Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. august 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 153 - 13. august 2008 Umframt at løg­ reglan sendir menn til Nólsoyar, verða eisini einir 15 vaktir í bygdini. Hartil verða somuleiðis professionellir vaktir til dansin. Eisini verða sama­ rittar í Nólsoy um vikuskiftið OVASTEVNA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Føroyingar eru kendir fyri at vera eitt friðarligt fólkaslag. Hóast túsund­ tals fólk savnast til eitt nú Ólavsøku og Summar Festival, so hoyrist nærum ikki um, at menn fara til hendurs. Men tað er sjálvandi so mangt annað, sum kann henda til slík tiltøk, so tað er altíð tryggjandi, at onkur hevur eyguni við fólki, um okkurt barst á. Vit búgva jú í einum oyggjalandi við sjógvi til allar síður. Maðurin, sum hevur syrgt fyri, at trygdin á stevnuni er í lagi, er Jakku Guttesen, sum er formað­ ur í Ungmannafelagnum Royndin. Hann hevur verið í sam­ band við løgregluna, sum fer at senda tvey­trý løg­ reglufólk út til Nólsoyar. Aftrat teimum verður talan um fimtan vaktar­ fólk, sum fara at »patruljera« í bygdini og halda seg at fólkaríkastu tiltøkunum, sum uttan iva verða tivoliið og kaiøkið um dagin og dansihølini og kaiøkið um kvøldið og náttina. Eisini hevur Jakku Guttesen verið í sambandi við samarittarnar, sum senda sjey av sínum fólk­ um til Ovastevnu. Sum eina eyka trygd fer bjargingarbátrin Lív at liggja á Nólsoyarvág, klárur at hjálpa, um nakað skuldi borist á. Og sum nevnt aðra­ staðni í blaðnum, verður talan um professionellar vaktir til dansin, bæði tann í tjaldinnum úti á Klivum og tann í Roynd­ arhúsinum. So Ovastevnan er so trygg, sum tilber. Teir hava gjørt seg væl út við tónleikarum til Ovastevnuna, sum verður um vikuskiftið. Og sum vanligt verður tón­ leikur fyri øll oyru OVASTEVNA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo 16. árið á rað skipa nólsoy­ ingar fyri Ovastevnu. Hon verður nú komandi vikuskifti, og ein rúgva av teimum vanligu tiltøkunum verða sum finnast á øðrum stevnum. Og eitt av teimum allar mest føstu tiltøkunum er dansurin. Og her hava nóls­ oyingar lagt seg í seðlarnar. Men fyritreytirnar hava eisini verið góðar í so máta, tí tað er fyri tað mesta Studio Oyravox við Terja Rasmussen á odda, sum skipa fyri tí stóra dansi­ num. ­ Ja, vit manningin í Studio Oyravox skipa fyri øllum tí, sum fer fram úti á Klivum, har stóra tjaldið, sum vit hava leigað frá Tórs­ havnar Ítróttaráð, stendur, sigur Terji Rasmussen. Dansur verður fríggja­ kvøldið í tjaldinum úti á Klivum, og har fara bæði etablerað og »upp­and­ coming« orkestur. Boys in a Band kenna væl øll, og The Ghost eru heldur ikki ársungar í so máta. Triðja orkestrið fríggjakvøldið verður Ineptus, sum er av eitt sindur nýggjari dato. Til tónleikin hoyrir eisini undirhaldið í tjaldinum á kaiini. Har verður spæli­ manstónleikur gjøgnum alla Ovastevnuna. Eyðun og Terji Leygarkvøldið er so stóra dansikvøldið. Tá verður skipað fyri dansi í bæði stóra tjaldinum úti á Klivum og í ungmannafelagsshúsi­ num Royndini. Úti í tjaldinum verða tað garvaðu tónleikagarparnir, Eyðun Nolsøe og Terji Ras­ mussen, sum standa fyri undirhaldinum. Og er man meiri til country enn popp, so ber til at fara í Royndar­ húsið, har countrykongurin, Hallur Joensen spælir. Ein triði møguleiki er spontant at fara upp at svinga eftir harmonikutónum í tjaldi­ num á kaiini. Og nú vit eru við tónleika­ liga partin av stevnuni kann nevnast, at fótbóltsdystur millum tónleikarar sær út til at vera komin fyri at verða. Skipað verður fyri dysti millum tónleikarar yvir og undir 30 ár. Og har verður so møguleiki at síggja fyrrverandi landsliðs­ leikarar á vølli aftur. Bæði Jóannes Jakobsen og Uni Arge verða við aftur í ár. ­ Eg kann skoyta upp í, at tað skuldi verið ein tryggur dansur, tí bæði í tjaldinum og í Royndarhúsinum verða professionellir vaktir at ansa eftir, at alt fer friðarliga fram, sigur Terji Rasmus­ sen. Dansihølini lata upp klokkan 22.30 – bæði kvøld­ ini – og livandi tónleikurin byrjar á miðnátt. Alt tilfarið til Ovastevnu kemur út til Nólsoyar við Ternuni, sum ger eykatúr í kvøld klokkan 20, og farið verður beinanvegin undir at seta stóra tjaldið upp úti á Klivum. ­ Ætlanin er, at tað skal verða liðugt uppsett longu í kvøld, sigur Terji Rasmus­ sen. Nógvur tónleikur á Ovastevnu Trygdin í lagi á Ovastevnu Regattain, sum Hósvíkar Róðrarfelag skipar fyri á hvørjum ári, endar í Nólsoy leygardag og setur sjálvandi sín dám á stevnuna. Nú kann regattafólkið eisini kenna seg tryggari Khadar broytir stevnuskrá Alsamt minkandi flokkurin ætlar sær eina nýggja byrjan, ogt skal snarast í eina meiri liberala ætt. Harvið leggur flokkurin stevnuskrá sína á hillina, sum teir tríggir stovnararnir, Naser Khader, Anders Samuelsen og Gitte Seeberg snikkaðu til í august í fjør. Men eftir at Gitte Seeberg er farin úr flokkinum, skal alt reytt strikast, og skiftast út við meiri liberalar boðskapir. Gamla stevnuskráin er alt ov umfatandi og strittar í alt ov nógvar ættir, sigur Ny Alliance við TV 2. Flokkurin skal nú leggja størri dent á virðispolitikk. Eisini skatta­ og vinnupolitikkurin skal snarast í liberala ætt. Eisini útlendingapolitikkurin, sum flokkurin hevur lagt stóran dent á, skal broytast. Útlendingar skulu sleppa inn í landið, men skulu ikki sleppa framat almennu pengakassunum, skrivar politiken.dk. Í tjaldinum verða garvaðu tónleikagarparnir Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen