mikudagur 13. august 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 153 - 13. august 2008
»Vit eru eisini fram
tíðin« stóð á skelti,
sum nøkur fiskiman
nabørn høvdu við
sær, tá tingfundurin
byrjaði í morgun –
fundurin, sum kemur
at gera av lagnuna hjá
fiskidøgunum fyri
komandi fiskiár
Fiskidagar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú 2. viðgerð er á tingi í
dag í málinum um broyting
ar í lógini um vinnuligan
fiskiskap, eru nógvir útróðr
arog fiskimenn savnaðir í
Havn.
Fleiri skip og bátar kring
um úr landinum løgdu til
bryggju í Havn í morgun.
Við bátunum eru serliga
útróðrarmenn, línumenn og
menn, sum sigla við teimum
smærru trolarunum.
Í staðin fyri at koma til
Havnar í bili, eru teir komn
ir í bátum og skipum sínum.
Teir eru komnir at fylgja
viðgerðini á tingi, har løg
tingið einaferð í dag fer at
atkvøða um eitt nú fiskidag
ar fyri komandi fiskiár.
Menninir eru eisini komn
ir fyri at vísa lóggevandi
myndugleikum
og
fólki
annars, at teir eru til – og at
teir hava familjur aftanfyri
seg, ið liva av tí, sum upp úr
havinum kemur.
Áðrenn tingfundurin byrj
aði klokkan 9.30 í morgun,
høvdu teir syrgt fyri, at nøk
ur fiskimannabørn kundu
standa uttanfyri tinghúsið
við skeltinum: »Vit eru
eisini framtíðin«.
Stórt álvarsemi
Menn eru álvarsamir, tí
landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum,
Tórbjørn
Jacobsen, hevur skotið upp
at skerja fiskidagarnar hjá
partrolaraflotanum við 20%
og dagarnar hjá húkaflotan
um við 50%. Aftrat hesum
– og serliga fyri línuog
útróðrarflotanum – merkir
uppskotið hjá landsstýris
manninum eina nógv størri
skerjing enn tey 50%, tí Før
oyabanki eftir uppskotinum
eisini verður friðaður.
Á myndini, sum er tikin
av
áhoyraraplássinum
í
tinginum í morgum, situr
onkur við hendur uppundir
kinn, onkur heldur um høvd
ið – og onkur heldur saman
hendur.
Jú, menn eru álvarsamir,
tí hetta er, sum teir sjálvir
siga tað, ein spurningur um
lív ella deyð hjá okkara
fiskiskipavinnu.
Óli M. Lassen, sum var
ein av áhoyrarunum í morg
un, er reiðari á línuskipinum
Jákupi B og útróðrarbátinum
Líðhamri.
Sendur heim
Eg haldi tað vera ófatiligt,
tá fiskimálaráðharrin í við
merkingum til sítt egna upp
skot sigur, at tað ongar
avleiðingar fer at fáa fyri
fiskiflotan og samfelagið,
at uppskotnu skerjingarnar
í fiskidøgum verða framdar.
Tórbjørn Jacobsen vísir á
óbrúktar fiskidagar, men
undir verandi skipan fæst
ikki fatur á hesum døgum.
Óli M. Lassen heldur, at
hevði ein ráðharri í øðrum
landi komið við slíkum púr
asta ókritiskum úttalilsum,
hevði hann – og helst eisini
hansara embætisfólk – verið
send til hús í stundini.
Tá tingfundurin í morgun
byrjaði, fekst ikki nøkur
greið ábending um, hvørja
leið løgtingið fer at ganga í
spurninginum um áseting
av fiskidøgum.
Teir, sum høvdu orðið,
tosaðu mest út frá sínum til
mælum, sum umboð í vinnu
nevnd løgtingsins.
Trý tilmæli
Vinnunevndin býtti seg und
ir viðgerðini av fiskidøgum
í ein meiriluta, sum mælir
til 3% niðurskurð og tveir
minnilutar, sum ávikavist
mæla til 10% og 20% niður
skurð í øllum veiðibólkum.
Seinni í dag, tá løgtingið
fer at atkvøða undir 2. við
gerð, fæst greiði á, hvørja
støðu meirilutin í løgtingin
um kemur til.
Teir eru álvarsamir; onkur situr við hendur upp undir kinn,
onkur heldur um høvdið – og onkur heldur saman hendur.
– Hetta er ein spurningur um lív ella deyð, siga fiski-og
útróðrarmenn
Mynd: Vilmund Jacobsen
Stórt álvarsemi
í Tinghúsinum
»Vit eru eisini framtíðin...« siga børnini
hjá fiski-og útróðrarmonnum, sum stóðu
uttanfyri Tinghúsið við hesum skelti, tá
tingfundurin í morgun byrjaði
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fongurin 60 milliónir
Spekulatiónir um ránið hevur áður mett upphæddina, sum
ránsmenninir sluppu avstað við í stóra ráninum móti
Dansk Værdihåndtering í Brøndby, heilt upp til 200
milliónir krónur. Nú er so endaliga uppgjørt, og
ránsmenninir fingu 60 milliónir krónur. Ránið móti
Dansk Værdihåndtering fór fram sunnudagin, tá
skortprýddir og tungt vápnaðir menntrongdu gjøgnum
múrin á grannafyritøkuni við einari gummiged. Síðani
stjólu teir 60 milliónir og flýddu í myrkum bilum. Hetta
er næststørsta ránið í Danmark nakrantíð. Løgreglan
stendur enn mest sum á berum.
Neyðlendu til fánýtis
Eitt Airbus 380 flogfar ávegis frá Dubai til New York mátti
sunnudagin neyðlenda í Týskalandi, tí ein genta var vorðin
sjúk umborð. 9ára gamla pakistanskamerikanska gentan,
Tayyabah, gjørdist illa fyri og byrjaði at spýggja. Ein lækni,
sum var ferðafólk umborð, ansaði eftir støðuni, sum alsamt
versnaðu, og tá gentan fór í koma yvir Týskalandi sló læknin
alarm. Flogfarið lendi í skundi í Erdinger Moos floghavnini
í München. Men hóast gentan við tyrlu varð flutt á
sjúkrahús, stóð lívið ikki at bjarga. Hon var vakt aftur til lívs
fleiri ferðir, men fimm tímar seinni varð hon deyð.
gaskipanini
Fiski-og útrórðarmenn
eru komnir til Havnar at
fylgja viðgerðini á tingi um
fiskidagar fyri komandi
fiskiár
Mynd: Álvur Haraldsen