leygardagur 4. august 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 148 - 4. august 2001
Nr. 148 - 4. august 2001
5
Hanus Kamban gav í
1994, 95 og 97 út út
bók í trimum bindum
um skaldið J.H.O.
Djurhuus. Hesar
koma nú út á donsk-
um. Kona Hanus
hevur umsett og
forlagið Odense
Universitetsforlag
gevur út
BÓKMENTIR
Dagfinn Olsen
Bøkurnar,
sum
Hanus
Kamban
skrivaði
um
ævisøgu Janus Djurhuus,
koma nú út á donskum.
Komið er væl áleiðis og
væntandi koma bøkurnar,
sum á donskum eru í
tveimum bindum, út í
oktober.
- Tað var altíð ein hugsan,
at bøkurnar skuldu koma út
á norðurlendskum máli, t.d.
donskum,
sigur
Hanus
Kamban, tá vit hitta hann
til eitt prátt um útgávuna.
Kona Hanus hevur um-
sett. Ætlanin var at hava
eina stytta útgávu, men
hetta vísti ikki at bera til.
- Hetta var ógjørligt. Tað
vísti seg, at bókin er
skrivað so, at partarnir
grípa inn í hvønn annan. Tí
hevði tað at stytt hana,
verið sum at taka klípur úr
einum garði, sigur Hanus.
Áhugi
Tann stóri spurningurin er
altíð, tá ein situr í Føroyum,
um nakað útlendskt forlag
hevur áhuga í tí ein fæst
við.
- Forløg í øðrum londum
hava ongar fortreytir fyri at
vita nakað um tað, ið kemur
úr Føroyum. Tað vísti seg,
at Odense Universitets-
forlag hevði áhuga í at geva
bøkurnar um Janus út.
Forlagið hevur givið út
nógv vísundaligt tilfar og
hevur eisini traditión fyri at
geva út tilfar úr smærri
londum, í hvussu er Før-
oyum. Tað havi eg sæð, tí
nógv er givið út á forlag-
num viðvíkjandi Føroyum,
sigur Hanus Kamban.
Vakur prentlutur
- Arbeiðið við føroysku
útgávuni byrjaði í desemb-
er í fjør og er komið væl
ávegis. Møguliga verður
prentað í hesum mánaðin-
um og væntandi kemur
bókin út í oktober, greiðir
Hanus Kamban frá.
Á donskum verður bókin
í tveimum bindum, men
verður tó lík føroysku
útgávuni. Forlagnum dámdi
væl føroysku útgávuna, og
metti hetta vera vakran
prentlut. Tí er avgjørt at
nýta útgávuna sum fyri-
mynd.
- Myndatilfarið er mink-
að og tað dámar mær væl, tí
partur av myndatilfarinum í
føroysku útgávuni, vendir
sær til føroyska lesaran,
sigur Hanus.
Nýggj niðurstøða
Tó er ein stórur munur á
útgávunum.
- Eg hevði ein epilog við,
sum eg ongantíð var heilt
nøgdur við. Nú havi eg
skrivað hetta, sum eitt slag
av niðurstøðu. Hetta er heilt
annar tekstur, sigur Hanus
Kamban.
Hetta er skrivað sum
sálarlýsing
av
høvuðs-
persóninum, støða hansara
til mentan og politiska
gongd í hansara tíð. Eisini
kemur Hanus inn á gongd-
ina eftir deyða Janusar og
fram til dagin í dag, eisini
fullveldi. Mett verður um,
hvønn týdning Janus og
hugsanir hansara hava fyri
okkum í dag og fyri gongd-
ina.
- Eg havi eisini viðgjørt
yrkingarnar formilga, bók-
mentasøguliga og komið
verður
inn
á
høvuðs-
hugsanirnar í yrkingunum.
Sum heild er meira av
Hanusi Kamban í hesum
tekstinum, enn í epilog-
inum í føroysku útgávuni,
har talan meira var um
leysar hugleiðingar.
Fortreytir og innlit
Tað sum er spennandi er, at
norðbúgvar
eru
lítið
upplýstir um, hvat fyriferst
í smærru londunum. T.d.
eru fortreytir hjá dønum
ikki til staðar at tosa um
føroyska mentan og poli-
tikk, tí teir hava einki
innlit, sigur Hanus Kamb-
an, sum tó nevnir okkurt
undantak, t.d. Uffa Elleman
Jensen, ið hann metir,
tykist hava innlit.
- Vit eru í tí støðu, at vit
vita nógv um hini, sigur
Hanus.
