Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. august 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 13. august 2008 17 Andlát og jarðarferðir Hagbard Dalfoss, ættað­ur úr Froð­ba, búsitandi í Havn, andað­ist á lands­ sjúkrahúsinum mánadagin, 72 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapelli­ num hósdagin klokkan 18.. Jarð­arferð­in verð­ur úr havnar kirkju fríggjadagin klokkan 13. Sálmabókin verð­ur nýtt. Tey, sum vilja minnast Hagbard, kunnu lata Føroya Felag Móti Krabbameini eina gávu, konto í peningastovnu­ num. Lisa Sivertsen á Við­ar­ eið­i, fødd Fuglø, andað­ist á Klaksvíkar sjúkrahúsi, mánadagin 11. august, 64 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi norð­ur til Við­ar­ eið­is mikudagin klokkan 18. Jarð­arferð­in verð­ur úr Við­areið­is kirkju hósdagin klokkan 13.30. Snorri Paturson, Tórs­ havn, andað­ist sunnudagin 84 ára gamal. Bønarhald verð­ur á Lágargarð­i miku­ dagin klokkan 18. Jarð­ar­ ferð­in verð­ur úr Havnar kirkju hósdagin klokkan 13. Tey ið­ ynskja at minn­ ast Snorra kunnu lata Lágargarð­i eina gávu. Konta í peningastovnu­ num. Sylvia Hansen, fødd Olsen, ættað­ av Húsum, búsitandi í Havn andað­ist á Landssjúkrahúsinum mánamorgunin 11. august, 86 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá góða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Anna Maria (Mia) Johannesen Skála doyði og varð jarðað. Tøkk til Bøgesvang, prest, fyri góð orð. Tøkk til kikrjutænarar, sangarar, berarar og gravarar, tøkk fyri blómur, kransar og gávur til kirkjuna, og tøkk fyri alla hjálp í sambandi við ervið. Ein serstøk tøkk til heimahjálpirnar og til Ellis- og røktarheimið í Runavík. Fyri tey avvarðandi Sonja og Petur Jacop Dagurin 14. august. Eusebius. Fleiri halgimenni at navni Eusebius eru knýtt at degnum 14. august. Hósdagin 14. august verð­ur ein kendur útróð­rarmað­ur í Porkeri, Jacob Danielsen, 85 ár. Foreldrini hjá honum vóru Johanna f. Sørensen og Dániel Peter Ludvig Danielsen, vanliga nevndur Bakkin, bæð­i úr Porkeri. Bakkin var eisini kendur sum útróð­rarmað­ur. Lands­ stýrið­ fór mitt í undanfarnu øld at geva fiskimonnum heið­ursmerki. Okkurt ár var varð­ Bakkin heið­rað­ur av landsstýrinum fyri stóra og góð­a veið­u sum útróð­rar­ mað­ur. Tað­ munnu vera fáir før­ oyingar, sum hava roynt sjó­ lívið­ so nógv sum Jacob. Fyrstu ferð­, hann fór til sjós, var í 1939 við­ “Gracie”, sum Jákup Niel­ sen í Nólsoy førdi. Í 1940 fóru pápi hansara og hann við­ Irex av Tvøroyri við­ Pola Poulsen, á Høvdanum í Porkeri, sum skipara. Undir krígnum róð­i Jacob út saman við­ pápa sínum, og tað­ gekk sera væl.. Summarið­ 1945 var Jacob við­ Mariu úr Vági, sum Tummas við­ Kráir átti. Pedan hjá Hendrikki var skipari. Teir vóru á ísfiska­ veið­u og landað­u í Aber­ deen. Í 1947 keyptu porkeningar trolaran Høvdaberg. Jacob fór við­ honum og aftur við­ Pola sum skipara. Poli doyð­i annars sjálvur fjórð­i í 1952 við­ torvbátinum í Porkeri. Í 1956 fór Jacob aftur til skips við­ City of Norwich við­ kenda skiparanum Andreas Mikkelsen. Tá kom íslandstíð­in, tá ið­ nógvir føroyingar fóru til Íslands at fiska og arbeið­a. Jacob fór saman við­ øð­rum til Íslands í 1956. Hann var vanliga við­ íslendskum trolarum um summarið­ og var heima um veturin. Hann var í Íslandi ár um ár inntil 1965. Síð­an tá hevur Jákup bert róð­ út, og hann er framvegis á floti, tá ið­ høvi bíð­st. Hann hevur tískil verið­ 69 ár á sjónum og hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Jacob kann sigast at vera ein rættuligur knassi. Hann er enn sera birgur, og tað­ er ikki smávegis, hann kann fortelja frá. Hann hevur róð­ nógv út einsamallur. Hann hevur eisini verið­ einsamallur úti á Føroya Banka. Hann kennir hvønn plink og hvørt mið­ og hevur sera gott innlit í streym­ við­urskifti. Vónandi fer tað­ at eydnast at fáa hansara vitan fest á pappír, áð­renn tað­ er ov seint. Jacob giftist við­ Hansu f. Weihe, eisini úr Porkeri. Hon er deyð­ fyri nøkrum árum síð­ani. Tey áttu børn­ ini Donna, John, Heri, Hennvá. Donna, sum búð­i nið­ri, og John eru farin. Heri er giftur við­ Marjun f. Nygaard, og tey búgva í Porkeri. Hann er útróð­rar­ mað­ur eins og pápin og abb­ in. Hennvá er gift við­ Finn­ boga Danielsen, og tey búgva á Tvøroyri. Abba­ børnini eru seks í tali. Jacob er eisini blivin lang­ abbi. Jacob hevur havt ein sera stóran áhuga