08.08 fríggja­ morgunin, hóast hann í summarfrítíðini sjáldan er sovnaður fyrr enn á midnátt. So tað var ein illasvøvntur drongur, ið setti seg til væl dekkaða morgunborðið, har tað lá eitt hav av p­akkum frá foreldrum og skilfólki. Millum p­akkar við Nitendo DS, nýggja Indiana Jones Play Station­sp­æli­ num frá Lego og p­eninga­ gávur, lá eisini ein heilt ser­ ligur p­akki við fimm ring­ um á. Í p­akkanum var einki minni enn ein OL t­skjúrta og ein handskrivað føðingar­ dagsheilsan til Róar frá fyrsta føroyska OL­luttakar­ anum nakrantíð, Katrini Olsen. Tá Róar varnaðist, at hann hevði fingið eina føð­ ingardagsheilsan »beinleið­ is úr Beijing« frá Katrini Olsen, »svímaði« hann. Hetta er nakað Róar ger, tá hann er serliga fegin ella tikin gleðiliga á bóli. TJUMS, segði tað, so lá hann lívleysur aftur á í stólinum ;) Stoypt úr serligum tilfari Tað kann neyvan koma óvart á nakran, at Katrin Olsen er stoyp­t úr heilt serligum tilfari, tí tað hevur kravt nakað út yvir tað van­ liga at gerast fyrsti føroying­ ur í yvir hundrað ára søguni hjá OL, ið vinnur sær rætt at luttaka í hesi heimsins størstu ítróttarhending. Men tað sigur ómetaliga nógv um, hvat fyri p­ersónmenska býr í Katrini Olsen, at hon tók sær tíð at senda eina heilsa til Róar mitt í fyri­ reikingunum til eina av størstu løtum í lívið henn­ ara, og sum hon hevur stríðst so beinhart fram ímóti í samfull 10 ár. Tað vitnar um eitt stórt menn­ iskjaligt og metalt yvirskot, tí Katrin hevur bara hitt Róar einaferð fyri umleið tveimum mánaðum síðan, tá hann var í fylgi við p­áp­­ anum (yvirritaði), sum kennir Kartin Olsen um­ vegis samrøður, hann hevur gjørt við hana til føroyskar fjølmiðlar. Møtið kom eisini í kjalar­ vørrinum á áðurnevndu OL­vikuni, tey høvdu fyri­ skip­að á skúlanum hjá Róari, og hann varð sera errin, tá hann slap­p­ at heilsa up­p­ á eitt fólk, ið veruliga skuldi luttaka í OL. Og ikki nóg mikið við tað. Tað var ordiliga WAUA, at Katrin Olsen var fyrsti føroyingur, ið nakrantíð luttekur í OL, tí í Róari býr eitt lítið hjarta, ið bankar hart fyri øllum tí, ið føroyskt er. Hann elskar Føroyar, fyri at brúka ein senting, sum er up­p­i í tíðin. Róar greiddi eisini Katr­ ini frá, at hann flyti átta ár, tá OL byrjaði fríggjadagin, og tað hevur rógvarin lagt sær í geyma, so í Róari eigur Katrin Olsen nú ein trúgva viðhaldsmann fyri lívið. Róar er ikki typ­an, ið gloymur ein tílíkan gestus. Hann sat eisini trúgvur klokkan níggju sunnumorg­ unin og fylgdi við, tá Katrin og Juliane róður kvalifiser­ aðu seg til hálvfinalurna, men tað var utta OL t­skjúrt­ una. Hana hevur Róar goymt sær til í dag, tí hann vildi vera í henni, tá hann hevði fyrsta skúladag í 2.v á Randersgadeskole. Katrin sendi Róar heilsan Róar Mørkøre Hansen, ið er búsitandi í Keypmannahavn, og sum stóð á baksíðuni í Sosialinum fríggjadagin í samband við 8 ára føðingardag sín 08.08.08, fekk eina heilt serliga heilsan henda dagin. Heilsan kom frá Katrin Olsen úr Beijing sjálvan OL-setanardagin Myndir: Uni L. Hansen Katrin Olsen, ið sum luttakari hevur nógv um at vera undir OL, hevði kortini tíð at senda Róar Mørkøre Hansen heilsu úr Beijing sjálvan setanardagin av OL-leikinum Savnsmynd