mikudagur 13. august 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
tíðindi
Nr. 153 - 13. august 2008
ur Lassen, sum beinanvegin
heitti á vinmann sín, tóna
skaldið Trónd Bogason, um
at gera eina útseting av lagn
um fyri kvinnurøddir, bass
og solosang. Síðani varð tik
ið upp í Vesturkirkjuni, har
kvinnuligir sangarar úr Tari
ra sungu undir.
Eg ynskti at koma við
einum
norðurlendskum
íkastið til útgávuna og tað
endaði so við hesum lagn
um, sum hevur eitt minimal
istiskt og friðarligt ljóð. Og
lagið hevur fingið sera góða
móttøku frá útgevarunum,
sum halda tað vera spennan
di, at fáa okkurt við frá ein
um so fjarskotnum landi,
sigur Teitur Lassen, sum
eisini kennir Sunleif Ras
mussen og kór hansara frá
fyrr, og tí visti, at tað boðaði
frá góðsku, at fáa tey við.
Vælgerandi endamál
Men hvat fær ein tónleikari
sum Teitur Lassen burturúr
at luttaka í slíkari útgávu?
Peningaliga fái eg onki.
Alt yvirskotið fer til vælger
andi endamál, harav helm
ingurin til frælsisstríðið í
Tibet og restin til aðrar
felagsskapir. Vit solistar
eru tí biðin um at velja okk
um hvør sítt vælgerandi
endamál at lata til eisini,
sigur Teitur Lassen, sum
ikki hevur funnið útav, hvør
skal hava hansara part enn.
Lagið hjá mær hevur
verið nýtt í einum líknandi
sambandið fyrr. Tað var í
einum filmi um eina familju
frá Cambodja. Hesin filmur
fekk fleiri virðislønir, sigur
Teitur, sum kortini viðgong
ur, at luttøka í slíkum
arbeiði sjálvandi eisini gev
ur honum umrøðu sum tón
leikari.
Teitur Lassen og Tarira
koma ikki sjálvi í samband
við øll tey kendu fólkini,
sum eru við í verkætlanini
– hvørki solistar ella Dalai
Lama sjálvan.
Men vinur mín Jónas
Block Danielsen hevur hitt
Dalai Lama, so tað man
vera í lagi, sigur Teitur, og
forklárar um ta ferðina
Jónas skuldi við flogfari
num yviri í Norra.
Tá hann setir seg á setr
ið, varnast hann eitt kent
andlit undir liðini á sær. Tá
er tað sjálvur Dalai Lama,
sum situr har, sigur Teitur
og flennir.
Friðarligt mótmæli
Ítróttarfólkini, sum luttaka í
OL, kunnu taka fløguna
ókeypis niður av internetin
um. Onnur, sum vilja stuðla
arbeiðinum fyri friði, kunnu
keypa hana í handlunum og
á internetinum. Tað hevur
tó verið frammi, at tað kann
hava stórar avleiðingar við
sær hjá ítróttarfólkunum,
um tey á nakran hátt vísa
ónøgd við kinesiska stýrið.
Øll mótmæli kunnu hava
við sær, at tey verða burtur
víst frá leikunum.
Men, taka tey stuðuls
fløguna niður av netinum,
kann ein iPod ella MP3
spælari vera eitt friðarligt,
men sterkt, mótmæli móti
kúgan og vantandi manna
rættindi í Kina, herundir í
Tibet, sigur Michael Wohl,
leiðari fyri »The Art of Pea
ce Foundation« í einum tíð
indaskrivi.
Andaligi leiðarin í Tibet er
Dalai Lama, sum livir og
virkar í útlegd. Av tibetanum
verður hann mettur at vera
sjálv ímyndin av tibetansku
fólkasálini. Hann er høgt í
metum og verður umgyrdur
við nógvari virðing og
kærleika. Hjá nógvum er
hann eisini ímyndin av
friði, og hugburðinum um,
at øll mál kunnu loysast við
friðarligum midlum
Kina í Tibet
Sambært teimum, sum stríðast fyri einum frælsum og sjálvstøðugum
Tibet, hevur landið liðið nógv undir hersetingarvaldinum í Kina, sum
hevur verið galdandi síðan 1949. Tibet er ikki til á heimskortinum og
verður ignorerað av øðrum londum og av ST. Stjórnin, við Dalai Lama á
odda, býr í útlegd í India og verður ikki tikin við í samráðingar um mál,
sum snúgva seg um landið.
Allar avgerðir verða tiknar í Beijing, haðani landið verður stýrt. Tali,
skrivi og pressufrælsið er nógv skert og miðlarnir eru statsstýrdir.
Tibetanska fólkið livir undir strongum eftirliti, og ein vanlig revsing er, at
senda fólk til ”fosturlandsuppaling”. Torturur er vanligur í fongslunum,
har yvir 100 kendir politiskir fangar sita í løtuni. Ein stórur partur av
mentanararvinum er lagdur í oyði. Eitt nú blivu 6259 klostur oyðiløgd í
árunum 19541971. Eisini er strangt eftirlit við alt virksemið hjá
klostrunum, og fleiri hundrað munkar og nunnur hava fingið forboð móti
at koma heim aftur í klostrini, eftir at tey hava luttikið í
mótmælistiltøkum. Eini 150.000 tibetanarar liva í útlegd og á hvørjum ári
flýggja 23.000 til India eller Nepal. Harav eru nógv børn, sum vilja
nema sær tibetandska útbúgving í útlegd. Ongi almenn tøl eru at finna um
Tibet.
Kelda: http://www.tibetkomite.dk/