fyri fiskiskapi. Men hann hevur eisini lut­ tikið­ í øllum vanligum bygdalívi. Hann hevur seyð­, sum hann framvegis pass­ ar. Jacob er virkin í missi­ ónshúsinum í Porkeri og hevur eisini orð­ið­ tá ið­ høvi býð­st. Jacob átti tríggjar systrar. Ein var Emanda, sum búð­i í Porkeri, men sum doyð­i fyri nøkrum árum síð­ani. Hinar báð­ar eru Maja, sum býr í Danmark og Jenny, sum býr í Lopra. Hon verð­ur annars 65 ár sama dag, sum Jacob hevur sín føð­ingardag. Ynskt verð­ur Jacob og hansara hjartaliga tilukku við­ teimum 85 árunum. ó. Jacob Danielsen 85 ár Vit eru sum kør, sum skulu fyllast við­ móti. Um tað­ ikki verð­ur fylt á, standa vit einsamøll og fáa eina kenslu av at vera virð­is­ leys, tóm ella útbrend. Hóast einki einvíst svar kunnu vit væl spyrja, hvat í lívinum hevur størst ávirkan á persónsmensku okkara, og hvat ger okkum til serstakt menniskja, vit í veruleikanum eru. Øll eru serstøk. Hetta er ein almenn grundleggjandi áskoð­an øll í framkomna heiminum eiga at hava. Spurningurin er bara, um vit duga at síggja hetta í hvørjum øð­rum og í okkum sjálvum ­ og við­ hesum læra at síggja stórt í frælsa lívinum, og alskyns møguleikunum, sum liggja í og uttan um okkum. Strongd, og fólk, sum kenna seg útbrend, eru kend evni í samfelagskjaki­ num. Samfelagið­ krevur nógv av okkum og avleið­ingin er sjálvsagt, at vit mugu krevja nógv av okkum sjálvum. Tað­ er tó eyð­sýnt, at tað­ eru fleiri og fleiri, sum júst av hesi orsøk gerast strongd og kenna seg útbrend og megna ikki vísiliga at liva gerandisdagin. Hetta gerst við­ tíð­ini ein samfelags­ trupulleiki, tí samfelagið­ fær ikki sum mest burtur úr serstaka, skapandi og mennandi borgarunum. Í bókini “Du har rørt ved mit hjerte” koma Mølle­ have og Pettersson í sam­ røð­u inn á júst hetta evnið­ ­ at vera útbrend. Petters­ son vil vera við­, at orka er sjálvskapt. Meir vit arbeið­a, meir við­urkenning fáa vit og hetta virkar til økta orku. Um vit arbeið­a nógv í einum spennandi við­urkennandi umhvørvi, sum vit trívast í, kunnu vit møð­ast, men verð­a ikki útbrend. Tí er hann rætti­ liga ivingarsamur, tá ið­ tosað­ verð­ur um, at fólk eru útbrend. Heldur enn at vit onga orku hava eftir í okkum, eru tað­ frustra­ tiónir og mótloysi, sum skapa hesa kenslu, heldur Pettersson. Okkum mangla neyð­ugu við­urkenningina fyri tað­ vit gera. Um vit bara oysa av okkara egnu orku, uttan tó onkursvegna at fáa hana aftur ­ kanska við­ gevandi við­urkenning ­ , kennist tað­, sum um vit brenna út. Trupulleikin gerst eisini størri, um vit ikki kenna okkum at taka lut í felags­ skapinum ella umhvørvi­ num ella ikki eru vís í okkara egna leikluti. Hetta er jú avgerandi fyri neyð­­ ugu persónligu við­urkenn­ ingina. Og eg siti bara og nikki. Hetta kenni eg alt aftur og eg eri vís í, at hetta kenna øll. Hetta er menniskjaligt. Vit eru sosialar verur, sum skulu vera virkin, áhugað­, eldhugað­ og hava á somu tíð­ brúk fyri onkrum slagi av felagsskapi, við­urkenn­ ing og móti til tess at fáa at eitt gott og spennandi lív, sum á ein ella annan hátt gevur meining. Hugsast kann, at vit mugu skapa eitt mennandi arbeið­sumhvørvi, sum gevur við­urkenning og fær tað­ serstaka í hvørjum einstøkum at blóma. At kenna okkara pláss og síggja stórt í hvørjum øð­rum, vísa áhuga, geva uppiborið­ rós ­ eins og rís eisini er neyð­ugt, um vit skulu mennast og koma víð­ari ­ kenna okkara styrkir og avmarkingar, og krevja eina greið­a, ítøkiliga og mið­vísa arbeið­sætlan. Hetta er krevjandi, men avgerandi krøv, um vit sum samfelag skulu fáa mest burtur úr persónliga potentialinum. Vit eru sum kør, sum skulu fyllast við­ móti. Um tað­ ikki verð­ur fylt á, standa vit einsamøll og fáa eina kenslu av at vera virð­isleys, tóm ella útbrend ­ heldur enn brennandi og mennandi. www.myspace.com/toravidkeldu Útbrend - ella manglar okkum bara viðurkenning? hjarta@kallnet.fo Tóra við Keldu viðmerkingar Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Hagbard Dalfoss andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin 11.08.08, 72 ára gamal. Farið verður úr landssjúkrahúskapellinum hóskvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju fríggjadagin kl. 13.00. Sálmabókin verður nýtt. Familjunnar vegna Sonja, Oda, Alexander og Ann við familjum Tey, ið vilja minnast Hagbard v/ kransi ella blómum, kunnu lata eina peningagávu til Føroya felag móti krabbameini