Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. august 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 153 - 13. august 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Í dag, 13. august, verður ein kendur klaksvíkingur og slóðbrótari, Grímur Ras­ mussen, 70 ár. Sigast kann, at Grímur er av góðum bergi brotin. Abbi hansara var tann kendi úrmælingurin Jógvan í Grót­ inum, sum var ein undan­ gongumaður á fiskivinnu­ økinum. Hann var millum annað slóðbrótari, tá ið talan var um frysting av agni fyrst í síðstu øld, og kom hetta at hava stóran týdning fyri útróðurin. Teir vóru tríggir brøður, sum komu av Skipanesi. Hinir vóru Klávus og Christ­ ian. Tað er óneyðugt at siga, hvussu stóran týdning teir í Grótinum hava havt fyri okkara samfelag á fleiri økjum. Pápi Grím var Frimodt, sonur Jógvan, og hann var ein kendur snillingurin til motorar. Mamman var Durid, f. Justesen, úr Norð­ depli. Tað var skjótt, at Grímur fór at hava hug til sjógvin. Hann plagdi sum smádrong­ ur at seta sildagørn við abba sínum Jógvani á vágni í Klaksvík. Grímur fór fyrsta túrin til skips í 1955 við Fuglberg. Skipari var tann kendi Poul ”á Fuglberg”. Hetta hevur uttan iva verið eitt gott skúlaskip. Í 1956 fór hann við við skonnartini Liljuni, har Sig­ mund Heinesen var skipari. Veiðumynstrið var tað van­ liga tá í tíðini. Fyrst á Suður­ landið við gørnum, síðan til Grønlands. Aftaná tað var farið á sild við gørnum, og so var róð út. Grímur fór í 1959 at fáa sær útbúgving sum stýri­ maður, sum tá kundi takast í Klaksvík. Trolaraskipari uttan at hava verið við trolara Han fór tá fyrst at sigla sum bestimaður, og hann sigldi í fleiri ár hjá Stellu reiðarínum. Fyrst var hann bestimaður við línubátinum Stellu Mariu. Fyrstu ferð, hann var skipari, var við frystilínuskipinum Stellu Karinu, sum veiddi hemara vestantil í Atlantshavinum. Grímur hevur enntá roynt uttanfyri New York! Seinni fór Erling Laksa­ foss at fáa sær frystitrolarar. Grímur gjørdist skipari á Stellu Karinu, sum var eitt av okkara mest framkomnu skipum tá ið tíðini. Grímur hevði als ikki roynt við trol­ ara fyrr. Hann hevði bert verið 14 dagar umborð á Vesturvón, so hann kundi síggja, hvussu ein trolari sá út! Men tað lá væl fyri. Ein frítúr við Stellu Karinu fór Grímur til Havn­ ar at taka skipsførarara­ prógv. At læra lá eisini væl fyri. Tað verður sagt, at tá ið hann fór til Havnar á skúla, spurdi mammubeiggin Hans Jacob, kanska eitt sindur speiskliga: ”Ætlar tú til Havnar eftir kikaranum?” Hann hugsaði um eina av premiunum til bestu næm­ ingarnar. Men hvussu var og ikki. Grímur kom heim aftur við kikaranum! Grímur varð so skipari á Stellu Karinu, til hon varð selt av landinum fyrst í 70­ unum. Miðskeiðis í 70­unum letur Grímur saman við øðr­ um kraftblokkabátin Durid byggja. Hann var sjálvur skipari øll árini, inntil Durid var seld til Íslands í 1981. Grímur gjørdist so skipari á rækjutrolaranum Karinu hjá Trygva Laksafoss. Aft­ aná at hava havt nøkur góð ár síðan fyrst í 70­unum fór at sansa at við fiskirættindum hjá rækjuskipunum. Hetta var so eisini galdandi fyri Karinu. Trygvi spurdi tá Grím, um hann ikki hevði hug til at gera eina roynd við Svalbard, og Grímur játtaði. Teir fara norður um Svalbard. Her vóru tá bert nakrir fáir norðmenn. Tað vísti seg, at her var væl av rækjum, og tað var skjótt, at teir fingu uppí. Hesar leiðir hava síðan tá verið eitt gott ískoyti hjá rækjuflotanum, sum síðani tá hevur fingið manga góða veiðu á hesum leiðum, tá ið roynandi er fyri ísi. Frá 1983 til 1985 førdi Grímur ísfiskatrolaran Skoraberg hjá J.F. Kjølbro. Eisini hevur hann roynt við Senegal sum skipari á Sjúrði Tollakssyni, tá ið før­ oyingar høvdu eitt virki har niðri. Sigast kann um Grím, at hann hevur roynt seg sum skipari á stórt sæð øllum veiðuhættum og øllum leiðum, har føroyingar hava roynt. Á teimum øllum hevur ligið heilt væl fyri hjá honum. Hetta sigur ikki so lítið um føðingardags­ barnið. Grímur er kendur fyri at vera góður at vera saman við, so hógligur og sáttligur hann er. Manning hjá hon­ um eldist eisini væl. Ein gamal fiskimaður hjá hon­ um, Mourits av Kirkju, er blivin 100 ár! Teir vóru saman við Stellu Karinu. Í 1985 legðist Grímur Rasmussen upp á land. Hann fór at fáast við aling. Her hevur hann eisini sam­ an