Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. august 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 153 - 13. august 2008 - Sum tónleikari noyðist eg at hava moralin við. Um eg á nakran hátt kann stuðla arbeiðinum fyri friði í Tibet, so er eitt av endamálunum rokkið, sigur Teitur Lassen, sum luttekur á altjóða tónleika- útgávu, sum Dalai Lama hevur tikið stig til í sambandi við OL í Kina TónleikaúTgáva Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Teitur Lassen og føroyska kórið Tarira eru við á einari fløgu við heimskendum stjørnum sum Sting, John Mayer, Dave Matthews, Mo­ by, Suzanne Vega og Alanis Morisette. Tað var andaligi leiðarin í Tibet, sum hevur heitt á heimsstjørnurnar um, gjøgnum tónleikin, at varpa ljós á frælsisstríðið í Tibet. Fløgan hevur fingið heitið ”Songs for Tibet – The Art of Peace”. ­ Dalai Lama fekk sjálvur hugskotið til eina slíka felagsútgávu við tónleiki frá kendum tónleikarum. Hann setti seg í samband við felagsskapin »the Art of Peace Foundation«, um at hjálpa sær við útgávuni, sig­ ur Teitur Lassen. Hetta er buddistiskur NGO­felags­ skapur, sum virkar fyri at friði og mannarættindum, serliga í Tibet, við støði í læruni hjá andaliga leiðara­ num har, Dalai Lama. ­ Hetta er kanska seinasti møguleikin veruliga at gera vart við støðuna í Tibet gjøgnum heimspressuna, nú OL er í Kina, sigur Teitur Lassen við Sosialin, nú vit ringja til hansara yviri í Got­ landi. Friðartónar Hann greiðir eisini frá, at løgini á fløguni endurspegla friðarboðskapurin hjá Dalai Lama, og at andaligi leiðar­ in ber stóran ótta fyri, hvat kinesiskir myndugleikar fin­ na uppá í Tibet, tá OL er av. ­ Støðan í Tibet er sera spent og vandi er fyri nógv­ um ófriði og møguliga ein­ um fólkamorði, tá olympis­ ku leikirnir eru av. So hetta er ein roynd at gera vart við umstøðurnar har yviri og at skapa ein dialog við kinesis­ ku myndugleikarnar, sigur Teitur Lassen, sum sjálvandi er sera fegin um, at sleppa at luttaka í altjóða vælgeran­ di arbeiði á hendan hátt. Fyrigevingin Spurdur, hvussu hann kom upp í leikin, greiðir Teitur frá, at fólkini handan verk­ ætlanina kendu tónleik han­ sara. ­ Eg havi spælt rættiliga nógv í USA og har kendu tey meg. Vit sum luttaka fin­ gu eitt skriv frá Dalai Lama, har hann vinarliga heitir á okkum um at hjálpa sær í frælsisstríðnum á hendan hátt, sigur Teitur Lassen. Løgini skuldu hava ein friðarboðskap – antin innara ella globalan frið, og av tí, at alt kom rættiliga seint í lag, skuldu løgini vera til frammanundan, so tey lættliga kundu spælast inn av nýggjum. ­ Eg valdi lagið »All my mistakes«, sum snýr seg um at gera mistøk og at duga at fyrigeva, sigur Teit­ Teitur og Tarira fyri friði og frælsi í Tibet - Nú OL er í Kina er hendan fløgan kanska seinasti møguleikin veruliga at gera vart við støðuna í Tibet gjøgnum heimspressuna, og á tann hátt at koma í dialog við kinesiskir myndugleikar, sigur Teitur Lassen við Sosialin Teldutøka útgávan av ”Songs for Tibet – The Art of Peace”, sum kom út 5. august, gjørdist longu fyrsta dagin mest seljandi teldutøka útgávan á iTunes í USA, Kanada, Fraklandi, Italia og Hollandi. Fløgan kom í handlarnar í gjár, 12. august Teitur Lassen og føroyska kór­ ið Tarira eru við á einari fløgu við heimskendum stjørnum sum Sting, John Mayer, Dave Matthews, Moby, Suzanne Vega og Alanis Morisette.