leygardagur 4. august 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 148 - 4. august 2001
Nr. 148 - 4. august 2001
7
Ætlanin um at Bú-
skapargrunnur Før-
oya partvís skal brúk-
ast til at fíggja før-
oyskt sjálvstýri við er
eitt haft um beinið á
grunninum. Ætlanin
hóttir nú við at for-
koma búskapar-
grunninum, ið upp-
runaliga varð ætlaður
at fyrireika føroyska
búskapin til avkastið
frá oljuvinnuni
BÚSKAPARGRUNNUR
Rúnar Reistrup
Løgmaður vil ikki leggja
uppskotið um Búskapar-
grunn Føroya fyri tingið,
fyrr enn ein breið semja um
uppskotið er fingin í lag í
løgtinginum. Men teir stóru
andstøðuflokkarnir
vilja
ikki vita av einum búskap-
argrunni, sum eisini skal
virka sum skiftisgrunnur at
fíggja førosykt sjálvstýri
við. Teir taka hinvegin fult
undir við at skipa ein bú-
skapargrunn til væntandi
komandi oljuinntøkurnar,
og tí er tað eitt haft um
beinið á uppskotinum um
Búskapargrunn Føroya, at
grunnurin eisini skal nýtast
sum skiftisgrunnur.
Løgmaður ætlar í næst-
um at taka andstøðuna við
upp á ráð, soleiðis at allir
flokkar kunnu koma ásamt
um eina skipan, men longu
nú eru samgonguflokkarnir
rættiliga ósamdir innahýsis
um, hvussu uppskotið um
Búskapargrunn Føroya skal
síggja út.
Skal grundfestast væl
Fyri løgmann hevur ein
breið semja í løgtinginum
um búskapargrunnin meira
at týða, enn at uppskotið
kemur skjótt á tingborð,
soleiðis sum Tjóðveldis-
flokkurin ætlar tað.
– Við búskapargrunnin-
um skulu vit leggja til-
feingið hjá øllum føroying-
um í allari framtíð til rættis.
Tí er tað ógvuliga týdning-
armikið at skipanin er væl
og virðiliga grundfest, bæði
í politisku skipanini og í
fólkinum. Búskapargrunn-
urin er ikki ein skipan, sum
kann broytast frá einum
degi til annan, og tí er tað
umráðandi at tað verður
gjørt rætt nú fyrstu ferð,
sigur Anfinn Kallsberg,
løgmaður.
Samtykkjast tvær
ferðir
Løgmaður kundi hugsað
sær at skipanin við bú-
skapargrunninum verður
samtykt soleiðis, at hon
ikki kann broytast av einum
einsamøllum løgtingi, men
at allar broytingar í skip-
anini skulu samtykkjast
tvær ferðir í løgtinginum
við vali ímillum. Men hetta
krevur at uppskotið um bú-
skapargrunnin fyrst verður
samtykt
av
tveimum
ymsikum løgtingum.
Hvørjir flokkar fara at
sita í samgongu komandi
valskeið er ilt at vita, og tí
er neyðugt við einari breið-
ari semju í løgtinginum um
búskapargrunnin, um vissa
skal vera fyri at uppskotið
eisini verður samtykt av
komandi løgtingi.
Vilja ikki síggja
skiftisgrunn
Men sum er røkist lítið fyri
hesi semju, tí hvørgin av
teimum báðum størstu and-
støðuflokkunum, Javnaðar-
flokkurin og Sambands-
flokkurin, kunnu taka undir
við
búskapargrunninum,
um hann eisini skal brúkast
sum skiftisgrunnur at fíggja
føroyskt sjálvstýri við.
– Vit eru positivir fyri at
tað verður settur ein grunn-
ur á stovn, soleiðis at tær
inntøkur, sum vit fáa frá
oljuvinnuni, kunnu kanali-
serast inn í grunnin og so
býtast út aftur á skynsaman
hátt, sigur Jóannes Eides-
gaard, formaður í Javnaðar-
flokkinum.
