Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. august 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 153 • 13. aug. 2008 1. partur Tað kann sigast, at Elsa kanska meira enn nakar annar føroyingur hevur upplivað nútíðar heims­ søgu. Fram til 1974 var tað keisar­ in Haile Selassie, sum sat við ræðið í Etiopia. Men tá gjørdist uppreistur, og kommunistar tóku valdið. Hetta gjørdist ein ræðutíð við forfylging av ringasta slag. Men Elsa upplivdi eisini, at hetta stýrið fall í 1991, beint áðrenn hon fór heim med alla eitt ár seinni. Tí fer ein týðandi partur av hesi frásøgn at vera um, hvussu Elsa upplivdi hesa tíðina. Elsa upplivdi eisini fleiri av teimum hungursneyðum, sum í síni tíð fyltu heimspressuni. Hon var eisini saman við sínum starvsfeløgum við til at hjálpa sum frægast. Grundarlagið fyri hesi røð er partvíst tíðindabrøv Elsa sendi heim, og sum regluliga vóru prentað í Kirkjuligt Missiónsblað. Eisini er bókin hjá Elsu Etiopia Kallar ein kelda. Umframt hetta hava vit so eisini havt samrøður við Elsu. Har tað hevur verið neyðugt fyri at fáa eina frásøgn fullfíggjaða eru eisini aðrar keldur nýttar. Tikið saman um kann sigast, at her er talan um eitt spennandi og innihaldsríkt lív, har høvuðs­ endamálið var kristniboðan og sjúkraviðgerð. Í fyrsta partinum greiðir Elsa frá sínum uppruna í Gøtu og um tíðina, til kom kemur til Konso, hennara fyrstu støð í Etiopia: Eg eri fødd í Norðragøtu 15. februar 1928. Foreldur míni vóru Eliesar Jacobsen í Tjørnustovu og Sunneva, f. Heinesen, úr Súnastovu. Pápi var sonur Petru, ættað úr Barbustovu í Syðrugøtu, og Absalon, sum var bóndi í Tjørnstovu. Mamma var dóttir Elspu og Magnus í Súnastovu. Pápi var fiskimaður stóran part av lívinum. Millum annað var hann við vágssluppini Traveller í 1917, tá ið teir vóru skotnir niður á Føroya Banka av týskum kavbáti. Beiggi hansara Doreus var eisini við. Men veðrið var gott, og teir kláraðu av rógva til lands. Seinastu árini var pápi keifúti í Gøtu. Eisini høvdu vit handil í mong ár. Tey fyrstu árini var tað fyri Weihe-menninar í Søldarfirði. Eg vaks upp í einum trúgvandi heimi, har mamma og pápi lærdi okkum at biðja og um Jesus. Tey tóku okkum við í kirkju, í sunnu- dagsskúla og á møti, og lærdu tey okkum upp í Guds orði. Pápi var kirkjuverji í 36 ár. Vit komu tí at hava nógv við kirkjuna at gera. Í grundini var ikki tosað so nógv tá um ytri missión í mínum heimi. Men vit hildu eitt danskt missiónsblað, og mamma plagdi at lesa úr hesum blaðnum fyri okkum. Vit vóru 13 systkin. Eg var fimta barnið í røðini. Beiggjarnir vóru fimm: Magnus, Absalon, Esmar, Suni og Per. Vit vóru átta systrar: Petra, eg sjálv, Óluva, Maria, Lea, Anna, Emma og Jonhild. Trý av systkjunum eru deyð, Absalon, Esmar og Maria. Ommubeiggi mín Per Olsen hevði bygt húsini, sum vit vuksu upp í. Tey standa í gamla býlingin- um beint við gomlu kirkju í Norðra- gøtu. Per sjólætst saman við abba mínum, Magnusi Heinesen, á Gøtuvík í 1918. Esmar bróður skrivaði í síni tíð eina yrking um hesa hending, og lýsir hon væl tilgongdina og hendingina. Yrkingin stóð í yrkingarsavninum Fiólin, sum Esmar gav út í 1956. Yrkingin ljóðar soleiðis: Alvaldaráð Hann øtlaði veðrið, sum náttin leið fram; Per leggur seg aftur í koyggju. Ei hugsingur um at taka línuna upp, teir settu í gjár báðir Magnus. Eitt lítið bil blundar tá vaknar hann, Per: tað tykist so løgið í kroppi. Hann reisist í koyggju og stígur framum, sær lurtandi yvir at glugga. So dánt hoyrist vindur, fyrr leikaði á – ein eyðsýndur skái í veðri. Væl kundi tað verið, hann helt sær ta stund sum rógvið var út har – og aftur. Hann klæðist í brøkur, ber troyggju um høvd og treður so føtur í tuflur. Sær gongur so maður skamt yvir um tún, at vita um svágur er fúsur. Teir líta um skýdrátt og yvir á lógv øll líkindi monnum til vildar. Seg dobba so báðir og leita á støð; teir flota og leggja frá lunni. Og brátt tók hann leyst handan undan – Um tungur var róður og tigandi menn – tey boð bar ei maður til bíggja; men tigandi tveir vóru drignir úr sjó, tá fram leið á komandi degi. Og hálvdur fleyt bátur á grunni. Elsa Jacobsen, kristniboðari í Etiopia: Upplivdi reisn og fall hjá kommunistiskum ræðustýri Vit fara nú undir eina røð við frásøgn hjá Elsu Jacobsen úr Norðragøtu. Hon fór í 1960 til Etiopia at virka sum trúboðari, og her var hon fram til 1992. Tað kunnu illa hugsast tveir so ymiskir heimar sum Føroyar og Etiopia, og tí meta vit hesa frásøgnina at vera sera áhugaverda. Serliga við ti sambandi hon hevur til Føroyar Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Elsa Jacobsen Foreldrini Eliesar og Sunneva Aftast eru t.v. Sunneva, mamma Elsu og Hansina, systir Sunnevu. Frammanfyri vinstrumegin er Olevina, Dadda. Høgrumegin er Margrethe Heinedatter, abbasystir Sunnevu og Hansinu