við synunum verið und­ angongumaður. Hann hev­ ur arbeitt við øllum frá rogn­ um til framleiðslu av liðugt­ vørum. Tað hevur gingið upp og niður við hesi vinnu. Beint nú gongur upp! Men her arbeiðir Grímur fram­ vegis hvønn dag. Í so máta merkist einki til, at hann er komin ”støvets år!” Grímur er giftur Klaru, f. Lervig, av Toftanesi í Leirvík. Tey eiga børnini Sylvin, giftur við Janu, Durid, gift við Jákup Paula og Frimodt giftur við Lindu. Abbabørnini eru 12. Systkini hjá Grími eru Karin, Magdalena, Osla og Jógvan Júst. Grímur brúkar nógva tíð saman við familjuni. Hann gongur javnan túrar í náttúr­ uni, ofta saman við abba­ børnunum. Hann hevur í nógv ár verið virkin í frí­ tíðararbeiðinum í Betesda í Klaksvík. Klara og Grímur eru so sjáldsama familjukær eisini uttan fyri síni nærmastu. Hetta merkja sjálvt børnini hjá systkinabørnum, og har er tað undirritaði kemur inn í myndina. Her hevur verið gott samband, har tey hava vitjað hvønn annan, tá ið høvi hevur verið til tess. Havi tí eisini sjálvur merkt hitan í teirra húsi. Tey bæði eru veruliga eini hjún, sum hava verið ein dyggur stuðul undir før­ oyska samfelagnum bæði og og so. Tí verður eisini ynskt teimum báðum hjartaliga tillukku við teimum 70 árunum hjá Grími. ó. Grímur Rasmussen 70 ár Í gjáramorgunin var eg á veg til Klakksvíkar við soninum, sum skuldi á fót­ bóltsskúla. Meðan eg koyrdi, var útvarpið frá. Ávegis inn í undirsjóvar­ tunnilin Leirvíkarmegin, hoyrdi eg FSF forsetan staddur á íblástursferð í Norra, greiða útvarpsmann­ inum frá, at FSF ætlaði at fara undir at gera ein nýggjan tjóðarvøll. Sum eg skilti av samrøðuni, so verður ítøkiliga arbeitt við at útbyggja Tórsvøll fyri 100 mió. krónur. Komin til Klakksvíkar á Djúpumýru (Injector Arena) var grimdarregn. Allir hesir hugagóðu fót­ bóltsleikarar runt um, sum vóru møttir á fótbóltsskúla, máttu brynja seg við eitt sindur av toli, tí veðrið var so ófantaligt, at ikki var ráðiligt at fara beinleiðis á vøllin. Tíbetur var avgjørt at fara útá vøllin, sjálvt um tað áhaldandi regnaði av grimd. Sjálvur slapp eg undan regninum og harvið kuldanum, tí eg við heitum kaffimunni kundi hyggja út ígjøgnum vindeygað úr KÍ Cafeeini, meðan hesi ungu fótbóltstalentini tuskaðu um hyljar, vát og køld, men sera hugagóð. Hyggjandi eftir hesi sjón kom mær aftur til hugs útvarpssamrøðuna við FSF forsetan fyrr um morgunin. Hvat hevði tað ikki verið gott at havt eina innandura fótbóltshøll í hesum líkind­ unum ? Havi nú í nøkur ár roynt at givið mítt íkast til fót­ bóltin við at átaka mær at venja nøkur av teimum yngru ungdómslíðunum hjá NSÍ. Hesir, sum vænt­ andi um nøkur ár skulu umboða okkara feløg heima og burturi eisini á altjóða støði. Sjálvandi ger man sær sínar tankar um, hví Føroyar nú dragna so nógv á tí altjóða fótbólts­ listanum, og hvat skal til fyri at venda gongdini. Eg trúgvi, at um gongdin skal vendast, er neyðugt at vit í Føroyum ásanna, at vit mugu venja og spæla fótbólt munandi longri part av árinum, enn vit gera nú. Sum dømi kann eg nevna, at tað liðið, sum eg venji, byrjar landskapp­ ingina síðst í apríl og endar um miðjan september. Burt­ ur av hesum tíðarskeiði fara tveir mánaðar, har kappingin liggur still vegna summarfrí. So í veruleikanum verður bara spælt tríggjar mánaðar av árinum. Vit mugu ásanna, at tað harðbalna veðurlagið í Før­ oyum setir avmarkingar fyri, hvat uttandura virk­ semi viðvíkur, og tað er ein veruleiki, sum man má fyrihalda seg til, men tíbet­ ur kann gera nakað við. Aftur til útvarpssamrøð­ una við FSF forsetan. At byggja ein nýggjan tjóð­ leikavøll er óivað eitt gott hugskot, men er tað nú tann týdningarmiklasta uppgávan hjá FSF at rað­ festa í løtuni ? Min meining er, at bygg­ ing av nýggjum tjóðleik­ vølli er ikki tað, sum eigur at raðfestast hægst í løtuni. Tvørturímóti eigur bygg­ ing av nýggjari, innandura fótbóltshøll, sum lýkur altjóða krøv at verða sett ovast á breddan og bygda ongantíð ov skjótt. Tað skuldi helst ikki veri so, at vit um nøkur ár hava ein nýggjan tjóðarvøll, men tíverri fáar og ongar dystir, tí menningin av fót­ bóltsleikarunum í Føroyum megnaði ikki at standa mát við menningina hjá okkara kappingarneytum, tí við raðfestu skeivt. Tjóðarvøllur og innandura fótbóltshøll Egil OlsEn viðmerkingar Grímur og abbabørn