– Men fyribilsuppskotið
um Búskapargrunn Føroya,
sum tað sær út nú, er eisini
skiftisgrunnur at fíggja
sjálvstýri við, og tað kunnu
vit ikki taka undir við, sigur
formaður Javnaðarfloksins.
– Tað, sum verður lagt
upp til í fyribilsuppskot-
inum til Búskapargrunn
Føroya, um at heildar-
veitingin úr Danmark skal í
grunnin, kunnu vit als ikki
taka undir við. Ein búskap-
argrunnur í sær sjálvum er
ikki nakar vánaligur máti at
bøta um føroyska búskapin,
men hetta sum samgongan
nú arbeiðir við er eitt
býtisbarn, sum hevur skift
navn fleiri ferðir og sum vit
als ikki kunnu taka undir
við, sigur Lisbeth L. Peter-
sen, formaður Sambands-
floksins.
Løgmaður klárur at
slaka
Støðan
hjá
andstøðuni
kemur ikki óvart á løg-
mann, og hann er eisini
fyrireikaður uppá at slaka
fyri at fáa so breiða semju
sum møguligt fyri upp-
skotinum um búskapar-
grunnin.
– Tað er klárt at tess
meira verður gjørt til part
av
búskapargrunninum,
størri er vandin fyri at vit
ikki fáa breiðan meiriluta.
Eg skilji í grundini væl, at
andstøðuflokkarnir
ikki
taka undir við, at partur av
búskapargrunninum skal
brúkast sum skiftisgrunnur,
og tí krevur hetta at fáa eina
gjølliga politiska viðgerð,
sigur løgmaður, sum í næst-
um fer at kalla andstøðu-
flokkarnar til kjak um bú-
skapargrunnin.
Uppá
spurningin
um
Fólkaflokkurin er til reiðar
at taka skiftisgrunnin úr
uppskotinum um Búskap-
argrunn Føroya, vil Anfinn
Kallsberg ikki geva nakað
beinleiðis svar, men sigur.
– Eg eri øgiliga áhugaður
í at fáa ein búskapargrunn
upp at standa, sum er væl
og virðiliga kjølfestur. Tað
er soleiðis, at tá tú skalt
hava eina breiða semju, so
er neyðugt at fara inn í
kjakið við opnum sinni.
Samgongan ósamd
Seinastu dagarnar er komið
fram, at samgonguflokkar-
nir eru rættiliga ósamdir
um, hvat uppskotið um
Búskapargrunn Føroya skal
innihalda. Tjóðveldisflokk-
urin vil leggja uppskot um
sjálvan grunnin fram fyrst,
og fastseta reglurnar fyri
útgjald
úr
grunninum
seinni. Fólkaflokkurin vil
hinvegin ikki seta nakran
búskapargrunn á stovn, fyrr
enn reglurnar um útgjald úr
grunninum eru komnar upp
á pláss.
Javnaðarflokkurin tekur
undir við Fólkaflokkinum í
hesum seinasta.
– Fyri mær at síggja er
tað umráðandi at vit fáa
reglurnar um útgjald úr
búskapargrunninum upp á
pláss nú beinanvegin, með-
an vit enn kunnu hugsa
klárt. Tá ið oljumilliardir-
nar byrja at renna, verður
eitt øgiligt trýst á allastaðni
frá, og ynskini vera alin-
long. Tá verður ringt at seta
reglur upp fyri hvussu
pengarnir skulu brúkast,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Formaðurin í Sambands-
flokkinum,
Lisbeth
L.
Petersen, heldur ikki, at bú-
skapargrunnurin hevur so
øgiligan skund beint nú.
– Lat okkum nú fyrst
síggja um tað vera nakrar
oljuinntøkur at koyra í
handan grunnin. Um tað
vísir seg at vera, so kunnu
vit taka støðu til hvussu tær
skulu gjaldast út aftur, sigur
Lisbeth L. Petersen.
Tað er soleiðis ikki geitt,
um uppskotið um Búskap-
argrunn Føroya yvirhøvur
fer at koma fyri tingið í hesi
tingsetu, sum er tann sein-
asta í verandi valskeiði.