- Vanligt er at síggja, at
Føroyar
og
føroyingar
verða mettar sum eksot-
iskar ella eru vit sera
oyðslutir, tað er eingin
millumvegur, metir Hanus.
Í bókini verður greitt frá
um samskiftið og samstarv
millum Føroyar og Dan-
mark og Føroyar og onnur
lond. Har er mentanarsøga
og politisk søga. Sumt, ella
tað mesta, hevur ikki verið
á prenti áður í Føroyum ella
Danmark, sigur Hanus.
Hann heldur eisini vera
áhugavert, at portrett eru av
persónum, sum úti í heimi
eru púra ókendir.
- Til dømis V.U. Hamm-
ersheimb, faðirin at skrift-
máli okkara, stóra málfrøð-
inginum Jakob Jacobsen,
har eru háskúlamenninir og
Jákup Dahl, sigur Hanus.
Eisini eru persónar, sum
eru nakað kendari, t.d.
Heðin
Brú,
Christian
Matras og William Heine-
sen.
Tað er 20. øld, ið er
verður viðgjørd, fram til
deyða Janusar, men í epi-
loginum verður farið fram
til dagin í dag.
- Bókin verður vónandi
stuðul í samskiftinum mill-
um Føroyar og Danmark og
Føroyar og Norðurlond,
sigur Hanus og leggur
afturat, at gott samskifti
krevur innlit.
Sjónvarp um Hans A.
Djurhuus
Danska útgávan av bókini
verður eisini at fáa í før-
oysku bókabúðunum.
Tað er ikki hvønn dag, at
føroyskar bøkur koma á
øðrum málnum, enn før-
oyskum, men tað er alt
vanligari nú.
Hanus sigur, at hetta
eisini kemur av, at forløg
fáa styrk frá grunninum
Nordbok, tá tey geva út
týðingar.
Hanus, sum í løtuni býr
niðri, er fyri mentanar-
deildina í Svf í gongd við 3
sendingar um Hans A.
Djuruus, ið sum kunnugt er
bróðir Janus Djurhuus.
Áaastovubrøðurnir,
sum
teir verða róptir, taldust
báðir
millum
mætastu
skøld í farnu øld og varðar
teirra standa enn.
Fyrsta sending um Hans
A. Djurhuus verður send á
Mikkjalsmessu, 29. sep-
tember, sigur Hanus.
- Hetta eru sendingar á
45 minuttir og er heta
lýsing av menniskjanum og
skaldinum Hans A. Djur-
huus, sigur Hanus Kamban.
MASSAGE
1-årig uddannelse
(ca. en weekend om måneden)
Starter: den 25. til 26. august 2001
Sted: Tórshavn
Pris: 1.200 kr./weekend
Jens Melgaard
(lærer, massør og afspændingspædagog, DAP
ring efter program tlf. 0045 38 71 72 93
Gott samskifti
krevur vitan
Bókaverkið hjá Hanusi Kamban í trimum
bindum um skaldið Janus Djurhuus, kemur
nú í danskari útgávu. Í løtuni fæst Hanus við
at gera sendingar um bróðir Janusar, Hans A.
Djurhuus
(Mynd: Dagfinn Olsen)
Nes Sóknar Sjúkra-
kassi mælir til at gera
tað lættari hjá fólki,
sum eru bundin at
einum reseptheili-
vági, at fáa hendan
heilivágin á apotek-
unum. Sjúklingar,
læknar, sjúkrakassar
og apotek skulu ikki
troyttast av fleiri
reseptum um
mánaðin fyri sama
heilivág
HEILIVÁGUR
Eyðun Klakstein
Nes Sóknar Sjúkrakassi
tekur nú stig til, at sjúk-
lingar, sum eru bundnir at
einum ávísum heilivági í
langa tíð, skulu hava lættari
við at fáa hendan heilivági.
- Tað er heilt órímiligt, at
fólk skulu venda sær til
læknan fleir ferðir um
mánaðin fyri at fáa resept
til ein heilivág, sum tey
hava brúkt hvønn dag í
fleiri ár, sigur Hans Pauli
Højgaard, formaður í Nes
Sóknar Sjúkrakassa.
- Tað er púra vanligt, at
fólk brúka fleiri tímar
frammanfyri telefonina fyri
at koma í samband við
læknan hjá sær, so tey
kunnu fáa neyðugu re-
septina. Hetta troyttar fólk
ómetaliga nógv, og tað er
eisini strævið hjá lækn-
unum. Tað eigur at bera til
at gera eina meira lagaliga
skipan, so fólk kunnu fáa
meira heilivág útskrivaðan í
senn, heldur Hans Pauli
Højgaard.
