Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. august 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 152 - 12. august 2008 Stutt Sagt Færri og fleiri flúgva Talið á teimum, sum ferðst við flogførunum hjá týska flogfelagunum Lufthansa, var 1,4 pro­ sent minni í juli enn í juni. Sambært felagnum konst tað av verkfalli mill­ um starvsfólkini, sum gjørdi, at fleiri hundrað av teimum umleið 2.000 dagligu ferðunum hjá felagnum máttu avlýsast. Leiðslan í Lufthansa kann tó ugga seg við, at ferðafólkatalið hjá felag­ num var 33,6 milliónir fyrra hálvár, sum er 4,3 prosent meiri enn sama tíðarskeið í fjør. Enn jalig­ ari er tað, at samtakið, sum nú umfatar Lufthan­ sa og sveisiska flogfelag­ ið Swiss International Air­ lines, hevði 24 prosent fleiri ferðafólk fyrra hálv­ ár enn somu mánaðir í fjør. Inflasjónin veksur Eins og hini londini í Vesturevropa er Danmark eisini rakt av veksandi inflasjón. Hagstovan í Keypmannahavn sigur, at inflasjónin er fýra prosent, og sambært donskum fjølmiðlum hev­ ur inflasjónin í Danmark ikki verið so stór tey sein­ astu 20 árini. Tað er sum nevnt ikki bara Danmark, sum hevur veksandi inflasjón. Í gjár segði bretska stjórnin, at har er inflasjónin 4,6 prosent, og í Íslandi er inflasjónin heili 14,6 prosent, skrivar Morgunblaðið. Drap ísbjørn í sjálvverju Um vikuskiftið leyp ein ísbjørn á ein russiskan vísindamann, sum arbeiðir á Svalbard. Talan var um sjálvverju. Maður­ in var einsamallur í ein­ um tjaldi, tá ísbjørnin leyp á seinnapartin leygar­ dagin, og maðurin visti sær eingi onnur ráð enn at skjóta bjørnina, skrivar norska blaðið Aftenpost­ en. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Tann russiska framferðin tær næstu vikurnar er avgerandi fyri ta politisku ávirkanina í Evropa (Carl Bildt) útlond Russisku her­deildir­­ nar­ í Geor­gia hava í ver­uleikanum kvett landið í tveir­ par­tar­, sigur­ geor­giska innan­ r­íkisr­áðið. Par­tar­nir­ leggja hvør­ annan undir­ kr­ígsbr­otsver­k Innanríkisráðið í Tblisi endurgav í morgun Mikhail Saakashvili fyri at hava sagt, at russiska hernaðará­ takið bleiv víðkað so nógv í gjár, at í veruleikanum hava russar býtt Georgia sundur í tveir partar. Í fyrralagi hava russisku herdeildirnar tikið ræðið í Suðurossetia og Abkhasia, men í gjár søktu russar at fleiri málum í økinum mill­ um teir báðar landspartar­ nar, og sambært georgiskum embætismonnum var enda­ málið at kvetta Georgia tvørturav. Eitt nú tóku russ­ ar býin Gori, og harvið fekk russiski herurin ræðið á tí einasta høvuðsvegnum, sum bindur tann eystara og tann vestara partin av landi­ num saman. Vanliga búgva umleið 50.000 fólk í Gori, men vesturlendsk tíðindafólk siga, at býurin var at kalla manntómur, tá russar tóku hann, tí allir íbúgvarnir vóru flýddir. Russiskir tals­ menn avsannaðu í gjár­ kvøldið, at russiski herurin hevði tikið Gori. Seinni visti tíðindamað­ urin hjá Sky News at siga, at teir tussisku hermenninir høvdu sett kós ímóti Tblisi, men tey tíðindini vórðu ikki váttað. Hinvegin ljóðaði fyri vist, at russiskir her­ menn vóru farnir úr Abk­ hasia og inn í Vestur­Georg­ ia, og ST­eygleiðarar søgdu, at russar høvdu hersett eina georgiska herstøð tætt við býin Senaki. Senaki er einar 40 kilo­ metrar frá abkhasiska mark­ inum, og býurin er uttan fyri tann trygdargeiran, sum er fram við markinum millum Abkhasia og hin partin av Georgia. Krígsbrotsmaður Georgiski forsetin, Mikhail Saakasjvili, skrivaði í gjár undir eina friðaravtalu við russar, men russiska stjórn­ in boðaði alt fyri eitt frá, at hon var ikki sinnað at skriva undir avtaluna. Samstundis kom tann russiski NATO­sendiharrin við óvanliga hvassorðaðum atfinningum at georgiska forsetanum. ­ Russland vil einki hava við tann georgiska forsetan at gera, tí hann er ein krígs­ brotsmaður, segði sendiharr­ in. Orðalagið líkist tí, sum Vladimir Putin, forsætisráð­ harri, brúkti, tá hann vitjaði eina flóttafólkalegu í Norð­ urossetia. Har segði hann millum annað, at georgiski herurin og hansara leiðarar vóru sekir í yvirgangi og fólkamorði. Mikheil Saakashvili sig­ ur í sínum lagi, at Russland fremur tilætlað fólkamorð í Georgia. Eitt mistak Vesturlendskir eygleiðarar siga, at tað var eitt mistak av georgiska forsetanum at gera eina roynd at taka vald­ ið í suðurossetiska høvuðs­ býnum Tshinvali. Ætlan hansara var at taka broddin av teimum suðurossetisku uppreistrarmonnunum, men forsetin hevði eftir øllum at døma ikki væntað, at Russ­ land fór at svara so ógvus­ liga. Summir eygleiðarar halda, at kreppan fer uttan iva at enda við, at Georgia missir bæði Suðurossetia og Abkhasia, og so er spurn­ ingurin, um Mikhail Saakasjvil missir Georgia, siga teir. Fáa einki gjørtt Amerikanski forsetin, Geor­ ge W. Bush, var í gjárkvøldið uttan fyri Hvítu Húsinin við einari viðmerking, sum bleiv send beinleiðis í sjón­ varpi um allan heimin. Bush segði, at altjóða sam­ felagið kann ikki góðtaka ta russisku framferðina í Georgia, og at hann heitti á russar um at gevast við átak­ inum og at taka hermenninar aftur. Bush segði, at russiska átakið tykist hava til enda­ máls at fella ta georgisku stjórnina, og tað kann ikki góðtakast, segði hann, tí slíkt kann ikki góðkennast í 21. øld, sum hann málbar seg. Eygleiðarar í Washington siga, at orðalagið var rætti­ liga hvast, men teir vísa samstundis á, at USA fær einki gjørt við støðuna í Georgia uttan at mótmæla. Russar hava býtt Georgia í tvey Russiska hernaðarátakið í Georgia var nógv meiri umfatandi, at georgiska leiðslan hevði roknað við Mynd: Reuters Russar vilja vera við, at Mikhail Saakasjvil, forseti, er krígsbrotsmaður Mynd: Polfoto