Anadarko ger fram-
komnar seismiskar
kanningar
SEISMIKKUR
Jan Müller
Um somu tíð sum tvey av
oljusamtøkunum, ið hava
leitiloyvi á landgrunn-
inum, eru farin undir at
bora, brúka onnur olju-
feløg orku og pengar uppá
at gera nýggjar seismiskar
kanningar av undirgrund-
ini. Eitt av hesum feløg-
um er amerikanska Ana-
darko. Felagið fekk í 1.
útbjóðingarumfarinum
tillutað eitt sokallað 9 ára
loyvi. Tvs. at felagið skal
ikki bora nakran brunn
fyrstu árini men skal har-
afturímóti gera seismiskar
kanningar. Eftir trimum
árum skal felagið so gera
av, um tað hevur fingið so
mikið av nýggjum upp-
lýsingum, at tað vil fara
undir at bora.
Johan Mortensen, stjóri
hjá Andadarko í Føroyum
sigur, at teir í løtuni skjóta
eitt seismiskt survey á
loyvinum 007. Hetta er
sera framkomin og nýggj-
ur seismikkháttur sum er
liður i at síggja, hvat er
undir basaltinum, sum jú
er tjúkkari nærri tú kemur
Føroyum.
Felagið
VERITAS
stendur fyri seismikkin-
um. Hesar royndir saman
við øðrum arbeiði, sum
fer fram á skrivstovunum
hjá Anadarko í London og
Houston, eru liður í fyr-
ireikingum hjá Anadarko
at taka støðu til, um og
nær likindi eru at fara
undir at bora.
Anadarko, eins og øll
onnur, fylgja boringunum
hja STATOIL, BP og
AMH við allar størsta
ahuga
sigur
Johan
Mortensen.
-Verður olja funnin í ár
verður hetta ein sensatión,
sum allarhelst fer at
framskunda allar ætlanir á
føroyska økinum og tá
hava feløg møgulleika at
tosa um eitt føroyskt geo-
logisk modell at nýta á
føroyaøkinum. Hetta hev-
ur man sum vera man ikki
havt áðrenn borað verður
sigur Johan Mortensen.
Skiftisgrunnur er haft um beinið
á búskapargrunni
Eg eri ótrúliga skuffa
av viðgerðini, sum
politikararnir góvu
útoyggjaálitinum,
men eg haldi vit eiga
at geva politikarun-
um eitt sindur av tíð
afturat, sigur Olga
Biskopstø
ÚTOYGGJAÁLIT
Heri á Rógvi
Útoyggjaálitið varð handað
í apríl og aðalorðaskifti var
í tinginum stutt eftir. Í
Sosialinum í gjár stóð at
lesa, at borgarstjórin í
Mykinesi kendi tað sum
um, at bæði hennara og
aðrar
útoyggjar
vórðu
sviknar av politikarunum.
- Sjálvt aðalorðaskifti var
sera lítið gevandi og fleiri
av løgtingslimunum grund-
góvu hetta við, at teir ikki
høvdu nóg góðar stundir at
seta seg inn í álitið, tí vóni
eg at politikarnir fara at
vísa størri áhuga fyri til-
mælunum í útoyggjaálitin-
um enn aðalorðaskitið bar
boð um, sigur Olga Biskop-
stø, sum hevur verið for-
maður fyri nevndini og
samskipa arbeiðið, sum
hevur verið gjørt í sam-
bandi við Útoyggjaálitið.
Hennara orð samsvara
eisini rættiliga væl við
orðini hjá borgarstjóranum
í Mykinesi, Katrinu Jo-
hannesen.
Stutt tíð fráliðin
Útoyggjaálitið var sum
áður handað í apríl mánaði
í ár. Sjálv heldur Olga
Biskopstø, at so lítil tíð er
fráliðin, at tað longu nú er
ov tíðliga at siga nakað, um
arbeiðið við álitinum hevur
givið
nakað
munagott
úrslit. Hon siga seg skilja
fólkini í útoyggjunum væl,
tá tey kenna tað soleiðis, at
politikararnir av svikið tey,
men heldur, at vit fyrst og
fremst mugu vera tolin, tí
enn er málið so mikið nýtt.
