Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. august 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 14 nr. 153 • 13. aug. 2008 Dadda var profetisk Húsini verða í dag rópt »hjá Peri«. Í mínum barnaárum vóru tey rópt »hjá Eliesari«. Mamma og pápi giftust inn her, eftir at abbi og Per vóru deyðir. Tá búði Olevina, systir Per, einsamøll í húsinum. Ein onnur systir, Petra, búði eisini her, men hon doyði í 1917. Øll hesi trý systkin vóru ógift. Olevina, eisini kallað Dadda, hevði havt barnalammilsi sum smágenta og var tí ikki før fyri at ganga. Beinini vóru kropnað upp undir hana. Hon ók seg fram eftir við tuflum á hondunum. Tá ið hon fór í kirkju, fekk hon lyft seg upp á beinkin at sita. Hon kláraði seg væl, og kundi tí vera dadda hjá okkum systkjum. Á eldri árum lá hon tó í seingini í 12 ár, inntil hon doyði í 1945, 74 ára gomul. Tá ið Dadda lá fyri deyðanum, sigur hon eina ferð við meg, sum tá var heilt ung: »Hvørji eru hesi svørtu børnini, sum standa aftanfyri teg?« Eg sá eingi svørt børn, men nú búgva tey í sama kamari sum Dadda! Tað kann sigast, at hetta vísti seg at vera profetiskt, sum tað seinni verður greitt frá. Hon var annars so serliga góð við meg. Tað skal skoytast uppí, at takkað verið Daddu er varðveitt eitt forvitnislig bræv, sum er heilt frá 1834. Abbi Daddu, Peder Zachariassen, hann var oldurabbi mín, var deknur í Gøtu, og hann lærdi børnini at lesa. Hetta sigur nakað um, at hann hevur verið nakað serligt, tí at lesa var ikki nakað, hvør maður dugdi tá. Peder hevur verið væl við prestin, sum tá var á Nesi, Jørgen Gad. Hann skrivaði í 1834 bræv til oldurabba. Hetta bræv er avskrivað av Daddu. Tað er tískil varðveitt og er í varðveitslu hjá okkum. Gad takkar oldurabba so hjarta­ liga fyri vinskapin teirra millum og vónar, at teir skulu síggjast aftur. Síðan umrøður hann »de ulykkelige tildragelser paa Østerø, siden min Afrejse. Om de druknede i Lervig og Sydregøte, var jeg allerede i forvejen under­ rettet. De Efterlevende maa du meget hilse fra mig, især Joen Olsen og kone, som have gaaet meget igennem her i Verden. Ligeledes maa du hilse de efter­ levende paa Skaale, thi ogsaa der er nogle, blandt andre Johannes Poulsen, døde paa Søen«. Hetta bræv gevur tískil ábend­ ingar um vanlukkur á sjónum, sum hava verið, eisini í Gøtu, um hesa tíðina. Fluttu út á Bakka Seinnu fluttu vit út í húsini úti á Bakka, beint omanfyri kajuna. Hesi hús hevði pápi keypt nakað Hendan myndin er av skúlabørnum í Gøtu í 1935, tá ið Elsa fór í skúla. Á myndini eru: Aftasta rað f.v: Jónhild Isaksen, Helga Hansen, Elsa Jacobsen, Ásla Olsen, Emly Gregersen, Lena Jacobsen, Karin í Bartalstovu, Katrina Thomsen, Naena Mikkelsen, Eleonora Jacobsen, Annelena Huusgaard, Asta Hansen, Magnhild Olsen. Miðraðið: Schwarts Jacobsen, Oddfríður Gregersen, Kjartan Gregersen, Óssbjørn Olsen, Henry Berg, Mainhard Hansen, Jákup Berg, Áshild Húsgarð, Marita Mikkelsen, Poula Dalbø, Óluva Húsgarð, Anna Jacobsen, Elia Hansen. Fremsta rað: Hendrik Thomsen, Jørgen Thomsen, Hans Mikkelsen, Sofus á Toft, Jóhannes Hansen, Torbjørg í Bartalastovu, Hannefía Hansen, Ólavur Gregersen, Emanuel Berg, Johannes Thomsen, Leivur Gregersen, Esmar Jacobsen, Frants Jacobsen, Erling Jacobsen. Lærarar frá vinstru: Símun Pauli í Konoy, Jákup Simonsen og Helga Øregaard Elsa var eisini sunnudagsskúlalærari Hendan myndin er tikin omanfyri missiónshúsið Emmaus í 1948 ella 1949. Standandi frá vinstru: Absalon Tvørfoss, Gunnleivur Joensen við Helga Thomsen á bakinim, Anna Jacobsen, Oddfríða Hansen, Poula Joensen, Maria Jacobsen, Elsa Gøte, Jóhan Gøte við Dia Hansen á bakinum, Fía Gøte, Olea Jacobsen, Frederik Gøte, Marna Thomsen, Tórhild Jensen, Ólfríða Tvørfoss, Unna Øregard. Sitandi f.v. Petra Tvørfoss, Katrin Hansen, Ása Heinesen, Jónhild Jacobsen, Per Jacobsen, Emma Jacobsen, Dagfinn Petersen, Poula Petersen, Brynhild Jarnskor, Linda Hansen, Erna Jacobsen, Bergljot Jacobsen, Jensa Jensen