mikudagur 13. august 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 153 - 13. august 2008
- Vit áttu heldur at
staðið saman um
okkara fiskidaga-
skipan úteftir enn at
undirgrava hana, sum
nú verður gjørt. Hetta
er ein góð skipan, um
hon verður umsitin
við hegni og skili,
sigur formaðurin í
Felagnum Línuskip-
um, Jóhannus M.
Olsen
Fiskidagar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Jóhannus M. Olsen er for
maður í Felagnum Línuskip
um, og hann var eisini mill
um teirra, sum fylgdi við
gerðini á tingi í morgum.
Jóhannus er reiðari á fleiri
línuskipum, og nú skip og
bátar eru komin til Havnar
at liggja, meðan viðgerðina
á tingi av fiskidøgum fyri
komandi fiskiár fer fram,
eru eisini tvey av hansara
skipum við, línuskipini Sig
mundur og Eysturoyingur.
Onnur
línuskip,
sum
eisini eru komin til Havnar
at liggja, eru Jákup B og
Klakkur úr Klaksvík. Har
aftrat eru smærri trolarar og
fleiri útróðrarbátar.
Jóhanus M. Olsen sigur,
at hóast skipaog bátatalið,
sum er komið til Havnar
við fiskiog útróðrarmonn
um at fylgja tingviðgerðini,
ikki er so stórt, tekur vinnan
fult undir við at venda sær
ímóti ætlaðu skerjingunum
í fiskidagatalinum, soleiðis
sum
landsstýrismaðurin,
Tórbjørn Jacobsen, hevur
skotið upp.
Undirtøkan er 100%,
bæði frá Føroya Skiparaog
Navigatørfelag,
Maskin
meistarafelagnum og frá
Føroya
Fiskimannafelag.
Støðan er so mikið álvar
som, nú ágangurin á fiski
dagaskipanina og fiskiflotan
annars er so stórur, at øll
fiskivinnan stendur saman
um at mótmæla og verja
fiskidagaskipanina.
Formaðurin í Línuskipum
sigur seg stúra fyri, at løg
tingið fer at samtykkja eina
skerjing í fiskidagatalinum
upp á 20%.
Tað er mangt, sum bend
ir á hetta sambært teimum
úttalilsum, sum vit hava
sæð og hoyrt um dagarnar.
Hann heldur tó ikki, at
tingviðgerðin
fyrrpartin
gav nakra serliga ábending
um støðu løgtingsins, tí teir
fyrstu, sum høvdu orðið,
vóru í fyrsta lagi teir, sum
hava skrivað álitið í vinnu
nevndini.
Jóhannus M. Olsen sigur,
at tað verður ein vanlukka
fyri fiskiflotan og samfelag
ið alt, um fiskidagarnir
verða skornir við 20% og
uppaftur verri, um skerjing
in verður 50%, sum lands
stýrismaðurin hevur skotið
upp.
Vit, sum eru í vinnuni,
harmast um, at politiski
myndugleikin nú er í holt
við at avtaka sína egnu fiski
veiðiskipan – eina skipan,
sum bæði vinna og politik
arar hava verið fegnir um.
Hann sigur, at við ætlaðu
broytingunum
verða
so
ógvuslig ”inntriv” gjørd í
hesa skipan, sum ikki hoyra
heima í henni, samstundis
sum
myndugleikin
ikki
brúkar tey amboð, sum ligg
ja í skipanini.
Skulu
fiskidagarnir
skerjast, skal sambært lóg
ini um vinnuligan fiskiskap
økt veiðitrýst ávísast – og
um myndugleikarnir í størri
mun ynskja at friða toskin,
skulu
gýtingarleiðir
og
aðrar toskaleiðir friðast í
samráð við vinnuna ávísa
tíð av árinum.
Jóhannus M. Olsen vísir
á, at sum er, eru longu 41%
av landgrunninum friðað
fyri trolveiði.
Verður uppskotið hjá
landsstýrismanninum sam
tykt – ella vit fáa eina skerj
ing, sum eitt nú verður 20%
kemur hetta at merkja
nógv fleiri enn tey 20% fyri
línuflotan.
Hann sigur, at bara við at
friða Føroyabanka, verður
skerjingin hjá línuflotanum
20%, og við eini minking í
fiskidøgum á landgrunni
num upp á onnur 20%,
verður línufllotin skorin við
út við 40% tilsamans.
Tað ringast av øllum er,
at myndugleikarnir nú eru í
holt við at avlaga og oyðil
eggja sína egnu skipan, sum
vinna, myndugleikar og
fiskifrøðingar hava gjørt í
felag. Úrslitið verður, at vit
fara at fáa eina aðra skipan,
sum fiskifrøðingum hóvar
betri.
Jóhannus M. Olsen held
ur, at føroyingar áttu at stað
ið saman um okkara fiski
dagaskipan og vart hana
úteftir, tí hetta er ein góð
skipan, um hon verður
umsitin við hegni og skili.
Í staðin fyri at verja
hesa skipan, verður nú
roynt at undirgrava hana,
sigur formaðurin í Felag
num Línuskipum at enda.
Chapman ikki leyslatin
Maðurin, sum myrdi Beatleslegenduna, John Lennon, er
fyri fimtu ferð noktaður royndarleyslating. Tað var Mark
David Chapman, sum í 1980 skjeyt og drap John Lennon.
53 ára gamli drápsmaðurin hevur siið handan rimar í 27
ár, og skal í hvussu er sita tvey ár aftrat, áðrenn hann
kann søkja um royndarleyslating. Umbønin um
leyslatingina varð avvíst við teirri grundgeving, at tað
ikki var í landsins besta áhuga. Einkjan hjá John Lennon,
Yoko Ono, hevði persónliga biðið um, at Chapman ikki
varð latin leysur.
Fongslini full
Tað er trongligt í teimum íslendsku fongslunum. Sambært
Morgunblaðnum hava fongslini pláss fyri 137 fangum, og
higartil í ár hava 136 klivar verið í brúk hvønn einasta
dag. Í dag sita 131 fólk í fongsli, men harafturat sita 14
fólk í varðhaldi, og tí hava fongslini í løtuni fleiri
gistandi, enn tey hava pláss til. Morgunblaðið hevur
fingið upplýst, at í fleiri førum eru tveir fangar í sama
kliva. Ein orsøk til trupulleikarnar er, at fongslið á
Akureyri verður umbygt í løtuni.
Taka grundarlagið undan fiskidag
Heini O. Heinesen tekur eftir øllum at døma ikki undir við
sínum egna tilmæli í vinnunevndini um skerjing uppá 20%
Mynd: Álvur Haraldsen