leygardagur 4. august 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 148 - 4. august 2001
Nr. 148 - 4. august 2001
3
Týsdagin 31. juli fóru
tvíburðarnir Eyðun og Árni
av Reyni um tey hálvt
hundrað. Teir eru báðir
kendir
havnarmenn
og
partar av býarmyndini.
Eyðun er listarmaður, og
Árni er lærari.
Foreldrini eru Elsa og
Ingálvur av Reyni. Elsa,
sum nú er pensionerað
sjúkrasystir, er úr Skemm-
uni í Porkeri, og Ingálvur er
havnarmaður – ein av
trimum synum hjá Kristinu
og Jens av Reyni.
Eyðun og Árni eru úr
systkinaflokki upp á átta.
Systrarnar eru Gunnvør,
Ása og Inga, og beiggjarnir
eru Kári, Heri og Ingi, sum
fyri ikki so langari tíð
síðani varð tikin foldum
frá. Heimið hjá Elsu, Ing-
álvi og børnunum var mitt í
býnum – á Ingutrøð.
Árni, sum býr í Hoyvík,
var sum ungur í hand-
verkaralæru hjá Peturi í
Gong. Seinni tók hann hf
prógv í Hoydølum, og so
fór hann á læraraskúlan,
hagani hann leyk prógv í
1984. Síðani tá hevur hann
verið lærari í Hósvík.
Árni hevur verið nógv
uppi í sangi og musikki.
Hann er góður urgu og
klaver spælari, og hann
hevur undirvíst nógv í
spæli. Tað er eingin ivi um,
hvagani hann hevur kláru
og reinu tenorrøddina. Tað
hava fleiri kór – fyrst og
fremst sangkórið í Ebe-
nezer – notið gott av, og
ikki minst í tí frálíku dupult
kvartettini í Ebenezer er
hann hollur.
Árni hevur stóran áhuga
fyri tí farna – ikki minst
Havnini og havnarfólkum. Í
1993 gav hann á egnum
forlagi út bókina Havnin
um aldarmótið, sum abbin,
Jens av Reyni, skrivaði.
Eyðun er giftur við Bjørg
Øssursdóttir í Havn. Tey
eiga tvær døtrar – Duritu og
Ingibjørg. Sum heilt ungur
var Eyðun til skips, og
áðrenn hann fór undir
útbúgving innan listina,
lærdi hann til bilmekan-
ikara hjá farbróðrinum,
Sigird av Reyni.
Í 1971–72 var Eyðun
næmingur á Askou–Jen-
sens
tekniska
skúla
í
Keypmannahavn og frá
1972 og til 1978 var hann á
málaraskúlanum á lista-
akademinum hjá Wilhelm
Freddie. Eftir at hann var
komin heimaftur úr Dan-
mark, og áðrenn hann burt-
urav fór at fáast við listina,
arbeiddi Eyðun í fleiri ár í
svimjihøllini í Gundadali.
Eyðun hevur saman við
Amariel Norðoy og Kára
Svensson málaraskemmu í
gomlu bommfabrikkini hjá
Frants Restorff. Um máln-
ingarnar hjá honum sigur
Bárður Jákupsson soleiðis í
Myndlist í Føroyum:
Málningarnir eru kompo-
neraðir við sterkum litum
og stórum pensilsstrokum í
einum
myndamáli,
ið
abstraherar frá myndevn-
inum. Ein nýromantiskur
litdámur eyðkendi tær stóru
hugbráðu komposisjónirnar
í 1980árunum. Í 1990 árun-
um hevur hann loyst seg frá
koloritti og tí figurativa og
fingið eitt gjøgnumbrot
sum abstraktur málari. Men
tey seinastu árini hevur
hann aftur í størri mun
undirstrikað sambandið við
tað ítøkiliga myndevnið –
linjur, rørslur og flatar sipa
til
veggir,
galvar
og
skjøldrar á húsum. Ein linja
og ein litur kunnu bákna
væðing
og
kvøldroða.
Svartir og violettir litir eru
klangbotnur undir sterkum
reyðum, grønum, bláum og
gulum litbrigdum.
Eyðun hevur góða sang-
rødd, og hann er spentur í
ítrótti. Sum hjá teimum
flestu, ið eru uppvaksin á
Ingutrøð og í økinum har í
kring, er hann íðin B36ari.
Tøkk
Takk fyri sýnda samkenslu, tá elskaði pápi, verpápi,
abbi, beiggi og svágur okkara
Eyðun Poulsen
Tórshavn
doyði og varð jarðaður.
Takk fyri blómur, vitjanir og uppringingar
og takk øll tit, sum hjálptu til.
Eisini takka vit tykkum øllum, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Bjørg, Bárður, Helgi og Hanna
Tøkk
Eina hjartans tøkk
vilja vit siga tykk-
um, sum vístu okk-
um samkenslu og
hjálpsemi í stóru
sorg okkara, tá elsk-
aði sonur okkara
Pauli Holmsund
Kambsdalur
so brádliga varð tikin frá okkum.
Tøkk fyri blómur, kransar, peningagávur,
heilsanir og telefonuppringingar.
Tøkk til øll, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Foreldrini
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu,
tá elskaða kona mín, góða mamma, vermamma,
omma og systir okkara
Bodil Tausen
Tórshavn
so brádliga varð tikin frá okkum.
Tøkk til øll tykkum, sum stuðlaðu og hjálptu til
á ymiskan hátt.Tøkk fyri blómur, kransar og
gávur til Meinigheitshúsið, og tøkk øll tit, ið fylgdu
henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold.
Fyri tey avvarðandi
Klæmint
Hans, Jensina og Halda við familjum
Tøkk
Øllum
tykkum
mongu, sum við
blómum, gávum,
t e l eg r a m m u m ,
uppringingum og á
annan hátt mintust
meg 21. juli, og
gjørdu 50 ára føð-
i n g a r d a g i n
ógloymandi, takki
eg hjartaliga. Eis-
ini vil eg nýta
høvið til at takka
starvsfeløgunum á
posthúsinum í Saltangará og øllum, sum
búgva á postrutu 4 (Oyndarfjarðarrutuni), fyri
avbera gott samstarv og vinarlag, nú eg 1
august hevði 30 ára starvsdag.
Bestu heilsanir,
Kári P. Højgaard
NØVN Í VIKUNI
Reyni brøður fimmti
Í morgin fyllir Dan Reinert
Petrersen, løgtingsmaður í
Fuglafirði, 55 ár.
Dan er ættaður úr Salt-
nesi, Sonur Dáva og Ninnu
Petersen. Reinert navnið
hevur hann frá mammuni
úr Kaldbak.
Dan er útbúgvin lærari.
Hann tók læraraprógv á
Haslev Seminarium í 1972.
Siðan hann komaftur til
Føroya, hevur hann verið
lærari í Klaksvík, á Tvør-
oyri og í Runavík. Flestu
árini - síðan 1975 - hevur
hann verið lærari í Runa-
vík.
Tó hevur hann havt
farloyvi einar tvær ferðir,
meðan hann hevur verið til
skips.
Á valinum í 1998 varð
hann valdur á ting fyri
Javnaðarflokkin í Eysturoy.
Ikki tí at tað var heilt nýtt
fyri honum. Hann hevur
sitið sum eykamaður fyrr.
Hansara politiska hug-
sjón er ikki júst komin
heimanífrá, uppvaksin sum
hann er í støðuføstu sam-
bandvøgguni í Saltnesi,
sum hann sjálvur plagar at
siga.
Eisini plagar at dáma
honum at arga politisku
mótstøðumenninar
á
sjálvsstýrisveinginum við,
at tað var í grundini eisini í
Saltnesi, at vøggan hjá før-
oysku sjálvsstýrisrørsluni
stóð. Tí, sum hann er vanur
at siga, so var tað abba-
beiggin, Fríðrikur Petersen,
próstur, ið sum lærari í
Kirkjubø legði grundina
undir tann partin av okkara
politisku søgu.
Dan Reinert Petersen
hevur í sínum politiska
virki víst stóran áhuga fyri
norðurlendskum samstarvi,
og hevur hann eisini seinnu
árini
umboðað
Føroya
Løgting í Norðurlandaráð-
num. Hann varð aftur-
valdur sum fast umboð Í
Norðurlandaráðið, nú Løg-
tingið kom saman aftur
eftir ólavsøku.
Dan 55 ár
C
M
Y
K
3
2