Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. august 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 153 - 13. august 2008 Klokkan 15.30 í gjár var tíðindafundur úti í Tinganesi. Formenninir í sam­ gonguflokkunum, Miðflokkinum, Tjóðveldi og Javnað­ arflokkinum, skriv­ aðu saman við Kára P. Højgaard undir tíð­ indaskriv, við ætlan um samstarv í fram­ tíðini Politikkur Rógvi Nybo og Eirikur í Jákupsstovu rogvi@sosialurin.fo CHE og D er nú blokkurin, ið stendur saman á løgting­ ið. Hetta varð váttað á tíð­ indafundi í Tinganesi sein­ napartin í gjár. Flokkarnir siga í tíðindaskrivinum, at avtalan fyrst og fremst snýr seg um at samráðast um at fremja felags raðfestingar og týðandi lóggávu. Tó sku­ lu partarnir halda á fram at virka hvør í sær, og Sjálv­ stýrisflokkurin er ikki part­ ur av samgonguni, men samstarvsflokkur hjá sam­ gonguni. Av málum, sum flokkarnir eru samdir um, kunnu nevn­ ast mentan, gransking og umhvørvið. Eisini eru flokk­ arnir samdir um skúlamál, og avtalan snýr seg um at arbeiða saman um hesi mál, flokkarnir longu áðrenn val­ ið vóru samdir um. Fyrsta málið, sum arbeiðast skal við er fíggjarlógin fyri 2009. Øll mál, sum flokkarnir eru samdir um, taka støði í samgonguskjalinum, sum varð undirskrivað millum Javnaðarflokkin, Miðflokk­ in og Tjóðveldi tíðliga í vár. Markantar broyt­ ingar í væntu Í telvingini fram móti avtal­ uni sá út til, at nevndar­ og landsstýrissessir vóru tað, ið forðaðu fyri at fáa eina avtalu. Hetta stríð var, sam­ bært báðum pørtum, liðugt nú. Flokkarnir søgdu seg hava greiðar avtalur um, hvussu nevndirnar nú skul­ du skipast. Hvørjar hesar broytingar eru, vóru teir samdir um, skuldi ikki kunn­ gerast fyrr enn telvingin við andstøðuflokkarnar er liðug. Greitt er at Gerhard Logn­ berg ikki verður taldur við, nú nevndarsessirnir skulu býtast, so tað er endaliga staðfest, at Gerhard Logn­ berg ikki longur hevur nak­ ra ávirkan á førda politikkin. Eisini greitt, at nýggi sam­ starvsbólkurin ­ við sínum 18 tingsessum ­ fær fleiri nevndarsessir enn CHE samgongan saman við Ger­ hardi Lognberg hevði. Tunlar Tá nýggi samstarvsbólkurin varð spurdur um tunlar, vóru allir formenninir samd­ ir um, at onki var avgjørt í málinum, og at teir vildu venda aftur til hetta mál. Sjálvstýrisflokkurin hevði í valskrá síni, at teir vóru ímóti at gera Sandoy­ artunnilin her og nú. Hetta ljóðar ikki at skula broytast, og tí skuldi minnilutasam­ gongan royna at gera sína tunnilsætlan saman við lim­ um úr andstøðuni, men dentur varð lagdur á, at onki er fastlagt. Sjálvstýrisflokkurin meld­ aði greitt út, at hann fer ong­ antíð at verða partur av tunnilssemjuni hjá CHE­ samgonguni, soleiðis sum hon fyriliggur í løtuni. Í sambandi við fiskidag­ arnar greiddu flokkarnir frá, at hesir eisini vóru lagd­ ir til viks í samráðingunum fyri fyrst, tí dentur varð lagdur á semjurnar heldur enn ósemjurnar. Aktivur viðleikari Sjálvstýris flokkurin var nøgdur við hesa avtalu, tí hon gevur teimum møgu­ leikan at vera aktivur við­ leikari til at bera týðandi mál ígjøgnum, og fáa sett teirra fingramerki á tey mál, flokkurin vil arbeiða fyri. Her legði Kári P. Høj­ gaard serliga dent á, at ein loysn má finnast við útlendingamálum, sum er eitt av hjartamálum Sjálv­ stýrisfloksins. Hóast teir koma at virka sum aktivur viðleikari, hava teir onga trygd fyri, at teir fáa nøkur av teirra málum ígjøgnum. Kári P. Højgaard, formað­ ur í Sjálvstýrisflokkinum, legði á tíðindafundinum stóran dent á, at talan er um ein samdan Sjálvstýrisflokk, ið tekur undir við hesi sam­ starvsavtalu. Óroynd leið Formenninir vildu sum heild illa koma við greiðum útmeldingum og vardu seg við, at teir máttu fáa tíð at læra at arbeiða á henda hátt, tí leisturin við minniluta­ stjórn er ongantíð royndur áður í Føroyum. Hetta hóast møguleiki hevur verið fyri hesum, síðani stýrisskip­ anarlógin frá 1994 varð sett í gildi. Jóannes Eidesgaard, løg­ maður, segði harafturat, at teir við vilja onga tíðarav­ marking hava sett í avtaluna. Tað vil, við øðrum orðum, siga at samstarvið kann hal­ da uppat nær tað skal vera, men sum løgmaður eisini legði dent á, so er tað heldur ikki altíð, at eitt samgongu­ skjal, sum fevnir um fýra ár, ber á mál. Fyribils samstarvsavtala Fíggjarkreppan dýr Higartil hevur fíggjarkreppan kostað heimsins stóru bankum og fíggjarligu stovnum niðurskrivingar fyri 500 milliardir dollarar, ið svarar til 2.500 milliardir krónur. Hartil koma 350 milliardir dollarar, ið svarar til 1.750 milliardir krónur, sum hesir somu bankar og stovnar hava fingið tilført í nýggjum kapitali. Nýggju tølini eru uppgjørd av RGE Monitor, ið ger búskaparligar analysur undir leiðslu av Nouriel Roubini frá New York University. Tað eru serliga amerikanskir og europeiskir bankar og fíggjarfyritøkur, ið hava mist pening, meðan Asia higartil er sloppið nøkurlunda snikkaleyst, skrivar epn.dk. Mótmælini hvurvu Loyvt er at ganga mótmælisgongur í trimum viðalundunum í Beijing. 23. juli kunngjørdi Liu Shaowu, sum stendur fyri trygdini undir OL, at tað var alt í lagi at ganga mótmælisgongu. Hetta hendi eftir altjóða trýsti. Myndugleikarnir gingu við til at gera trý økir í býnum, har kinesarar og útlendingar kundi mótmæla, eins og gjørt hevur verið við onnur stór tiltøk, eitt nú OL í Athen og Syndey. Treytin er bert, at søkjast skal um loyvi at mótmæla. Higartil hava myndugleikarnir ongari umsókn gingið á møti.