Hon undirstrikar tó, at hetta
ikki merkir, at hon var
noygd við tað viðgerð, sum
málið fekk í løgtinginum.
Olga vísir eisini á, at
okkurt virksemi verður
gjørt, sum úoyggjarnar
kunnu njóta gott av.
-Vit hava longu nú dømi
um, at viðurskifti ið verða
nevnd í útoyggjaálitinum
eru komin við í politisku
avgerðirnar, sigur Olga
Biskopstø.
Sum dømi nevnir hon
m.a. lógina um postvirk-
semi, har sama tænastu-
støðið skal veitast til út-
oyggjarnar sum á megin-
økinum.
Eisini vísir hon á fleiri
onnur dømi eitt nú, at
jarðarviðurskiftini eru tikin
upp til viðgerð, og sjálv-
andi eisini fegnast hon um,
at Gásadalur nú endiliga
fær vegasamband við rest-
ina av Vágoynni.
Sum heild er tað, sam-
bært Olgu Biskopstø, ym-
iskt at fegnast um fyri
útoyggjarnar. Tá hon verður
spurd, um hetta er ov lítið
fyri eitt nú Mykines, sigur
hon, at vit fyrst fremst
mugu hava tol, og vit mugu
samstundis mugu ásanna,
at bólturin bara er farin á
rull.
Neyðugt at halda
áfram
Hóast arbeiðið við út-
oyggjaálitinum er liðugt, so
vil Olga fegin viðmerkja, at
tað er neyðugt, eftir henn-
ara tykki, at halda áfram
við arbeiðinum at menna
útoyggjarnar.
- Vit verða noydd at seta
okkum høg mál, tí annars
spyrst einki burturúr, sigur
Olga Biskopstø.
Røddir hava eisini verið
frammi um, at álitið ikki er
nóg tengt at veruleikanum,
og at álitið tekur eina ávísa
ideologiska støðu. Til hetta
sigur Olga, at álitið er
skrivað av fólki á út-
oyggjunum, sum sjálvi vit
best, um hvat er gott fyri
oynni hjá teimum.
- Høvuðsidelogiin er at
vit hava eitt land, sum eitur
Føroyar, og her er ætlanin,
at fólk skulu búleikast á
øllum oyggjunum, sigur
Olga Biskopstø og vísir
aftur, at álitið hellur nakran
politiskan veg.
-Hetta eru stig á rættari
leið og eftir er so at vóna at
politikararnir taka arbeiði í
álvara og skipa ein virknan
økispolitik, har viðurskift-
ini á útoyggjunum nú og
framtíðini verða ein nátúr-
ligur partur, soleiðis at vit
skjótt
síggja
ítøkiligar
broytingar og framburð,
sigur Olga Biskopstø, sum
inniliga trýr uppá, at í
útouggjum fara fólk at liva
bæði væl og leingi.
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður við
vinnumálum, sendi í
gjár donsku stjórnini
tvey brøv um yvir-
tøku av loftferðsluni
YVIRTØKA
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður við vinnu-
málum er nú klárur at yvir-
taka flogvøllin í Vágum.
Eisini er hann til reiðar at
tingast við stjórnina um
yvirtøku av loftferðslu-
myndugleikanum.
Hesum
boðaði
hann
stjórnini frá í tveimum
brøvum, sum send vórðu í
gjár.
Bjarni Djurholm váttaði
fyri
Sosialinum,
beint
áðrenn
blaðið
fór
til
prentingar, at brøvini vóru
skrivað og fóru at verða
send stjórnini. Hann segði
eisini, at tey fóru at verða
almannakunngjørd, bwint
eftir, at tey vóru send.
ej
Bjarni yvirtekur flogvøllin
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, er til reiðar at yvirtaka
flogvøllin
Mynd: Edvard Joensen
Olga Biskopstø, samskipari av Útoyggjaálitinum:
– Vit mugu vera tolin
Olga Biskopstø, samskipari
av Útoyggjaálitinum, heldur
at politikararnir eiga at fáa
ein møguleika afturat at gera
okkurt munagott fyri
útoyggjarnar
C
M
Y
K
7
6