Hann hevur sum formað-
ur í Nes Sóknar Sjúkra-
kassa lagt eitt uppskot fyri
aðalfundin hjá Meginfelag
Sjúkrakassa Føroya, har
hann mælir til, at Megin-
felagið fer at virka fyri eini
meira lagaligari skipan.
Nýggja skipan
Skal ein broyting gerast, so
má tað millum annað gerast
í samráðingum við komm-
unulæknarnir, tí tað eru
teir, sum gera av, hvussu
nógvan heilivág ein sjúk-
lingur skal hava í senn.
Tað er vanligt, at lækn-
arnir ikki vilja lata einum
fólki heilivág fyri longri tíð
á somu resept. Hetta gera
teir, so teir kunnu fylgja
gongdini hjá sjúklinginum.
- Vit mæla ikki til, at
læknarnir verða tiknir á
ræði, men heldur, at ein
meira
hóskandi
skipan
verður gjørd, so tað verður
lættari hjá øllum pørtum.
Tað hevði til dømis uttan
iva borið til at gjørt eina
telduskipan, har læknar,
sjúkrakassar og apotek
kundu verið við, heldur
Hans Pauli Højgaard.
Øll líða
Hann sigur, at orsøkin til
uppskotið hjá sjúkrakass-
anum í Nes Sókn er, at fólk
í økinum hava gjørt vart við
seg. Hann sigur seg kenna
nógvar søgur um fólk, sum
hava stórt stríð av at fáa
reseptheilivágin, sum tey
hava fyri neyðini.
- Ein maður, sum hevði
fingið diabetis, varð til
dømis noyddur at ringja
eina ferð um vikuna til
læknan fyri at fáa resept til
insulin, sigur Hans Petur
Højgaard.
- Tað eru nógvar aðrar
líknandi søgur, og tær vísa
eina órímiliga skipan, har
bæði læknar, sjúklingar og
sjúkrakassar eru taparar.
Sjúklingar hava óneyðugt
stríð fyri at fáa heilivág,
læknar verða órógvaðir
óneyðuga nógv, og um-
sitingin hjá sjúkrakass-
unum kostar meira enn
neyðugt.
Aðalfundurin taka
støðu
Aðalfundurin hjá Megin-
felag Sjúkrakassa Føroya
verður 23. februar, og tá
kemur uppskotið frá Nes
Sóknar
Sjúkrakassa
til
viðgerðar.
Um aðalfundurin tekur
undir við uppskotinum,
verður tað upp til nevndina
í Meginfelagnum at arbeiða
fyri málinum.
Formaður í Meginfelag
Sjúkrakassa Føroya er Tór-
bjørn Mikkelsen í Havn,
meðan
Jórun
Gaardbo
Olsen er næstformaður.
Skal verða lættari at fáa heilivág
Sjúklingar hava óneyðugt stríð fyri at fáa heilivág, læknar verða órógvaðir óneyðuga nógv, og umsitingin hjá sjúkrakassunum
kostar meira enn neyðugt. Tí má skipanin broytast, heldur formaðurin í Nes Sóknar Sjúkrakassa
Myndin er av apoteksútsøluni í Runavík
Skiparin á Rasmusi
Effersøe bað sjálvur
um, at málið varð
loyst við
sektauppskoti
ÓLÓGLIG VEIÐA
Málið um trolveiðuna hjá
Rasmusi
Effersøe,
har
skipið royndi við ov smáum
meskum, er avgreitt. Skip-
arin hevur tikið við eini bót
upp á 40.000,- krónur.
Tað var skiparin sjálvur,
sum undir avhoyringunum
á Tvøroyri í gjár, bað um, at
málið varð loyst soleiðis,
sigur Linda Hesselberg,
politifulltrúi á Fútaskriv-
stovuni í Havn.
Fútin kom síðan við upp-
hæddini,
sum
skiparin
góðtók.
Hann
hevði
frammanundan viðgingið,
at meskarnir vóru í so
trongir.
Rasmus Effersøe fór á
Tvøroyri sum avtalað, og tá
bótin er goldin, er klárt hjá
skipinum at fara aftur til
fiskiskap.
Hald varð lagt á tann
spildurnýgja posan við
teimum ov smáu mesk-
unum.
ej
Skiparin tók við bót
Skiparin á Rasmusi Effersøe tók við sektaruppskoti frá
fútanum
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
5
4
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
- hv¿nn hsdag